52-076/2025
Miðlingin hjá KVF av lógaruppskotinum um Suðuroyartunnilin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. feb. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
076.25 Svar frá S. Stenberg til S. Bertholdsen - Miðlingin hjá KVF av lógaruppskotinum um Suðuroyartunnilin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F O R E I G N A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið 4. februar 2026 Tinghúsvegur 1-3, J.nr: 26/02139-3 Postboks 208, 110 Tórshavn Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-076/2025 frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, settur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og mentamálum, um miðlingina hjá KVF av lógaruppskotinum um Suðuroyartunnilin. Spurningarnir eru soljóðandi: 1. Hvussu nógv innsløg hevur KVF gjørt um uppskotið til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum? 2. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við umboð fyri P/F Suðuroyartunnilin í hesum innsløgum? 3. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við umboð fyri fyritøkuna Norconsult í hesum innsløgum? 4. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við aðrar serfrøðingar, sum P/F Suðuroyartunnilin ráðførir seg við? 5. Er landsstýriskvinnan nøgd við miðlingina hjá KVF av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum? Svar Til spurningar 1-4 Sambært upplýsingunum, ið eg havi fingið frá Kringvarpi Føroya, so verður sagt, at: “Kringvarp Føroya hevur ikki skrásettar uppteljingar av, hvussu ofta ávís evni hava verið viðgjørd og ávísar keldur hava upptraðkað í innsløgum í sjónvarpi, útvarpi og á heimasíðu Kringvarpsins. Yvirskipað kann sigast, at Kringvarpið ger tíðindi og velur keldur til tíðindasøgur út frá vanligum tíðindakriterium, ið m.a. snúgva seg um, hvussu aktuell og týðandi ávís evni eru, og hvussu viðkomandi keldurnar eru fyri ávísu søguna, so hon verður lýst á nøktandi hátt. Síðani Suðuroyartunnilin kom á breddan, hevur Kringvarpið gjørt fleiri útvarps- og sjónvarpssendingar, kjaksendingar, gjørt innsløg í útvarpi og sjónvarpi og skrivað greinar á heimasíðuni um ætlanirnar at gera tunnil millum Suðuroynna og Sandoynna/Skúvoy. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 Tað er trupult at seta tal á, hvussu rúgvismikið hetta tilfar er í tali og í tíð, og hvørjar keldur hava verið nýttar í sambandi við hesa framleiðslu, og hvussu ofta ávísar keldur upptraðka í teimum mongu innsløgunum, sum hava verið. Samanumtikið er tó galdandi fyri hetta málið eins væl og onnur mál, sum Kringvarpið viðger í tíðindahøpi, at tíðindafólkini gera sær ómak at lýsa málið á fullgóðan hátt og í samsvari við góðan fjølmiðlasið og við teimum vinklum, keldum og meiningum, sum lýsa málið og ítøkiligu støðuna frægast. Málið er altíð, at redaktionellu valini taka tey fyrilit, sum tann einstaka tíðindasøgan hevur uppiborið. Kringvarpið fylgir leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið, og Kringvarpslógin hevur ásetingar um, hvussu til ber at kæra um brot á góðan fjølmiðlasið.” Til spurning 5. Kringvarpið nevnir omanfyri, at tað ger sær ómak at lýsa mál á fullgóðan hátt og í samsvari við góðan fjølmiðlasið. Leggjast kann aftrat, at public service-sáttmálin ásetir, at tíðindaflutningurin í Kringvarpinum skal vera óheftur av politisku skipanini og seráhugamálum. Tíðindi í Kringvarpi Føroya skulu vera álítandi, óheft og kritisk. Fyri at røkka hesum arbeiðir Kringvarpið eftir kritisku journalistisku meginregluni. Hetta merkir, at øll, sum framleiða innihald fyri Kringvarp Føroya, skulu hava vitan um evnið, fylgja alment galdandi reglum um gegni, velja viðkomandi keldur og eftirkanna teirra útsagnir, eru keldukritisk og tilvitað, um talan er um serfrøðingar, partskeldur ella onnur sløg av keldum, skilja millum frágreiðandi og litaðar útleggingar av einum evni, eru ágrýtin eftir svari upp á viðkomandi spurningar, lýsa og greina ymisk viðkomandi sjónarhorn. Sum landsstýriskvinna í miðlamálum havi eg ábyrgd av teimum yvirskipaðu kørmunum, ið virksemið hjá Kringvarpi Føroya byggir á. Málið um Suðuroyartunnilin er týdningarmikið og fólk fylgja væl við, hvussu tað verður lýst í miðlunum. Samstundis er tað eitt grundleggjandi prinsipp í okkara fólkaræði, at landsstýrið ikki leggur seg út í redaktionella arbeiðið ella einstakar sendingar hjá Kringvarpi Føroya. Hetta armslongdarprinsipp er eisini ásett í § 3 í kringvarpslógini. Ovasta leiðslan á stovninum er eitt lógarásett stýri, sum politisku flokkarnir á løgtingi tilmæla limir í. Um onkur heldur, at miðlingin ikki hevur verið nøktandi, so eru greiðar lógarásetingar í fjølmiðlaábyrgdarlógini, ið geva møguleika fyri, at slík viðurskifti kunnu verða tikin upp, eftirkannað og viðgjørd í Fjølmiðlanevndini. Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
076.25 Spm til S. Stenberg frá S. Bertholdsen - Miðlingin hjá KVF av lógaruppskotinum um Suðuroyartunnilin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum Evni: Miðlingin hjá KVF av lógaruppskotinum um Suðuroyartunnilin Spurningar: 1. Hvussu nógv innsløg hevur KVF gjørt um uppskotið til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum? 2. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við umboð fyri P/F Suðuroyartunnilin í hesum innsløgum? 3. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við umboð fyri fyritøkuna Norconsult í hesum innsløgum? 4. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við aðrar serfrøðingar, sum P/F Suðuroyartunnilin ráðførir seg við? 5. Er landsstýriskvinnan nøgd við miðlingina hjá KVF av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum? Viðmerkingar: Á heimasíðuni hjá KVF stendur m.a., at: - Kringvarpið er til fyri allar føroyingar og sum miðil byggir alt sítt virki á meginreglurnar um góðan fjølmiðlasið, - Føroyingar hava álit á Kringvarpinum, og at álit er ein fyritreyt fyri savningarmegini í samfelagnum. Uttan álit er spjaðingin ivaleys; tá tagnar samrøðan, og einans skuldsetingar og brigsl standa eftir, - Aðalmálið er at framleiða og senda dygdargott tilfar og á henda hátt virka fyri, at allir borgarar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt. Spyrjarin vil fegin vita, um KVF livir upp til egnar leiðreglur um fjølmiðlasið og til aðalmálið hjá KVF, tá tað snýr seg um miðlingina av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni. Á Løgtingi, 23. januar 2026 Súsanna Bertholdsen -- 1 of 1 --