52-072/2025
Útlendsk arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. jan. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
072.25 Svar frá S. Stenberg til B. á Lakjuni - Útlendsk arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. feb. 2026
Sjá útdrigin tekst
UTTANRÍKIS- OG MENTAMÁLARÁÐIÐ Tinganes • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 35 87 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Tórshavn, tann 31. januar 2026 J. nr.: 26/01778 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-072/2025 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógvir útlendingar hava arbeiðs- og/ella uppihaldsloyvi í Føroyum í dag? 2. Júst hvørjum londum kemur útlendska arbeiðsmegin úr, hvussu nógv koma úr hvørjum landi sær, og hvussu langt áramál hava tey verið her? 3. Hvussu stórt er talið á samfylgjandi familju, og hvørjum londum koma hesi úr? 4. Hvørjar eru treytirnar fyri at fáa samfylgjandi familju til Føroya? 5. Hvussu nógvir útlendingar eru komnir á føroyska arbeiðsmarknaðin, síðani Fast Track- skipanin varð sett í gildi, og hvørjum vinnugreinum arbeiða hesi í? Svar til spurning 1 Útlendingastovan upplýsir fyri mær, at hon í 2025 lat tilsamans 1998 loyvir til uppihald í Føroyum, býtt millum 1301 upprunaloyvi, 666 framlongd uppihaldsloyvi og 31 varandi uppihaldsloyvi. Teir útlendingar, sum áður hava fingið varandi uppihaldsloyvi ella við tíðini hava søkt um og fingið danskan ríkisborgararætt, finnast ikki í aktuellu tølunum. Tøl hjá Landsfólkayvirlitinum, sum Útlendingastovan hevur móttikið, vísa, at pr. oktober 2025 búðu 2605 útlendingar í Føroyum. Niðanfyristandandi talva vísur hagtøl fyri uppruna uppihaldsloyvir latin fyri árini 2016-2025. Upprunaloyvi eru uppihaldsloyvi givin fyrstu ferð til ein einstakling. Fyrivarni verður tikið fyri, at tølini eru tikin úr eini málsviðgerðarskipan og ikki eini hagtalsskipan. Tølini vísa uppihaldsloyvir latin árliga, og nøkur fyrivarni skulu takast, tí tølini vísa avgerðir um uppihaldsloyvir og ikki endiliga tilflyting ella búseting í Føroyum. -- 1 of 5 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 2/5 Á arbeiðsøkinum kann eitt upprunaloyvi tó vera givið einum og sama persóni meiri enn eina ferð yvir eitt tíðarskeið, til dømis tí starvsviðurskifti broytast, ella tí talan er um árstíðarbundið arbeiði. Viðmerkjast skal, at talan her er um eitt avmarkað tal. Ein gjøgnumgongd fyri 2025 vísur, at hetta tal var áleið 6% av teimum 526 Fast Track-loyvunum tað árið. Talva – upprunaloyvir: 2016-2025 Fast Track ES- lógin Vanliga útlendingalógin Ítróttaravtalan Familju sameining Samfylgjandi familja Samlað 2016 0 125 18 13 76 19 251 2017 0 240 55 17 62 31 405 2018 0 424 75 30 50 35 614 2019 0 653 161 32 73 53 972 2020 0 588 132 44 71 39 874 2021 60 620 176 45 64 48 1013 2022 635 839 21 62 59 118 1734 2023 372 699 144 51 66 125 1457 2024 421 547 70 45 63 68 1214 2025 526 476 123 52 48 37 1262 *Serlógin fyri persónar úr Ukraina er ikki við