52-081/2025
Endometriosa
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. feb. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
081.25 Svar frá M. Stórá til H. Jensen - Endometriosa.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 13. februar 2026 HMR j. nr. 26/03118-6 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-081/2025 eftir § 52a í tingskipanini um endometriosu, frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1) Ætlar landsstýriskvinnan at seta í gongd gransking og at innsavna vitan um kvinnusjúkur í Føroyum, í minsta lagi um endometriosu, ella ein sokallaðan depil fyri kvinnusjúkur? 2) Hevði tað verið ein gongd leið at sett eina ph.d.-verkætlan at granska í endometriosu ímillum kvinnur í Føroyum? Um ja, hvat er ein realistisk kostnaðarmeting av eini tílíkari gransking? 3) Í hvønn mun er primeri geirin í dag samskipaður og virkin til aktivt at veita gentum og ungum kvinnum kunning, ráðgeving og skjóta hjálp í mun til endometriosu? Kundi hetta verið ment? Svar: Til spurning 1 Landsstýriskvinnan metir, tað verða sera umráðandi, at vit fáa gjørt meira við gransking í kvinnuheilsu her á landi, og hevur áður havt hetta frammi í ymiskum høpi. Heilsugranskingin er í dag savnað í eini Heilsugranskingareind, sum varð sett á stovn í Sjúkrahúsverkinum í 2023. Heilsugransking er uppraðfest við serligari játtan til hesa eindina. Í 2024 varð samstarvsavtala millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya gjørd, við endamálinum at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Landsstýriskvinnan setti eisini arbeiðið í verk at menna Sjúkrahúsverkið til eitt universitetssjúkrahús, og við at samtykkja eina broyting í sjúkrahúslógini í 2025, hevur Løgtingið tikið undir við, at eitt universitetssjúkrahús skal mennast í Føroyum. -- 1 of 2 -- Landsstýriskvinnan fer ikki at seta ávísar granskingarverkætlanir í gongd, men vil stuðla granskingareindini í Sjúkrahúsverkinum. Í framtíðini eigur nakað av játtanini at verða markað til gransking i kvinnuheilsu, men tað eigur at verða eldhugurin og áhugin hjá granskarunum, sum er stýrandi fyri hvørjum serøkjum granskað verður í. Gransking í kvinnuheilsu liggur náttúrliga hjá Heilsugranskingareindini. Tá ið ein tílík eind er sett á stovn, metir landsstýriskvinnan, at tað er altumráðandi, at vit styrkja og menna hesa eind og ikki gera aðrar granskingardeplar við síðuna av. Tað er tí ikki ætlanin at gera serligan depil fyri gransking í kvinnuheilsu. Tað kundi verið ein nærliggjandi møguleiki, at tað varð gjørd ein serlig samstarvsavtala millum Heilsugranskingareindina og “Center for kvinders sundhed”, sum tað júst er gjørt av at seta á stovn í Danmark. Hesum vil landsstýriskvinnan virka fyri, so vit kunnu styrkja gransking í kvinnuheilsu. Til spurning 2 Ein av uppgávunum hjá Heilsugranskingareindini er at fáa í lag PhD verkætlanir, og áhugi er millum granskarar at granska í kvinnuheilsu og kvinnusjúkum. Eitt av hesum evnum kundi avgjørt verið endumetriosa, og vit kunnu eggja til, at tað verður gjørt. Ein realistisk kostnaðarmeting av eini tílíkari PhD verkætlan, sum tekur 3 ár, hevði sambært Sjúkrahúsverkinum verið umleið 2,1 mió. kr. tilsamans, umframt ávísar útreiðslur til at útinna verkætlanina. Hesar útreiðslur kunnu verða sera ymiskar, alt eftir hvør verkætlanin er. Til spurning 3 Kommunulæknarnir viðgera kvinnur, har illgruni er um endometriosu. Um illgrunin snýr seg um milda endometriosu, so kann kommunulæknin taka sær av viðgerðini. Viðgerðin er kunning um tilstandin, ráðgeving í mun til framtíðar graviditet, pínustillandi og í