← Løgtingsmál

52-077/2025

Skipan av almennum byggiverkætlanum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. feb. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
077.25 Svar frá A. V. Johannesen til B. Johannesen - Skipan av almennum byggiverkætlanum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. feb. 2026

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 52-077/2025 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen,
løgmann, frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, um skipan av almennum byggiverkætlanum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Verður gjørd ein nýggj skipan fyri almennar byggiverkætlanir?
2. Um ja, nær verður hetta sett í verk?
Svar til spurning 1 og 2:
Eg eri samdur við Løgtingsgranskoðarunum og spyrjaranum um, at verandi skipan fyri byggiverkætlanum
ikki hevur virkað nóg væl og haldi eisini, at tað er sera umráðandi, at ábyrgdarbýtið í sambandi við
byggiverkætlanir er greitt.
Í tráð við løgtingssamtyktina (LM 99/2022) setti eg í 2023 gongd á arbeiðið at endurskoða skipanina av
almennum byggiverkætlanum.
14 ymiskir partar bæði innan almennu skipanirnar og privatu vinnuna, sum onkurs vegna hava fingist við
stórar ella minni byggiverkætlanir, fingu høvi at koma við sínum sjónarmiðum og tilmælum.
Niðurstøðurnar frá hoyringarpørtunum vóru ikki eintýddar í mun til spurningin um at varðveita verandi skipan
við dagføringum ella at ábyrgdin fyri einstøku byggiverkætlanunum verður løgd til einstøku stjórnarráðini.
Hoyringarpartarnir vístu á týdningin av øðrum viðurskiftum, so sum byggifakliga vitan, fatanin av Landsverk
og hvør stýrir verkætlanunum.
Spurningurin um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast í Føroyum er størri enn eitt samgongu-
andstøðu mál, og møguligar loysnir eiga at vera haldførar soleiðis, at broytingar ikki verða framdar alt eftir,
hvør flokkur umsitur málsøkið.
Eg valdi tí at seta ein politiskan fylgibólk við umboðum úr øllum flokkum í Løgtinginum at fylgja arbeiðinum
við at endurskoða almennar byggiverkætlanir.
Semja er í politiska fylgibólkinum um, at tørvur er á at gera broytingar, tá tað snýr seg um almennar
byggiverkætlanir, men semja er ikki um, hvørjar broytingar skulu gerast.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Onkur er av teirri áskoðan, at byggiharraleikluturin eigur at vera desentraliseraður, soleiðis, at samlaða
ábyrgdin verður løgd til hvørt einstakt stjórnarráð, sum eigur byggiverkætlanina.
Onnur halda, at verandi skipan við Landsverk sum byggiharra skal halda fram, men at neyðugar tillagingar
skulu gerast, og at uppgávurnar hjá Landsverk í størri mun skulu avmarkast.
Enn vantar endaliga avgerðin um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast framyvir.
Eg kann tó upplýsa spyrjaran um, at tað framhaldandi verður arbeitt við nýggjari skipan fyri almennar
byggiverkætlanir.
Eg havi fingið upplýst frá landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum, at síðsta hond verður løgd á rundskriv um
byggiverkætlanir.
Í rundskrivinum verður greitt, hvørjar uppgávur og heimildir ymsu partarnir í byggiverkætlanum hava, og
hvussu ábyrgdarbýtið er millum partarnar í byggiverkætlanum.
Í rundskrivinum er eisini heimild fyri at skipa byggiverkætlanir á øðrvísi hátt og at gera undantøk ella frávik
frá rundskrivinum. Eitt nú fyri at avmarka váðan ella kostnaðin ella um ávísar byggiverkætlanir kunnu
leggjast til rættis á ein betri hátt, ið er meira hóskandi.
Sjálvur síggi eg fyrimunir í, at skipanin – og møguliga eisini rundskrivið – letur upp fyri, at einstøk aðalráð
kunnu hava ábyrgd av størri byggiverkætlanum. Neyðugt er tá at hava greiðar mannagongdir og haldgóða
verkætlanarstýring. Hetta kann m.a. fevna um uttanhýsis byggiharra ráðgeving, soleiðis at ymiskar loysnir
verða royndar og fleiri royndir og førleikar savnaðir yvir tíð.
Arbeiðið hevur víst, at tað hevur verið trupult at røkka semju um eina einstaka loysn, bæði millum
hoyringarpartar og í politiska fylgibólkinum. Áðrenn rundskrivið verður lýst, fari eg tí at kalla politiska
fylgibólkin saman aftur, og taka spurningin upp av nýggjum, soleiðis at politisku sjónarmiðini verða endaliga
umrødd, áðrenn víðari stig verða tikin.
Í Tinganesi, 6. februar 2026
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 2 of 2 --
077.25 Spm til A. V. Johannesen frá B. Johannesen - Skipan av almennum byggiverkætlanum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Skipan av almennum byggiverkætlanum
Spurningar:
1. Verður gjørd ein nýggj skipan fyri almennar byggiverkætlanir?
2. Um ja, nær verður hetta sett í verk?
Viðmerkingar:
Í juni 2023 samtykti Løgtingið eitt uppskot til samtyktar frá
Løgtingsgrannskoðarunum (lm. 99/2022), ið var soljóðandi:
“Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið,
sum viðger, hvørjar reglur kunnu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá
ið almennar byggiverkætlanir verða framdar, og hvussu hesar reglur kunnu verða
ásettar.”
Uppskotið kom eftir, at Landsgrannskoðanin eftir áheitan frá
Løgtingsgrannskoðarunum hevði latið úr hondum frágreiðing um gongdina við
byggingini av H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Frágreiðingin staðfesti, at:
- verandi skipan í sambandi við byggiverkætlanir ikki virkar,
- leiðsla og ábyrgd í sambandi við byggiverkætlanir eru ikki nóg greiðar,
- upplýsingar eru lagdar fyri Løgtingið, sum ikki eru eftirfarandi,
- upprunaligar og endurskoðaðar játtanir og kostnaðarmetingar fyri H-bygningin
hava ikki hildið,
- verkætlanin er seinkað fleiri ár og hevur ikki hildið upprunaligu og ei heldur
endurskoðaðar tíðarætlanir, og
- landsstýrisfólk hava ikki hildið sínar eftirlitsskyldur.
Niðurstøðan er greið og staðfestir, at verandi skipan ikki riggar, og tí eigur skipanin at
verða broytt.
Síðan uppskotið bleiv samtykt, hava nakrir fundir verið í politisku skipanini um at
endurskoða verandi leist, men nú skjótt trý ár eru liðin, fyriliggur enn onki úrslit.
Tað eru ætlanir um nógvar byggiverkætlanir komandi árini, harav fleiri liggja í einari
príslegu á hundraðtals milliónir. Tí hevur tað stóran týdning, at man broytir ta skipan,
ið Løgtingsgrannskoðararnir hava staðfest ikki at virka, áðrenn man fer í holt við
hesar verkætlanir.

-- 1 of 2 --

Fyri at fáa greiðu á, um verandi skipan í sambandi við almennu byggiverkætlanirnar
verður broytt, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 26. januar 2026
Beinir Johannesen

-- 2 of 2 --