52-082/2025
Óavgreiddar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og uppihaldsloyvi til makar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. feb. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
082.25 Svar frá S. Stenberg til J. Dahl -Óavgreiddar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og uppihaldsloyvi til makar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
UTTANRÍKIS- OG MENTAMÁLARÁÐIÐ Tinganes • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 35 87 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Tórshavn, tann 11. februar 2026 J. nr.: 26/03277 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-082/2025 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um óavgreiddar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og uppihaldsloyvi til makar Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógvar umsóknir um at endurnýggja arbeiðsloyvi hevur Útlendingastovan til viðgerðar - skilt sundur á mál eftir Fast-Track skipanini og onnur mál um arbeiðsloyvi? 2. Hvussu nógvar av omanfyri nevndu umsóknum eru óviðgjørdar ávikavist ikki endaliga avgreiddar? 3. Hvussu nógvar umsóknir um uppihaldslovi til makar ella samlivar hjá útlendingum við arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum hevur Útlendingastovan, sum í løtuni eru óviðgjørdar ávikavist ikki endaliga avgreiddar? 4. Metir landsstýriskvinnan Útlendingastovuna hava nóg nógva starvsfólkaorku og fíggjarliga orku at røkja sínar uppgávur á ein fyrisitingarliga haldgóðan hátt í mun til málsviðgerðartíðina av málum? 5. Um ikki, hvussu nógv eyka starvsfólk og eyka fíggjarliga orku metir landsstýriskvinnan Útlendingastovuna hava tørv á fyri at røkja uppgávurnar nøktandi? 6. Hevur landsstýriskvinnan nakrar ítøkiligar ætlanir um átøk at bøta um støðuna hjá Útlendingastovuni við atliti at arbeiðsbyrðu, fyrisitingarligari góðsku og avgreiðslutíðum? Svar til spurning 1 Útlendingastovan upplýsir, at síðan málsviðgerðin í ávísum útlendingamálum varð flutt til Útlendingastovuna at umsita, hin 1. september 2024, hevur Útlendingastovan, pr. 9. februar 2026, skrásett 6.151 mál í nýggju málsviðgerðarskipanini. Av hesum eru 1.874 mál framvegis ikki avgreidd. Útlendingastovan hevur sostatt avgreitt á leið 4.277 mál og í 3.600 av hesum málum átti málsviðgerðartíðin at verið 30 dagar. -- 1 of 3 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 2/3 Stórt trýst hevur verið á at málsviðgera t.d. arbeiðsmál skjótt, og hevur hetta ávirkað raðfestingina hjá Útlendingastovuni. Harumframt hevur Útlendingastovan uppraðfest at viðgera mál, har útlendingurin bíðar eftir at sleppa til landið ella at byrja at arbeiða. Hetta hevur havt við sær, at umsøkjarar, sum rættstundis hava søkt um at leingja sítt loyvi ella sína góðkenning, og sum tí kunnu halda áfram við somu rættindum í málsviðgerðartíðini, hava bíðað munandi longri eftir svari í sínum máli. Yvirlit yvir umsóknir um framleingjan av arbeiðsloyvi – mál í viðgerð, pr. 4. februar 2026: Fast Track ES-lógin Vanligt lønararbeiði, eftir útlendingalógini Tilsamans Framleingjan, mál í viðgerð 429 50 70 549 Útlendingastovan upplýsir, at ávís fyrivarni skulu takast fyri tølunum. Útlendingastovan hevur 38 umsóknir um varandi uppihaldsloyvi til arbeiðstakara í viðgerð. Um ein slík umsókn ikki verður gingin á møti, verður vanliga hugt eftir, um uppihaldsloyvi skal framleingjast, um tað er neyðugt. Svar til spurning 2 Útlendingastovan upplýsir, at tað ikki ber til at geva nágreinilig tøl til spurningin um, hvussu nógvar umsóknir um at endurnýggja arbeiðsloyvi eru ávikavist óviðgjørdar ella ikki avgreiddar. Orsøkin til hetta er, at øll mál verða sett í viðgerð so skjótt, sum tað er møguligt, tað vil siga, at Útlendingastovan innleiðandi biður um fyrsta bindandi tilmæli frá donskum myndugleikum. Útlendingastovan upplýsir, at higartil eru 760 umsóknir um framleingjan av arbeiðsloyvum avgreiddar. Svar til spurning 3 Yvirlit yvir samfylgjandi familju, makar ella samlivar – mál í viðgerð: Hjúnafelagið o.líkn. Upprunamál Samfylgjandi familja 34 Framleingjan Samfylgjandi familja 89 Varandi Samfylgjandi familja 5 Tilsamans 128 Útlendingastovan upplýsir, at 241 umsóknir viðvíkjandi børnum sum samfylgjandi familja eru í viðgerð, tað eru 55 upprunaloyvi (fyrstu ferð), 176 framleingjanir og 10 varandi uppihaldsloyvi. -- 2 of 3 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 