52-079/2025
Verður skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi brúktur til skanning av bróstkrabba
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. feb. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
079.25 Svar frá M. Stórá til E. M. Gunnleygsdóttur - Verður skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi brúktur til skanning av bróstkrabba.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 11. februar 2026 HMR j. nr. 26/02998-4 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-079/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður brúktur til skanning av bróstkrabba, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Er avtalan við Aalborg Sjúkrahús um viðgerð av kvinnum við bróstkrabba uppsøgd? 2. Um avtalan er uppsøgd, hvat merkir hetta fyri bíðitíðina hjá kvinnum at sleppa til kanningar og viðgerð? 3. Merkir ein uppsøgn av avtaluni longri bíðilista? 4. Verður skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi brúktur til skanning av bróstkrabba? 5. Um ja, hvussu nógvar skanningar eru gjørdar ? 6. Um nei, hvør er so orsøkin til tað, tá tað er staðfest, at hann hevur neyðugu tøknina til tað? 7. Gevur 3T MR-skannarin eina neyvari mynd enn mammografikanningarnar, sum í løtuni verða gjørdar? 8. Eru ætlanir um at keypa ein nýggjan MR-skannara til Landssjúkrahúsið? Svar: Til spurning 1 Aalborg Sjúkrahús segði samstarvsavtaluna um bróstkrabbaviðgerð upp tann 1. september 2025. Sjúkrahúsverkið hevur gjørt eina nýggja samstarvsavtalu um bróstkrabbaviðgerð við Herlev Gentofte Hospital, sum tók við, tá avtalan við Aalborg Sjúkrahús fór úr gildi. -- 1 of 3 -- Til spurning 2 Bíðitíðin til kanningar er óbroytt og í summum førum styttri. Bíðitíðin til viðgerð er í summum førum longd við nøkrum døgum. Til spurning 3 Bíðilistin er ikki vorðin longur, síðan avtalan varð uppsøgd. Til spurning 4 og 5 Í løtuni verða MR-skanningar av brósti ikki gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Til spurning 6 Tá nýggi MR-skannarin kom á Klaksvíkar Sjúkrahús, varð ein ætlan løgd fyri íverksetan av skannaranum, bæði viðvíkjandi upplæring av starvsfólkum og verkseting av kanningum. At byrjað við, vórðu MR-skanningar av bróstum ikki ein av teimum kanningum, sum vórðu íverksettar, men í januar 2026 er Sjúkrahúsverkið farið undir at gera tað útgreiningararbeiðið og tær fyrireikingar, sum skulu til, fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk. Tað er MR-toymið í Sjúkrahúsverkinum, við starvsfólkum frá bæði Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum, sum ger útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar. Tá hetta er klárt, skulu skanningar av bróstum gerast í 3 Tesla skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Væntandi verður hetta klárt at seta í verk aftaná summarferiuna í ár. Til spurning 7 MR-skanningar av brósti kunnu ikki koma í staðin fyri mammografikanningar, men verða nýttar sum ískoyti til mammografi. Kanningin verður serliga nýtt: - Til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba vegna ílegubrek (t.d. BRCA). - Til kvinnur, sum fáa kemoviðgerð fyri bróstkrabba, áðrenn skurðviðgerð (neoadjuverandi kemoterapi). - Evropeiskar leiðreglur (t.d. ECIBC) viðmæla, at MR verður lagt afturat sum “tilpassað” screening hjá kvinnum, sum ikki eru sjúkar, men hava tættan bróstvevnað (høj brystvævstæthed). Hetta verður ikki viðmælt sum standardscreening hjá øllum kvinnum. Til spurning 8 Tað eru ongar ætlanir um at keypa ein nýggjan MR-skannara til Landssjúkrahúsið í bræði. Í løtuni verður gamli 1,5 Tesla MR-skannarin á Landssjúkrahúsinum, sum er 13 ár, dagførdur. Hetta merkir, at øll teknisk- og telduútgerð verður skift út, men at sjálv 1,5 Tesla magnetin verður varðveitt. Hetta leingir um livitíðina hjá skannaranum við nógvum árum. -- 2 of 3 -- Almanna- og heilsumálaráðið, 11. februar 2026 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
