52-084/2025
Samráðast í krónum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. feb. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
084.25 Svar frá R. Vang til A. Olsen - Samráðast í krónum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 24. februar 2026 J. nr.: 26/03466 Svar uppá fyrispurning nr. 52-084/2025 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at samráðast í krónum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Verður samráðst í krónum undir sáttmálasamráðingunum? Svar til fyrispurning nr. 1: Útgangsstøðið hjá landsstýrinum er kent. Í løgmansrøðuni varð sagt, at útgangsstøðið er, at vit í størri mun samráðast um krónur. Fyri framman eru nú sáttmálasamráðingar, har fakfeløgini hvør sær skulu samráðast við Fíggjarmálaráðið um sín egna sáttmála. Hetta er galdandi fyri øll fakfeløg, eisini tey, sum nú hava gjørt avtalu um felags lønarkarm. Av tí at samráðingarnar við hesi fakfeløgini ikki eru byrjaðar enn, er í løtuni ikki møguligt at siga meira um innihaldið og gongdina í samráðingunum. Tað tænir ikki endamálinum at umrøða samráðingar alment, meðan sáttmálasamráðingarnar eru. Fíggjarmálaráðið virðir fría samráðingarrættin hjá fakfeløgunum, og samráðingarnar eru í trúnaði, eins og vanligt er, inntil sáttmáli er undirskrivaður. Landsstýriskvinnan skal tó viðmerkja, at ein misskiljing tykist vera komin í um tann karm, sum nú er avtalaður við 12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Henda avtalan bindur – sjálvandi - ikki onnur fakfeløg enn tey, sum hava undirritað avtaluna. Tað vanliga hevur verið, at tað fakfelagið, sum samráðist fyrst, leggur støðið. Munurin hesaferð er, at 12 fakfeløg hava verið við til at leggja støðið. Landsstýrið hevur í avtaluni við tey 12 fakfeløgini bundið seg sjálvt til, at um tað verður ein munur í teimum avtalum, sum verða gjørdar, skal tað verða grundgivið væl, um hví tað verður gjørt, og tað skal verða gjøgnumskygni um bæði orsøk og grundarlag. Tinganes, 24. februar 2026 Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
084.25 Spm. til R. Vang frá A. Olsen - Samráðast í krónum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Samráðast í krónum Spurningar: 1. Verður samráðst í krónum undir sáttmálasamráðingunum? Viðmerkingar: Nú samráðingarnar eru farnar í gongd á almenna arbeiðsmarknaðinum, er tað áhugavert at vita, um tað verður framhaldandi samráðst í prosentum, ella um tað eisini verður samráðst í krónum. Hendan samgongan setti sær fyri at minka um lønargjónna við m.a. at geva nøkrum útvaldum bólkum í samfelagnum eitt lønarlyft. Talan var m.a. um námsfrøðingar, námsfrøðilig hjálparfólk, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Endamálið við lønarlyftinum var at bøta um tann lønarstigan, sum varð settur í gildi við lønarreforminum frá 1969, sum setti tey, sum starvast innan heilsu- og umsorganarøkini, niðast í lønarstiganum. Eftir lønarreformin í 1969 hevur verið samráðst í prosentum, og lønargjógvin er stútt og støðugt vaksin síðan, inntil lønarlyftið varð givið. Lønarlyftið, sum samgongan framdi, kostaði landskassanum 47 mió. kr. Fyri at hetta lønarlyftið ikki verður útholað aftur við framhaldandi at samráðast í prosentum, er tað áhugavert at vita, um tað verður tikin hædd fyri hesum, nú lønarsamráðingarnar eru byrjaðar, og tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 5. februar 2026 Annika Olsen -- 1 of 1 --