← Løgtingsmál

52-080/2025

Síðuskrúvurnar á Smyrli

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
080.25 Svar frá R. Vang til H. Abrahamsen - Síðuskrúvurnar á Smyrli.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 13. februar 2026
J. nr.: 26/03162
Viðgjørt: TA
Svar uppá fyrispurning nr. 52-080/2025 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur Ruth
Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um síðuskrúvurnar á Smyrli.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Virka nýggju síðuskrúvurnar á Smyrli sum tær eiga?
2. Um ikki, nær kann so roknast við, at tær fara at virka?
3. Hvussu nógv hevur tað kostað at seta nýggju síðuskrúvurnar í Smyril?
4. Vóru síðuskrúvurnar liðugt testaðar, áðrenn Smyril fór aftur í sigling eftir at hava verið í
dokk í heyst?
Svar til spurning nr. 1 og 2:
Sambært Strandfaraskipum Landsins virka nýggju síðuskrúvurnar, ið eru settar í afturskipið, eftir
ætlan.
Nýggju síðuskrúvurnar og tilhoyandi hjálpimotorar hava styrkt konstruktiónina á afturskipinum.
Ristingarnar í skipinum eru nú munandi minni, tá ið skipið leggur at og fer frá bryggju.
Nýggja streymveitingarskipanin, ið drívur nýggju síðuskrúvurnar, gevur tó frekvensórógv á
eldávaringarskipanina. Hetta merkir, at feilboð koma inn á partar av eldávaringarskipanina. Tað
hevur tó ongan trygdarvanda við sær. Tað er ikki óvanligt, at nýggjar installatiónir umborð á
skipum kunnu ávirka eldri skipanir umborð.
Saman við serfrøðingum verður í løtuni arbeitt við at staðfest endaligu orsøkina til, at
frekvensórógv er millum nevndu skipanir. Tað er neyðugt at eftirkanna allar partar í hesum
skipanum, og hetta arbeiðið kann taka drúgva tíð. Í løtuni ber ikki til at siga neyvt, nær brekið er
rættað.
Tað er einki samband millum avlýsingarnar hjá Smyrli seinastu tíðina og tekniskar trupulleikar
umborð á Smyrli. Avlýsingar koma orsakað av keðiligu eystanættini seinastu vikurnar, við
nógvum ella skiftandi vindi, og hørðum streymi á leiðini millum Suðuroynna og Tórshavn. Tá ið
sama ætt hevur ligið so leingi við nógvum vindi, gerst alduhæddin hægri enn vanligt, og
eysturættirnar eru serliga ringar fyri Suðuroyarleiðina. Harumframt er ferðaætlanin á leiðini
ávísar gerandisdagar so trong, at um Smyril siglir vestanfyri Sandoynna til og úr Suðuroynni,
kann í ávísum føri vera neyðugt at taka ein túr burturúr ferðaætlanini, serliga á hávetri og við
áhaldandi eystanætt.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning nr. 3:
Keypsprísurin fyri tvær nýggjar síðuskrúvur var 8,15 mio. krónur. Kostnaðurin fyri ísetan av
síðuskrúvum var 14,6 mió. krónur. Tilsamans kostaðu síðuskrúvurnar aftan, íroknað styrkjan av
afturskipinum í hesum sambandi, 22,75 mió. krónur.
Svar til spurning nr. 4:
Endaliga funktiónstestin av nýggju skrúvunum bleiv partvís gjørd á Fayard skipasmiðjuni í
Danmark og partvís í Føroyum. Orsøkin var, at partar av royndarkoyringini skuldu gerast á
opnum havi, har skipið hevur møguleika at gera ymiskar royndarmanøvrur, ið ikki kunnu gerast
við skipasmiðjuna.
Tinganes, 13. februar 2026
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
080.25 Spm. til R. Vang frá H. Abrahamsen - Síðuskrúvurnar á Smyrli.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Síðuskrúvurnar á Smyrli
Spurningar:
1. Virka nýggju síðuskrúvurnar á Smyrli sum tær eiga?
2. Um ikki, nær kann so roknast við, at tær fara at virka?
3. Hvussu nógv hevur tað kostað at seta nýggju síðuskrúvurnar í Smyril?
4. Vóru síðuskrúvurnar liðugt testaðar, áðrenn Smyril fór aftur í sigling eftir at hava verið í
dokk í heyst?
Viðmerkingar:
Stutt eftir at Smyril var komin aftur í sigling, eftir at hava verið í dokk í heyst, hevði Dimmalætting
samrøðu við skiparan. Hann segði millum annað, at tað gjørdi góðan mun, at Smyril hevði fingið
nýggjar síðuskrúvur, tí áðrenn skipið hevði fingið síðuskrúvur aftan, vóru so nógvar ristingar í
afturskipinum, tá leggjast skuldi at, at síðuskrúvurnar vóru neyðugar, um skipið skuldi halda í nøkur
ár afturat.
Skiparin segði eisini, at onkuntíð, tá ið Smyril hevði avlýst túrar, hevði tað ikki verið tí at tað hevði
verið so ringt at siglt, men tí at tað hevði verið ov nógvur vindur í havnarløgunum til, at tað bar til at
manerera trygt.
Men nakrar vikur seinni skrivaðu fjølmiðlar, at trupulleikar vóru við síðuskrúvunum á Smyrli, tí
hesar settu brandalarmin í gongd, tá hann ikki átti at fara í gongd. Fólk frá framleiðaranum skuldu
koma til Føroya at kanna trupulleikan.
Nú ljóðar, at brekið er framvegis ikki rættað, og fólk eru farin at seta spurnartekin við, um hetta
kann vera ein orsøk til nógvu avlýsingarnar sum hava verið ta seinastu tíðina.
Á Løgtingi, 2. februar 2026
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --