52-073/2025
Treytir og eftirlit viðvíkjandi útlendingum í Føroyum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. jan. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
073.25 Svar frá S. Stenberg til B. á Lakjuni - Treytir og eftirlit viðv. útlendingum í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
UTTANRÍKIS- OG MENTAMÁLARÁÐIÐ Tinganes • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 35 87 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Tórshavn, tann 31. januar 2026 J. nr.: 26/01779 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-073/2025 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um treytir og eftirlit viðvíkjandi útlendingum í Føroyum Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Eru persónar skrásettir sum verandi í Føroyum uttan galdandi arbeiðs- ella uppihaldsgrundarlag, og hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at tryggja, at slíkir persónar ikki ólógliga verða verandi í Føroyum? 2. Hvørjar eru treytirnar fyri varandi uppihaldsloyvi (undir hesum áramál og møgulig inntøkukrøv)? Eru almennar veitingar (ALS, fiskavirkisskipanin) íroknaðar, tá ið krøv um vikuliga arbeiðstíð og onnur krøv verða gjørd upp? 3. Hvussu nógvir útlendingar eru í fiskavirkisskipanini og í arbeiðsloysis-skipanini? 4. Hvørjar eru treytirnar viðvíkjandi revsiváttan, tá um útlendska arbeiðsmegi ræður? Svar til spurning 1 Ymiskar reglur og eftirlitsskipanir eru, sum skulu tryggja, at avleiðingar eru av ólógligum uppihaldi í Føroyum og innan Schengenøkið. Millum annað eru revsireglur í útlendingalógini um ólógligt uppihald, ólógligt arbeiði og um ólógliga at flyta ein útlending um markið, sonevnt ‘transportøransvar’. Eingin skrá ella yvirlit eru yvir persónar, sum uppihalda sær í Føroyum. Tað kunnu tí vera útlendingar, sum eru ólógliga í Føroyum og eru skrásettir í Landsfólkayvirlitinum ella eru her í landinum uttan at vera skrásettir í Landsfólkayvirlitinum ella í skipanunum hjá útlendingamyndugleikunum. Sambært lóg um fólkayvirlit er tað ein treyt fyri at skráseta bústað í Føroyum við komu til landið, at útlendingurin - um talan ikki er um norðurlendskan ríkisborgara - kann vísa gildugt uppihaldsloyvi, umframt at meiri enn 3 mánaðir eru eftir av tíðarskeiðinum á uppihaldsloyvinum. -- 1 of 5 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 2/5 Uppihalds- og arbeiðsloyvir í Føroyum skulu sum meginregla fáast til vega, áðrenn útlendingurin kemur til Føroyar. Hóast hesa meginreglu eru fleiri sløg av umsóknum, sum kunnu latast inn, meðan útlendingurin er staddur í Føroyum við gildugum ferðaloyvi ella ferðaloyvisfríum uppihaldi. Er útlendingurin ólógliga í Føroyum, tá umsóknin verður latin inn, noktar Útlendingastovan at viðgera umsóknina, og útlendingurin fær vegleiðing um at fara av landinum beinanvegin. Fær Útlendingastovan frænir av, at útlendingurin hóast hetta ikki er farin av landinum, verður málið sent løgregluni, sum hevur til uppgávu at senda útlendingar av landinum, sum hava ólógligt uppihald. Verður Útlendingastovan varug við, at útlendingurin hevur arbeitt ólógliga í Føroyum, boðar Útlendingastovan løgregluni frá. Tá Útlendingastovan í málsviðgerðini gerst varug við, at ein útlendingur er ólógliga í Føroyum, er tað aloftast tí, at søkt ikki er rættstundis um at leingja uppihaldsloyvið. Uppihaldsloyvir verða vanliga bert givin fyri í mesta lagi 1 ár í senn, og tí kemur slíkt fyri nakrar ferðir um árið. Av og á fær Útlendingastovan fráboðan frá kommunum, arbeiðsgevarum ella privatpersónum um útlendingar við ólógligum uppihaldi ella ólógligum arbeiði í Føroyum. Útlendingastovan sendir tá løgregluni fráboðanina. TAKS, Arbeiðs- og brunaeftirlitið og løgreglan samstarva um eftirlit á arbeiðsplássum. Løgreglan kannar tá, um útlendingarnir á arbeiðsplássunum hava gildugt arbeiðsloyvi til arbeiðið. Løgreglan hevur heimildir til at biðja persónar í Føroyum um samleikaprógv og prógv fyri uppihaldsloyvi. Løgreglan kann sostatt í nógvum ymsum samanhangum gerast