3/3 Tað ber ikki til hjá Útlendingastovuni at geva nágreinilig tøl til spurningin um, hvussu nógvar umsóknir eru ávikavist óviðgjørdar ella ikki avgreiddar. Útlendingastovan upplýsir tó, at hon hevur hava avgreitt 37 umsóknir frá samfylgjandi familju, hjúnafelagar og makar, meðan 57 umsóknir viðvíkjandi børnum eru avgreiddar. Svar til spurning 4, 5 og 6 Útlendingamál er danskt málsøki, men sjálv málsviðgerðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum varð, sum omanfyri nevnt, flutt til Útlendingastovuna at umsita fyri knøppum hálvum øðrum ári síðani. Atfinningar hava síðani verið um, at málsviðgerðartíðirnar hjá Útlendingastovuni hava verið ov drúgvar í ávísum málum. Orsøkin til drúgvu viðgerðartíðinar er samansett. Talan er um eitt økið, sum er undir uppbygging, bæði fakliga og skipanarliga, og hetta hevur gjørt arbeiðsgongdina tíðarkrevjandi. Útlendingastovan arbeiðir alsamt við at menna mannagongdir, málsviðgerðarskipanir og fakligar førleikar, samstundis sum sjálv málsviðgerðin fer fram. Umframt hetta verður framhaldandi arbeitt við, at fáa skipanina við uppihaldskortum at virka. Hendan skipan datt av misgáum niður fyri, tá málsviðgerðin varð flutt til Føroyar. Tá hendan skipan fer at virka, sleppur Útlendingastovan undan at útskriva afturferðarloyvi, hvørja ferð ein útlendingur við uppihaldsloyvi í Føroyum fer av landinum. Hetta fer at lætta um arbeiðsbyrðuna á Útlendingastovuni. Hóast roynt hevur verið at effektivisera arbeiðið á Útlendingastovuni, so hevur tað víst seg, at Útlendingastovan hevur tørv á størri arbeiðsorku í mun arbeiðsbyrðuna. Útlendingastovan fekk tí eyka fígging til 2 ársverk á heysti 2025, og er henda fígging framskrivað til 2026. Í framhaldi av hesum hevur Útlendingastovan nýliga sett eitt skrivstovufólk og ein løgfrøðing í starv afturat. Umframt hetta er ætlanin í næstum at innføra ómaksgjøld fyri málsviðgerð hjá Útlendingastovuni. Hetta fer væntandi at gera tað møguligt at seta eini tvey starvsfólk afturat. Eisini er ætlanin at menna málsviðgerðarskipanina víðari við tí endamáli at rationalisera og automatisera arbeiðsgongdirnar. Við hesi betring av arbeiðsorkuni, saman við menning av málsviðgerðarskipanini við tí endamáli at rationalisera og automatisera arbeiðsgongdirnar, vænti eg, at Útlendingastovan fer at hava nøktandi starvsfólkaorku til at røkja sínar uppgávur á ein fyrisitingarliga fullgóðan hátt, soleiðis at avgreiðslutíðirnar styttast. Uttanríkis- og mentamálaráðið, 11. februar 2026 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
083.25 Spm. til S. Stenberg frá J. Dahl -Óavgreiddar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og uppihaldsloyvi til makar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 2. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum Evni: Óavgreiddar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og uppihaldsloyvi til makar Spurningar: 1. Hvussu nógvar umsóknir um at endurnýggja arbeiðsloyvi hevur Útlendingastovan til viðgerðar - skilt sundur á mál eftir Fast-Track skipanini og onnur mál um arbeiðsloyvi? 2. Hvussu nógvar av omanfyri nevndu umsóknum eru óviðgjørdar ávikavist ikki endaliga avgreiddar? 3. Hvussu nógvar umsóknir um uppihaldslovi til makar ella samlivar hjá útlendingum við arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum hevur Útlendingastovan, sum í løtuni eru óviðgjørdar ávikavist ikki endaliga avgreiddar? 4. Metir landsstýriskvinnan Útlendingastovuna hava nóg nógva starvsfólkaorku og fíggjarliga orku at røkja sínar uppgávur á ein fyrisitingarliga haldgóðan hátt í mun til málsviðgerðartíðina av málum? 5. Um ikki, hvussu nógv eyka starvsfólk og eyka fíggjarliga orku metir landsstýriskvinnan Útlendingastovuna hava tørv á fyri at røkja uppgávurnar nøktandi? 6. Hevur landsstýriskvinnan nakrar ítøkiligar ætlanir um átøk at bøta um støðuna hjá Útlendingastovuni við atliti at arbeiðsbyrðu, fyrisitingarligari góðsku og avgreiðslutíðum? Viðmerkingar: Tá Føroyar hava valt at yvirtaka og umsita partar av útlendingaøkinum er avgerandi at seta neyðuga fíggjarliga og starvsfólkaliga orku av til at røkja uppgávuna til lítar. Uttan hetta er vandi fyri, at lógarásettar uppgávur ikki verða røktar til fulnar, og at borgarar og arbeiðsgevarar verða raktir av óneyðugum seinkingum og ótryggleika. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 2. februar 2026 Johan Dahl -- 1 of 1 --