52-074/2025
Lóggáva um trúarsamfeløg
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. feb. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
074.25 Svar frá A. V. Johannesen til J. av Rana - Lóggáva um trúarsamfeløg.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 74/2025 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um lóggávu um trúarsamfeløg Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær? Svar: Eg eri samdur við spyrjaranum í, at Føroyar eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, og vit eiga at verja føroyska mentan, virði og fólkaræði. Tí er spurningurin um lóggávu um trúarsamfeløg viðkomandi. Skal ein slík lóggáva gera mun, eigur hon at fevna um útlendskt stýrdar ella fíggjaðar felagsskapir og virksemi yvirhøvur, ikki einans um trúarsamfeløg, tí lætt er at hylja trúarsamfeløg sum onnur sløg av felagsskapum og øvut. Vit hava trúarfrælsi í Føroyum, og sambært grundlógini § 67 hava borgarar rætt til at savna seg í feløg fyri at dyrka Gud á tann hátt, sum samsvarar við teirra sannføring, tó uttan at nakað verður lært ella framt, sum stríðir ímóti siðalagi ella almennari skipan. Hetta merkir, at ábyrgd fylgir við trúarfrælsinum. Tískil er viðkomandi, at slík lóggáva ítøkiligger, hvat ið ikki verður góðtikið, og sum mett verður í stríð við grundlógina § 67 2. pkt. Fólkakirkjan er í dag skipað við lóg, meðan onnur trúarsamfeløg ongantíð hava verið skipað við lóg í Føroyum, men sambært óskrivaðari rættarsiðvenju. Sambært grundlógini § 69 verða viðurskifti hjá teimum trúarsamfeløgum, ið víkja frá fólkakirkjuni, fyriskipað nærri við lóg. Danir fingu fyrst slíka lóg í 2017. Eg haldi, at tíðin er búgvin til, at vit í Føroyum gera eina lóg, sum regulerar onnur trúarsamfeløg. Vit hava fyri kortum viðgjørt málið í landsstýrinum, og avgjørt er at fara undir arbeiðið at gera slíka lóggávu. Eftir mínum tykki eiga vit at regulera fremmandari fígging og heilt at banna fremmandari statsfígging í hesum sambandi. Somuleiðis haldi eg, at slík lóggáva skal hava ásetingar, ið tryggja, at grundsúlurnar í fólkaræðinum ikki verða hóttar. Enn er tó ov tíðliga at siga, nær slík lóggáva kann leggjast fyri tingið. -- 1 of 2 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Í Tinganesi, 2. februar 2026 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 2 of 2 --
074.25 Spm til A. V. Johannesen frá J. av Rana - Lóggáva um trúarsamfeløg.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jenis Kristian av Rana, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður Evni: Lóggáva um trúarsamfeløg Spurningur: 1. Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær? Viðmerkingar: Í svari til § 52a fyrispurning frá undirritaða hin 16. januar 2026, nevndur “Fremmand trúarsúmbol í Føroyum” (52-063/2025), svarar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, m.a., at: “Hinvegin er lóggáva um trúarsamfeløg í øðrum londum, og vert er at viðgera, um tørvur er á slíkari lóggávu í Føroyum.” Við hesum er tað ikki greitt, hvørt landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at seta slíka lóggávu í verk ella ikki. Hesin fyrispurningurin verður tí settur fyri at fáa greiðu á, um talan bert er um hugsanir hjá landsstýriskvinnuni, ella um landsstýrið fer at koma í Løgtingið við uppskoti um lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er, nær hetta kann hugsast at fara at verða gjørt. Í svari sínum greinaði landsstýriskvinnan annars støðuna soleiðis: • at avmarkingar ella forðingar í vard mannarættindi ber bert til at seta við greiðari lógarheimild • at tær mugu verða grundaðar á atlit at tungtvigandi og samfelagsliga viðurkendum endamálum, so sum almennu trygdina, friðin, heilsuna ella virðingina fyri rættindunum hjá øðrum • at inntriv skulu harumframt vera neyðug og proportional í mun til endamálið • at serliga tungtvigandi grundir skulu til, um beinleiðis inntriv skulu verða vend móti einum ávísum trúarsamfelagi ella átrúnaði • at í rættarvenju hjá Mannarættindadómstólinum í Strasbourg eru fleiri dømi um, at slík inntriv eru góðtikin, tá ið eitt nú almenn trygdar- og skipanaratlit ganga framum átrúnaðarlig atlit hjá borgarunum, t.d. í ferðslu-, byggi- og býarskipanarmálum • at hesi koma undir undantaksregluna til vard politisk og borgarlig mannarættindi Nevnast skal, at av serliga tungtvigandi grundum til ikki at loyva moskubygging í Føroyum verða annars millum manna javnan nevndar: -- 1 of 2 -- • royndir úr m.ø. grannalondum • atlit til almenna friðin og samhaldsfestið í einum lítlum samfelagi • forðing av paralellsamfeløgum • vernd av føroyskari mentan, virðum og fólkaræði Á Løgtingi, 21. januar 2026 Jenis Kristian av Rana -- 2 of 2 --