flestu førum hormon viðgerð. Er talan um eina pínustøðu, har tað vísir seg, at viðgerðin ikki hevur nøktandi ávirkan, vísir kommunulæknin til viðgerð hjá gynækologi í Sjúkrahúsverkinum. Tað verður áhaldandi arbeitt við at samskipa og betra tænastuna í primera geiranum, m.a. í nærumhvørvinum. Tað fyriliggja í løtuni ongar ætlanir um at seta eitt serligt arbeiði í verk, sum skal samskipa geiran ítøkiliga til at veita hjálp í mun til endometriosu. Almanna- og heilsumálaráðið, 13. februar 2026 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
081.25 Spm. til M. Stórá frá H. Jensen - Endometriosa.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 2. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum Evni: Endometriosa Spurningar: 1) Ætlar landsstýriskvinnan at seta í gongd gransking og at innsavna vitan um kvinnusjúkur í Føroyum, í minsta lagi um endometriosu, ella ein sokallaðan depil fyri kvinnusjúkur? 2) Hevði tað verið ein gongd leið at sett eina ph.d.-verkætlan at granska í endometriosu ímillum kvinnur í Føroyum? Um ja, hvat er ein realistisk kostnaðarmeting av eini tílíkari gransking? 3) Í hvønn mun er primeri geirin í dag samskipaður og virkin til aktivt at veita gentum og ungum kvinnum kunning, ráðgeving og skjóta hjálp í mun til endometriosu? Kundi hetta verið ment? Viðmerkingar: Í november í fjør setti eg tásitandi landsstýriskvinnu við heilsumálum nakrar spurningar viðvíkjandi endometriosu í Føroyum, 52-047/2025. Svarið staðfesti nøkur viðurskifti, serliga um viðgerðir í sekundergeiranum. Tó meti eg, at meira eigur at verða gjørt fyri tær kvinnur í Føroyum, sum líða av endometriosu. Tíðin er gingin, og so hvørt sum eg frætti nærri um nakrar raðfestingar í donskum politikki, so varð mær greitt, hvat tað var, sum eg saknaði: Har hava politikarar stríðst fyri at seta á stovn ein depil fyri kvinnuheilsu. Havi sæð fleiri uppsløg í tíðindamiðlum og á sosialum miðlum, um hetta “Center for Kvinders Sundhed”, sum skal skapa meira vitan um kvinnuheilsu og harvið betri fyribyrging og viðgerð av kvinnusjúkum eins og sjúkum, sum raka kvinnur og menn ymiskt. Tíðindi hava síðani verið frammi um, at politisk avtala er gjørd um at brúka 160 mió kr. í 4 ár til endamálið. Í fráboðanini frá Indenrigs- og sundhedsministeriet verður ein sjúka nevnd sum dømi um, hvar tørvur er á at gera meira fyri at útvega vitan og hjálpa teimum kvinnum, sum eru raktar, og tað er júst endometriosa. Og sagt verður, at tey vilja útbúgva granskarar innan hesa sjúku við at seta ph.d lesandi. Tað sýnir, haldi eg, at her er veruliga ein tørvur á ætlanum, áhuga, eldhuga og raðfestingum. Hetta styrkti meg í sannføringini, eg longu havi, um, at her eisini má gerast munandi meira í Føroyum, tá um endometriosu ræður, og eg meti, tað er tørvur á at taka eitt tak fyri allar tær, sum líða av hesi kvinnusjúkuni. Eitt hugskot hevði verið at markað lutfalsliga somu upphædd til at kannað og granskað innan endometriosu sum Danmark. Talan hevði verið um umleið hálvaaðru til tvær mió kr. yvir nøkur ár. Kundi mann bjóðað eina ph.d. verkætlan í kvinnusjúkuni endometriosu? Kundi mann gjørt eina ambitiøsa heildarætlan, sum fevndi væl og virðiliga um primera geiran, eitt nú Gigni, kommunulækanskipanina, -- 1 of 2 -- fyrioterapi, vegleiðing o.a. umframt tær viðgerðir í sekundera geiranum, sum vórðu nevndar í svarinum til mín 20. november 2025 í omanfyri nevnda spurningi? Kundi mann gjørt alt hetta betri og ment praksis og vitan um endometirosu í Føroyum? Tí verða hesir uppfylgjandi spurningar settir. Á Løgtingi, 2. februar 2026 Hanna Jensen -- 2 of 2 --