← Løgtingsmál

52-083/2025

Broyta ferðaætlan til Nólsoyar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
083.25 Svar frá R. Vang til K. Hergeirsson - Broyta ferðaætlan til Nólsoyar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 17. februar 2026
J. nr.: 26/03166
Svar uppá fyrispurning nr. 52-083/2025 frá Karlot Hergeirsson, løgtingsmanni, settur Ruth
Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at broyta ferðaætlan til Nólsoyar
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann Teistin á nólsoyarleiðini sigla eftir somu, ella nærtil somu ferðaætlan, sum Sam
hevur á kalsoyarleiðini, uttan hetta gongur út yvir hvílutíðina?
2. Hvat hevði tað kostað í eyka útreiðslum til olju og annað hjá Teistanum at siglt eftir
somu, ella nærtil somu ferðaætlan sum Sam, um Nólsoyarfjørð?
3. Finst fígging til svar til spurning 2 á verandi fíggjarlóg, um man hyggur, hvat eigur at
vera útyvir á kalsoyarleiðini, nú tá ikki bæði Teistin og Sam eru á leiðini?
Svar til spurning nr. 1:
Tað ber til at seta Teistan á nólsoyarleiðina at sigla eftir somu, ella nærtil somu, ferðaætlan, sum
Sam hevur á kalsoyarleiðini.
Strandferðslan hevur upplýst, at við smærri tillagingum ber til at sigla á nólsoyarleiðini eftir
galdandi vetrarferðaætlan á kalsoyarleiðini. Orsakað av, at siglingartíðin á kalsoyarleiðini er
umleið 20 minuttir hvønn vegin og á nólsoyarleiðini umleið 30 minuttir hvønn vegin, er neyðugt,
at seinasta fráferðin í ferðaætlanini av Havnini verður flutt fram til kl. 21:45.
Skal summarferðaætlanin á kalsoyarleiðini setast í verk á nólsoyarleiðini, merkir tað, at ein
manning má setast afturat.
Sama er galdandi, um fleiri túrar skulu setast inn í verandi ferðaætlan á nólsoyarleiðini, um
galdandi ásetingarnar um hvílitið og annað skulu haldast.
Svar til spurning nr. 2 og 3:
Um vetrarferðaætlanin á kalsoyarleiðini verður sett í verk um nólsoyarfjørð við Teistanum í
sigling, er kostnaður til olju og annað áleið tann sami sum við verandi ferðaætlan á
nólsoyarleiðini.
Verður summarferðaætlanin á kalsoyarleiðini nýtt á nólsoyarleiðini alt árið, eru eyka
útreiðslurnar til olju og annað áleið 700 tús.kr. Harumframt skal ein manning setast afturat.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Mettur kostnaður av hesum er 5-6 mió. kr. um árið, harav tað mesta er til lønir. Játtanin hjá
Strandfaraskipum Landsins røkkur ikki til hetta.
Tinganes, 17. februar 2026
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
083.25 Spm. til R. Vang frá K. Hergeirsson - Broyta ferðaætlan til Nólsoyar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Broyta ferðaætlan til Nólsoyar
Spurningar:
1. Kann Teistin á nólsoyarleiðini sigla eftir somu, ella nærtil somu ferðaætlan,
sum Sam hevur á kalsoyarleiðini, uttan hetta gongur út yvir hvílutíðina?
2. Hvat hevði tað kostað í eyka útreiðslum til olju og annað hjá Teistanum at siglt
eftir somu, ella nærtil somu ferðaætlan sum Sam, um Nólsoyarfjørð?
3. Finst fígging til svar til spurning 2 á verandi fíggjarlóg, um man hyggur, hvat
eigur at vera útyvir á kalsoyarleiðini, nú tá ikki bæði Teistin og Sam eru á
leiðini?
Viðmerkingar:
Í rúma tíð hava nólsoyingar ynskt sær støðugt, trygt, betri og títtari ferðasamband við
meginlandið. Tað eru fleiri góðar grundir til hesi ynskir. Her skal eg nevna nakrar:
• Nólsoyarbørn fara til Havnar í skúla í 7. flokk (partvíst) og 8. flokk (fulla tíð),
og ofta er long bíðitíð ímillum, at skúlin er liðugur, og til ferjan siglir.
• Umleið 50-60 nólsoyingar arbeiða dagliga í Havn. Verandi ferðaætlan gevur
ikki møguleika at arbeiða flekstíð, og hetta merkir eisini, at tey, sum hava
børnini á stovni í Nólsoy, ikki hava møguleika at heinta tey tíðliga onkran dag.
• Í Nólsoy er eingin skipaður ítróttur og fá mentanarlig tilboð. Børn, ung og
vaksin pendla tí til Havnar at íðka ítrótt, luttaka í musikk- og kvøldskúla og
øðrum mentanarligum tilboðum, og ofta passar hetta illa við ferðaætlanina.
• Eingin "serhandil” er í oynni, bert ein matvøruhandil, ið vit eru so sera
takksom fyri. Manglar ein skrúva ella ein stokkur at binda við, so má man ein
túr til Havnar, og ikki er tað lagaligt, at tað ofta er langt ímillum túrarnar.
Hetta er ikki nakað nýtt ynski, men hvørja ferð, hetta er borið fram, so vísir SSL til, at
verður verandi ferðaætlan útbygd, so fer tað at ganga útyvir hvílutíðarreglurnar hjá
manningini. So má meira manning umborð, og hetta er kostnaðarmikið, og har
stoppar alt.
Tí átti man kanska at hugsað nýtt og hugt eftir ferðaætlanini á kalsoyarleiðini, har
man hevur 3 túrar um morgunin og fyrrapart. So liggur ferjan still frá áðrenn middag
og til umleið nón, so manningin fær hvíld. Byrjar so at sigla aftur. Við einum
nýggjum túri áðrenn klokkan 16:20 og einum ímillum klokkan 18:00 og 22:00, so
kunnu nólsoyingar koma til oynna tá tað passar teimum eftir dagsins gerning. Tí seti
eg omanfyri nevndu spurningar.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 2. februar 2026
Karlot Hergeirsson

-- 2 of 2 --