52-075/2025
Tilknýti Føroya til WHO
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. feb. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
075.25 Svar frá M. Stórá til J. av Rana - Tilknýti Føroya til WHO.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 02. februar 2026 AHR j. nr. 26/02458-6 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-075/2025 eftir § 52a í tingskipanini um tilknýti Føroya til WHO, frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Nær er avgerð tikin um, at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til á setingarnar í IHR – International Health Regulations hjá WHO – World Health Organisation” (sí kap. 4 í lógaruppskotinum um føroyska farsóttarlóg)? 2. Nær er avgerð tikin um, at ”Føroyar eisini eru partur av International Health Regulation” (sí síðu 37 í lógaruppskotinum um nýggja farsóttarlóg)? 3. Hvør føroyskur myndugleiki hevur tikið avgerðirnar, sum nevndar eru í spurningunum 1 og 2? 4. Eru avgerðirnar, nevndar í spurningunum 1 og 2, viðgjørdar og samtyktar í Løgtinginum? Svar: Til spurning 1 og 2 Føroyar fingu atlimaskap í WHO í 2021. Á ársfundinum hjá WHO (nevndur World Health Assembly) í mai 2021, gjørdu limalondini av at eftirlíka umbønini hjá Danmark um at taka undir við ynski Føroya um atlimaskap. WHO samtykti í 2005 uppskot til eina endurskoðaða IHR-reglugerð (International Health Regulations), sum varð sett í gildi í 2007. Tá ið Danmark staðfesti IHR-reglugerðina, hevur Danmark ikki tikið fyrivarni fyri Føroyum. Sostatt er IHR-reglugerðin galdandi í Føroyum og føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda ásetingarnar í reglugerðini. -- 1 of 2 -- IHR-reglugerðin er síðani gjøgnumførd í danskari lóggávu við “lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme”, sum varð sett í gildi við anordning nr. 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne av lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme” við seinni broytingum. Til spurning 3 og 4 Almanna- og Heilsumálaráðið hevur fingið innlit í skjøl hjá Løgmansskrivstovuni viðvíkjandi spurninginum um, hvørt føroyskir myndugleikar vóru við, tá ið omanfyristandandi avgerð var tikin. Av skjølunum sæst, at Indenrigs- og Sundhedsministeriet, tann 24. apríl 2006, heitti á Løgmansskrivstovuna um at gera viðmerkingar til, hvørt IHR-reglugerðin skuldi galda fyri Føroyar ella ikki. Tann 12. oktober 2006, tók landsstýrismaðurin í heilsumálum undir við, at IHR-reglugerðin skuldi galda fyri Føroyar. Boð um hetta vóru ikki send donskum myndugleikum. Tann 23. november 2006, sendi Indenrigs- og Sundhedsministeriet skriv til Løgmansskrivstovuna, har boðað varð frá, at av tí at Indenrigs- og Sundhedsministeriet ikki hevði móttikið viðmerkingar frá heimastýrinum, legði Indenrigs- og Sundhedsministeriet til grund, at heimastýrið góðtók at vera fevnt av tí IHR-reglugerðini. Almanna- og heilsumálaráðið, 2. februar 2026 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
075.25 Spm til M. Stórá frá J. av Rana - Tilknýti Føroya til WHO.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jenis Kristian av Rana, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum Evni: Tilknýti Føroya til WHO Spurningar: 1. Nær er avgerð tikin um, at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til á setingarnar í IHR – International Health Regulations hjá WHO – World Health Organisation” (sí kap. 4 í lógaruppskotinum um føroyska farsóttarlóg)? 2. Nær er avgerð tikin um, at ”Føroyar eisini eru partur av International Health Regulation” (sí síðu 37 í lógaruppskotinum um nýggja farsóttarlóg) ? 3. Hvør føroyskur myndugleiki hevur tikið avgerðirnar, sum nevndar eru í spurningunum 1 og 2? 4. Eru avgerðirnar, nevndar í spurningunum 1 og 2, viðgjørdar og samtyktar í Løgtinginum? Viðmerkingar: Í døgunum 27.-31. mai 2024 var landsstýriskvinnan í heilsumálum á aðalfundi hjá heimsheilsustovninum WHO. Áðrenn fundin vóru gevandi orðaskifti í Løgtinginum um tilknýti Føroya til WHO; m.a svaraði landsstýriskvinnan einum skrivligum fyrispurningi (SS-010/2023), áðrenn aðalfundin og einum §52 a fyrispurningi (52- 126/2023) aftaná hendan. Umframt hetta vórðu munnligir fyrispurningar um málið svaraðir hetta várið. Orðaskiftini avdúkaðu stóran iva millum løgtingsfólk um tilknýti Føroya til stovnin, og landsstýriskvinnan fekk ráð frá løgtingsfólkum um at vera varin, og ikki knýta Føroyar tætt at hesum fólkaræðisliga veikt kjølfesta, men máttmikla privatfíggjaða og -stýrda felagsskapi, sum Føroyar ikki eru limir av, men hava atlimaskap til. Afturkomin av fundinum í 2024, har broytingar í viðtøkum felagsskapsins (IHR- International Health Regulations hjá WHO) og nýggjur Pandemisáttmáli vórðu viðgjørd, kundi landsstýriskvinnan ikki svara setta § 52 a spurninginum, tí broytingarnar ikki vóru endaliga samtyktar á aðalfundinum, av tí at málið ikki var búgvið til tess. Ætlaðu broytingarnar høvdu m.a. sum endamál at flyta vald frá limalondum til WHO-og aðalskrivaran. Nevnast kann, at har limalondini áður kundu gera av, um WHO tilmæli skuldu setast í verk, so skuldu limalondini frameftir noyðast at seta slík í verk, at aðalskrivarin skuldi frameftir sjálvur kunna avgera, nær talan er um heimshóttandi farsótt, og at WHO skuldi hava einkarætt at evna til og stýra heilsukunning. Mong onnur dømi eru eisini um, hvussu ætlaðu broytingarnar kundu gera seg inn á fólka- og sjálvræði limalandanna. Men spurningurin um, hvussu hesar broytingar kundu hugsast at ávirka Føroyar, sum jú ikki eru limir í WHO, varð sum sagt ikki -- 1 of 2 -- svaraður. Tó segði landsstýriskvinnan, at ráðið fylgdi málinum, og samskiftir regluliga við danir um gongdina í tí. Síðani hevur Løgtingið ikki frætt stórvegis frá landsstýriskvinnunum, hóast broytingarnar í IHR vórðu samtyktar og fingu gildi fyri limalond 19. sept. 2025. Hava lítið og onki frætt fyrrenn vit nú, í lógaruppskoti um føroyska farsóttarlóg, sum er sent til hoyringar, kunnu lesa, at: ”Føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til á setingarnar í IHR – International Health Regulations hjá WHO (kap 4). Eisini lesa vit, at: WHO hevur sett í verk IHR – International Health Regulation, sum Føroyar eru partur av. Kunnandi hoyringarfundur fyri løgtingsfólk um lógaruppskotið um føroyska farsóttarlóg skuldi vera 14. februar. Har kundu hesir og aðrir átrokandi spurningar verið svaraðir, men fundurin varð uttan grundgeving avlýstur. Tí m.a. verða spurningarnir settir á hendan hátt. Á Løgtingi, 22. januar 2026 Jenis Kristian av Rana -- 2 of 2 --