varug við útlending, sum ikki/ikki longur er lógliga í Føroyum og senda útlendingin av landinum. Annars hevur útlendingur, sum kemur til landið, ábyrgdina av, at hann kemur higar lógliga, og at hann fer av landinum aftur, tá ferðaloyvið, ferðaloyvisfría uppihaldið ella uppihaldsloyvið gongur út. Svar til spurning 2 Treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi eru sum niðanfyri lýst, men í sambandi við arbeiði at gera nýggja útlendingalóg fyri Føroyar verður arbeitt við at herða krøvini fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi. Varandi uppihaldsloyvi kann eftir umsókn latast útlendingi, sum hevur búð lógliga í Føroyum longur enn tey seinastu trý árini, um útlendingurin í hesum tíðarskeiðinum hevur havt uppihaldsloyvi við atliti at varandi uppihaldi í Føroyum. Tað eru m.a. uppihaldsloyvir eftir reglunum um friðskjól og familjusameining. Víst verður til § 11, stk. 3 í útlendingalógini. Er útlendingurin revsaður ella hevur størri skuld til tað almenna enn 97.436,38 kr. (2026-støði) kann viðkomandi tó ikki fáa varandi loyvi, uttan so at útlendingurin hevur gjørt avtalu um at rinda skuldina aftur og heldur hesa avtaluna. Víst verður til § 11, stk. 5 í útlendingalógini. Tað er eisini ein grundleggjandi treyt, at útlendingurin framvegis lýkur treytirnar fyri sínum upprunaliga uppihaldsloyvi. Í § 11, stk. 4 í útlendingalógini er heimild til, at varandi uppihaldsloyvir eftir umsókn kunnu latast útlendingum í øðrum førum um so er, at týðandi fyrilit tala fyri hesum. Ásetingarnar um, at útlendingurin ikki má vera revsaður ella hava størri skuld til tað almenna, er tó eisini galdandi í slíkum førum. -- 2 of 5 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 3/5 Tað hevur verið føst siðvenja í málsviðgerðini hjá útlendingamyndugleikunum í nógv ár, at útlendingar, ið koma higar at arbeiða, og samfylgjandi familja teirra, sum hava búð lógliga í Føroyum longur enn seinastu 7 árini, í høvuðsheitum á sama grundarlagi eftir umsókn kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, um so er, at tey í sonevndari integratiónssamrøðu kunnu vísa á, at tey hava tilognað sær føroyskan málkunnleika umframt vitan um føroysku mentanina og samfelagið. Varandi uppihaldsloyvi verður tá latið við heimild í § 11, stk. 4 í útlendingalógini. Siðvenjan er upprunaliga komin í lag eftir ynski frá Føroya Landsstýri, tí áðrenn hetta høvdu útlendingar við arbeiðsloyvi og samfylgjandi familja teirra ikki møguleika at fáa varandi uppihaldsloyvi. Tað er eisini í hesum málum ein grundleggjandi treyt, at útlendingurin framvegis lýkur treytirnar fyri sínum upprunaliga uppihaldsloyvi. Viðvíkjandi inntøkutreytum Tað er ikki ein treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi, at útlendingurin ella herbúgvandi persónurin (tilvísingin) hevur eina ávísa inntøku. Hinvegin eru ymiskar treytir um at kunna uppihalda sær sjálvum og familju sínari fíggjarliga alt eftir, um útlendingurin, ið søkir um varandi uppihaldsloyvi, frammanundan hevur uppihaldsloyvi eftir reglunum um familjusameining, arbeiðsloyvi ella sum samfylgjandi familja. Hesar treytirnar skulu sum áður nevnt framvegis vera loknar, um varandi uppihaldsloyvi skal latast útlendinginum. Viðvíkjandi familjusameining Ein útlendingur, sum ikki er norðurlendingur ella hevur friðskjól í Føroyum, og sum hevur havt varandi loyvi í Føroyum longur enn seinastu trý árini, skal átaka sær og skjalprógva at hava førleika til at uppihalda sær og sínum hjúnafelaga ella samliva fíggjarliga, um hjúnafelagin ella samlivin skal fáa uppihaldsloyvi eftir reglunum um familjusameining. Hendan treytin skal framvegis vera lokin, tá hjúnafelagin ella samlivin eftir trimum árum søkir um at fáa varandi uppihaldsloyvi. Ein útlendingur, sum ikki er norðurlendingur ella hevur friðskjól í Føroyum, og sum hevur havt varandi loyvi í Føroyum longur enn tey seinastu trý árini, skal bert í ávísum førum skjalprógva at hava førleika til at fíggjarliga uppihalda sær og sínum barni, um