52-078/2025
Holocaustdagurin 27. januar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. feb. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
078.25 Svar frá D. N. Joensen til J. av Rana - Holocaustdagurin 27. januar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 28. januar 2026 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-152 100 Tórshavn Viðgjørt: HW Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-078/2025, eftir § 52a í Tingskipanini, frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um Holocaustdagin. Spurningurin er soljóðandi: 1. Verður altjóða Holocaustdagurin hildin í føroyska undirvísingarverkinum hin 27. januar í ár? 2. Um tiltakið ikki verður hildið sum vanligt, hvør er so orsøkin til hetta? Svar Til 1: Ja, altjóða Holocaustdagurin verður hildin hin 27. januar í ár. Dagurin er ásettur sum almennur minningardagur við løgtingssamtykt frá 2019, og virkað verður fyri, at allir fólka- og miðnámsskúlar arbeiða við evninum Holocaust henda dagin. Í ár verður dagurin skipaður øðrvísi, har dentur er lagdur á, at skúlarnir sjálvir arbeiða við evninum. Nám hevur í hesum sambandi savnað og gjørt viðkomandi undirvísingartilfar um Holocaust og onnur fólkadráp. Tilfarið er lagt á undirvísingarportalin Snar og er tøkt hjá bæði fólka- og miðnámsskúlum. Til 2: Nám hevur árini frammanundan skipað fyri tiltøkum í sambandi við Holocaustdagin, men Nám røkkur ikki øllum næmingum á sama hátt sum skúlarnir, og tí verður henda royndin gjørd í ár, men framvegis við áherðslu á at veita kunnleika um Holocaust og fólkadráp. Umráðandi er, at skúlarnir skipa undirvísing um Holocaust, soleiðis at so nógvir næmingar, sum til ber, ogna sær innlit í evnið. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Tað hevur stóran týdning, at vit sum skúlaverk varpa ljós á Holocaust og fólkadráp, soleiðis at vit sum menniskju og samfelag læra av søguni, og økja um tilvitið og fatanina av teimum ræðuligu avleiðingum, sum kunnu standast av kríggi, ótolsemi og fordómum. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
078.25 Spm til D. N. Joensen frá J. av Rana - Holocaustdagurin 27. januar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jenis Kristian av Rana, løgtingsmaður Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Holocaustdagurin 27. januar Spurningar: 1. Verður altjóða Holocaustdagurin hildin í føroyska undirvísingarverkinum hin 27. januar í ár? 2. Um tiltakið ikki verður hildið sum vanligt, hvør er so orsøkin til hetta? Viðmerkingar: 1. novembur 2005 samtykti alheimsfelagsskapurin ST, at 27. januar skuldi verða altjóða minningardagur um Holocaust undir seinna heimsbardaga - og onnur fólkadráp. Eisini heitti ST á heimsins lond um at samtykkja hendan dagin sum almennan minningardag. Dagurin 27. januar varð valdur, tí henda dagin náddu fyrstu frælsu herdeildirnar til Auschwitz og fríaðu teir 9.000 fangarnar, sum enn vóru eftir á lívi. Síðani Løgtingið, hin 3. mai 2019, samtykti 27. januar at verða almennan føroyskan minningardag fyri Holocaust og onnur fólkadráp, hevur dagurin verið ein týðandi dagur í føroyska undirvísingarverkinum. Hendan dagin hava skúlar kring landið arbeitt við søguligum, siðbundnum og fólkaliga týdninginum av Holocaust og øðrum fólkadrápum, og er endamálið m.a. lýst at vera: • at styrkja førleikarnar hjá næmingum at skilja, hvussu fordómar, ótolsemi og radikalisering kunnu vaksa fram • at ávara móti hugburði og atburði, sum kann føra til fólkadráp • at menna undirvísing og undirvísingartilfar, sum kann forða fyri fólkadrápi • at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólkadrápi • at menna virðing fyri mannarættindum. Lítið og einki hevur verið at hoyrt um ársins tiltak, sum annars vanliga er vorðið væl lýst og kunngjørt frammanundan. Tó hoyrist nú millum manna, at onki tiltak er sett á skrá í ár, og at dagurin tí verður av ongum. Fyri at tryggja opinleika, greidleika og fakligan tryggleika í undirvísingarverkinum verða hesir fyrispurningar settir. Á Løgtingi, 26. januar 2026 Jenis Kristian av Rana -- 1 of 2 -- -- 2 of 2 --