079.25 Spm til M. Stórá frá E. M. Gunnleygsdóttur - Verður skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi brúktur til skanning av bróstkrabba.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 30. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Verður skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi brúktur til skanning av bróstkrabba? Spurningar: 1. Er avtalan við Aalborg Sjúkrahús um viðgerð av kvinnum við bróstkrabba uppsøgd? 2. Um avtalan er uppsøgd, hvat merkir hetta fyri bíðitíðina hjá kvinnum at sleppa til kanningar og viðgerð? 3. Merkir ein uppsøgn av avtaluni longri bíðilista? 4. Verður skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi brúktur til skanning av bróstkrabba? 5. Um ja, hvussu nógvar skanningar eru gjørdar ? 6. Um nei, hvør er so orsøkin til tað, tá tað er staðfest, at hann hevur neyðugu tøknina til tað? 7. Gevur 3T MR-skannarin eina neyvari mynd enn mammografikanningarnar, sum í løtuni verða gjørdar? 8. Eru ætlanir um at keypa ein nýggjan MR-skannara til Landssjúkrahúsið? Viðmerkingar: Í apríl 2024 kom ein 3 Tesla Siemens MR-skannari á Klaksvíkar sjúkrahús. Hetta var mest framkomni MR-skannarin. Skannarin bleiv alment tikin í nýtslu í mei mánað sama ár. Higartil hava vit mest hoyrt um, at skannarin skal brúkast til skanningar fyri prostatakrabba. Tað kundi verið áhugavert at vitað, hvat annað skannarin kann brúkast til. Í svari til fyrispurning nr. 52-115/2024 um krabbameinsætlan fyri Føroyar sigur Súsanna Bertholdsen, táverandi landsstýriskvinna í heilsumálum: «Í fjør tók Landssjúkrahúsið ein nýggjan CT-skannara í nýtslu. Ein nýggjur 3T MR-skannari varð somuleiðis tikin í nýtslu á Klaksvíkar sjúkrahúsi í fjør. Hesin skannarin hevur, í samsvar við tilmælið í krabbameinsætlanini, ta neyðugu tøknina, sum verður nýtt til útgreinan av m.a. arvaligum bróstkrabba og til at diagnostisera prostatakrabba. Verandi MR-skannari á Landssjúkrahúsinum hevur ikki hesar møguleikar.» Tá tað nú er staðfest, at skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi hevur neyðugu tøknina til skanning av bróstkrabba, so er viðkomandi at vita, um hann nú eisini verður brúktur til tað. Tað verður ofta sagt, at vit ikki skulu hava dupultfunktiónir, og í serdeilisheit verður hetta ofta havt á lofti í sambandi við virksemi í sjúkrahúsverkinum og alt gott um tað Tí er viðkomandi at fáa at vita, um allar kanningar og viðgerðir, sum kunnu gerast við 3T MR-skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, verða gjørdar har, og eisini um ætlanir eru um at fáa hesar kanningar/viðgerðir gjørdar aðrastaðni við. -- 1 of 2 -- Hendan samgongan sigur seg leggja stóran dent á at effektivisera, tálma og spara allastaðni og sigur seg leggja dent á ein haldføran búskap. Úrslitið síggja vit. Í hesum sambandi er tí viðkomandi at fáa at vita, um nakrar ætlanir eru um at fáa ein nýggjan 3T MR-skannara á Landssjúkrahúsinum og við tí upprætta eina dupultfunktión, sum fer at kosta Palleba og Marsannu. Hesi, sum tey samstundis siga seg vilja verja. Á Løgtingi, 30.01.2026 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur -- 2 of 2 --