barnið skal fáa uppihaldsloyvi eftir reglunum um familjusameining. Er treytin sett áður, so skal hendan treytin framvegis vera lokin, tá barnið eftir trimum árum søkir um at fáa varandi uppihaldsloyvi. Ein føroyingur skal eisini átaka sær og skjalprógva at hava førleika til at uppihalda sær og sínum útlendska foreldri, ið er yvir 60 ár, fíggjarliga, um foreldrið skal fáa uppihaldsloyvi eftir reglunum um familjusameining. Hendan treytin skal framvegis vera lokin, tá foreldrið søkir um at fáa varandi uppihaldsloyvi. Fær útlendingurin, við uppihaldsloyvi eftir reglunum um familjusameining í omanfyri nevndu førunum, forsorg frá tí almenna, kann uppihaldsloyvið verða tikið frá viðkomandi. Arbeiðsloysis- og fiskavirkisskipanirnar eru arbeiðsloysistryggingar, sum eisini útlendingurin og arbeiðsgevari hansara rinda til. Útgjald úr hesum skipanum er tí ikki forsorg. Stuðul til lesandi og annað tílíkt er heldur ikki forsorg. Viðvíkjandi arbeiðsloyvi Grundleggjandi treytirnar fyri at fáa uppihaldsloyvi grundað á arbeiði í Føroyum eru, at talan skal vera um fulltíðararbeiði, lønar- og setanartreytirnar skulu vera vanligar eftir føroyskum viðurskiftum og útlendingurin skal kunna uppihalda sær sjálvum fíggjarliga. Fær útlendingurin forsorg frá tí almenna, kann uppihaldsloyvið verða tikið frá viðkomandi. Tá Útlendingastovan í málum um at leingja arbeiðsloyvi skal meta um, hvørt útlendingurin hetta seinasta loyvisskeiðið -- 3 of 5 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 4/5 hevur fingið røttu lønina, verður lønarinntøka frá arbeiðsgevaranum tikin við í metingina. Hartil verður barsilsútgjald, sjúkradagpeningur, og útgjald úr fiskavirkisskipanini ella Trygdargrunninum tikið við í metingina, tí talan er tá ikki um forsorg, men um útgjøld fyri mista arbeiðsinntøku vegna barnsburð, sjúku ella væntandi rávøru. Fær útlendingurin útgjald úr arbeiðsloysisskipanini merkir tað, at grundarlagið fyri uppihaldsloyvinum, t.e. starvið, er burtur, og uppihaldsloyvið kann tí verða tikið frá viðkomandi. Serligar avtalur og reglur eru harafturat um sonevnd hálvprofessionel ítróttarfólk, ES-skipan, Fast Track-skipan, sum í størri ella minni mun áseta reglur ella mannagongdir, ið víkja frá grundleggjandi treytunum ella áseta nærri treytir fyri at nýta hesar serskipanir. ES-borgarar kunnu sostatt arbeiða 30 tímar um vikuna og ítróttarfólk arbeiða hálva tíð. Lønar- og setanartreytirnar skulu tó framvegis verða vanligar eftir føroyskum viðurskiftum, og útlendingurin skal kunna uppihalda sær sjálvum fíggjarliga. Svar til spurning 3 Arbeiðsloysisskipanin vísir í svari til mín á, at tað eru ymisk sløg av arbeiðs- og uppihaldsloyvum, og rætturin til eitt nú almannaveitingar og arbeiðsloysisstuðul er ymiskur alt eftir, hvat slag av arbeiðs- ella uppihaldsloyvi ein útlendingur hevur. Ein aðalregla, fyri at hava rætt til vanligan arbeiðsloysisstuðul frá ALS, er, at persónur er tøkur. Hetta merkir m.a. at persónurin er sinnaður og seinast dagin eftir, at arbeiði verður ávíst, kann átaka sær eitt og hvørt arbeiði, ávíst av arbeiðsloysisskipanini, og sum viðkomandi hevur fakligan førleika til. Útlendingar við staðbundnum ella tíðaravmarkaðum uppihaldsloyvi – eitt nú eftir Fast Track- skipanini – lúka ikki treytirnar um at vera tøkir, tí arbeiðs-/uppihaldsloyvið hjá teimum er knýtt at einum ávísum arbeiði/arbeiðsgevara, og loyvir ikki, at teir fara til arbeiðis hjá øðrum arbeiðsgevara við stuttum varsli. Tað krevur broytt arbeiðsloyvi. Av hesi orsøk er talið av útlendingum í vanligu arbeiðsloysisskipanin sera avmarkað. Í dag eru tað 22 persónar, sum ikki eru danskir ríkisborgarar, í vanligu arbeiðsloysisskipanini. Talan er um aðrar norðurlendingar, flóttar úr Ukraina og so nakrar útlendingar, sum hava varandi uppihaldsloyvi í Føroyum – eitt nú tí tey hava fingið familjusamanføring í Føroyum. Í fiskavirkisskipanini eru treytirnar og støðan øðrvísi. Har kunnu útlendingar við staðbundnum/tíðaravmarkaðum arbeiðs-/uppihaldsloyvi fáa innivist og hava rætt til arbeiðsloysistuðul, um ikki nóg mikið av arbeiði er til teirra á fiskavirkinum, teir eru knýttir at. Arbeiða teir færri enn 32 tímar eina viku, so hava teir rætt til arbeiðsloysisstuðul upp til 32 tímar um vikuna. Hetta hava teir rætt til, hóast tað er ein treyt fyri at fáa arbeiðs-/uppihaldslovyi í Føroyum, at viðkomandi hevur eitt fulltíðarstarv, tá viðkomandi kemur til Føroyar at arbeiða. Fulltíðarstarv er vanliga 40 tímar um vikuna. Fyri ES-borgarar er kravið til tal av tímum nakað lægri enn fyri triðjalandsborgarar. Arbeiðsloysisskipanin upplýsir, at av teimum 985 persónunum, sum eru knýttir at fiskavirkisskipanin í dag, eru 437 (44%) ríkisborgarar í øðrum landi enn í Føroyum/Danmark. -- 4 of 5 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 5/5 Fyri alt árið 2025 vóru samanlagt – ikki øll samstundis – 1.464 fólk knýtt at fiskavirkisskipanini, og av teimum vóru 647 (44%) ríkisborgarar í øðrum landi enn í Føroyum/Danmark. Svar til spurning 4 Eingin treyt er um, at útlendskir arbeiðstakarar skulu útvega revsiváttan í sambandi við, at teir søkja arbeiði í Føroyum, men frá politiskari síðu er semja um, at reglur skulu ásetast um, at arbeiðsgevarar her á landi, sum seta útlendingar í starv, skulu seta krav til útlendskar arbeiðstakarar um m.a. at útvega revsiváttan í sambandi við starvssetanina. Uttanríkis- og mentamálaráðið, tann 31. januar 2026 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 5 of 5 --
073.25 Spm til S. Stenberg frá B. á Lakjuni - Treytir og eftirlit viðv. útlendingum í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum Evni: Treytir og eftirlit viðvíkjandi útlendingum í Føroyum Spurningar: 1. Eru persónar skrásettir sum verandi í Føroyum uttan galdandi arbeiðs- ella uppihaldsgrundarlag, og hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at tryggja, at slíkir persónar ikki ólógliga verða verandi í Føroyum? 2. Hvørjar eru treytirnar fyri varandi uppihaldsloyvi (undir hesum áramál og møgulig inntøkukrøv)? Eru almennar veitingar (ALS, fiskavirkisskipanin) íroknaðar, tá ið krøv um vikuliga arbeiðstíð og onnur krøv verða gjørd upp? 3. Hvussu nógvir útlendingar eru í fiskavirkisskipanini og í arbeiðsloysis- skipanini? 4. Hvørjar eru treytirnar viðvíkjandi revsiváttan, tá um útlendska arbeiðsmegi ræður? Viðmerkingar: Eingin ivi er um, at útlendska arbeiðsmegin eigur sín stóra lut í vinnuliga og fíggjarliga framburðinum seinnu árini, og á tann hátt ber til at siga, at snarskipanin – Fast Track- skipanin – hevur riggað. Hinvegin, so síggja og merkja vit øðrvísi og størri broytingar í føroyska samfelagnum, enn vit áður hava sæð. Broytingar, sum eru elvdar til av møtinum millum ymisk mál og rættiliga ymiskar mentanir. Vit kunnu og eiga av røttum at spyrja, hvussu nógv vælferðarsamfelag okkara megnar at bera av eyka byrðum, áðrenn skipanirnar byrja at ridla og kanska enntá hokna. Spurningurin er, um vit eiga at umhugsa at broyta mannagongdir og seta størri krøv, harðari treytir og betra um eftirlitið, tá tað um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar ræður. Vit síggja avleiðingar av tilflytingini ymsastaðni í skipanum okkara, m.a. í fólkaskúlanum, á barnaansingarøkinum og tíverri eisini í virkseminum hjá barnaverndunum kring landið. Men tað tykist tó ikki at vera nóg stór vitan um vavið av tilflytingini til Føroya. Undirritaði metir, at Løgtingið hevur brúk fyri greiðum tølum og greiðum svarum um tilflytingina, soleiðis at vit á haldgóðum grundarlagi kunnu leggja ein útlendingapolitikk, sum hevur til endamáls at lata eftirkomarum okkara eitt gott, trygt og frælst vælferðarsamfelag í arv, og eitt samfelag, sum megnar at taka væl ímóti og lofta tilflytarum á skilabesta hátt. -- 1 of 2 -- Fyri at fáa greiði á nøkrum viðurskiftum viðvíkjandi treytum og eftirliti, tá um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum ræður, verða hesir spuningar settir avvarðandi landsstýrisfólki. Á Løgtingi, 20. januar 2026 Bárður á Lakjuni -- 2 of 2 --