í hesi uppgerð, áleið 250 upprunaloyvir eru latin ukrainum eftir serlógini. Svar til spurning 2 Útlendingastovan yvirtók avgerðarmyndugleikan viðvíkjandi arbeiðs- og uppihaldsloyvum tann 1. september 2024. Niðanfyri standandi talvur vísa tølini viðvíkjandi tjóðskapi fyri tíðarskeiðið 1. september 2024 til 23. januar 2026 í sambandi við latin upprunaloyvir eftir Fast Track skipanini, ES-lógini og vanligu útlendingalógini. Fast Track, samlað, upprunaloyvir: 694 10 og yvir: 5 til 9: Færri enn 5 loyvir: Filipsoyggjar 243 Ethiopia 9 Albania Lettland Indonesia 83 Fílabeinsst rondin 6 Algeria Litava Kambodia 49 Meksiko 8 Argentina Makedonia Nepal 38 Serbia 8 Avstralia Madagaskar Nigeria 23 Pakistan 6 Bangladesh Marokko India 24 Statsleys 5 Bosnia og Hersegovina Niðurlond Teiland 24 Turkaland 5 Kamerun Peru -- 2 of 5 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 3/5 Gana 22 Brasilia 7 Kanada Portugal Tunisia 18 USA 5 Kili Romenia Kenja 19 Kolombia Russland Ukraina 10 Egyptaland Sri Lanka Kirgistan 11 Gambia Sveiss Slovenia 11 Stórabretland Tajikistan Honduras Uganda Iran Venesuela ES-lógin, samlað, upprunaloyvir: 625 Yvir 20: 10 til 20: 5 til 9: Færri enn 5: Romenia 185 Kekkia 19 Ungarn 9 Niðurlond Pólland 140 Bulgaria 17 Grikkaland 7 Belgia Lettland 94 Estland 17 Spania 5 Írland Slovakia 33 Týskland 12 Litava 29 Frakland 11 Portugal 26 Slovenia 10 Vanliga útlendingalógin, samlað, upprunaloyvir: 129 5 og yvir: Færri enn 5: Pólland 23 Egyptaland Italia Indonesia 12 Albania Niðurlond Stórabretland 8 Avstralia Russland Kanada 6 Kina Spania Grikkaland 6 Týskland Sri Lanka Ukraina 6 USA 5 Svar til spurning 3 Talva 1 vísir hagtøl fyri upprunaloyvir latin í árunum 2016-2025 til samfylgjandi familju. Talva 2 vísir hvørjir tjóðskapir talan var um í tíðarskeiðnum, har Útlendingastovan hevur havt avgerðarmyndugleikan, tvs. síðani 1. september 2024. Tølini í talvu 1 fyri upprunaloyvir til samfylgjandi familju vísa, at síðani núverandi landsstýrið á heysti 2023 setti inntøkukrøv til útlendskar arbeiðstakarar, sum ynskja familju sína við sær til Føroyar, er talið á upprunaloyvum til samfylgjandi familju lækkað munandi frá 49/hjúnafeløgum/samlivum í 2023 til 18 og 16 hjúnafelagar/samlivar í ávikavist 2024 og 2025. -- 3 of 5 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 4/5 Í sama tíðarskeiði er talið av upprunaloyvum til samfylgjandi børn lækkað frá 76 børnum í 2023 til 51 og 31 børn í ávikavist 2024 og 2025. Talva 1 – Samfylgjandi familja (arbeiði) – 2016 til 2025 Hjúnafelagar o.a. Børn 2016 6 13 2017 16 15 2018 15 20 2019 23 30 2020 20 19 2021 26 20 2022 40 78 2023 49 76 2024 18 51 2025 16 31 Samlað 229 353 Talva 2 – Tjóðskapir, samfylgjandi familja, upprunaloyvir (01.09.2024 – 23.01.2026) Tjóðskapur Upprunamál Framleingjan Tilsamans Filipsoyggjar 16 10 26 Rumenia 0 6 6 Kina 3 0 3 Nepal 3 0 3 Pakistan 3 0 3 Onnur* 11 27 38 Samlað 36 43 79 *Undir hesum eru hesi londini umboðaði: Albania, Argentina, Bulgaria, Gana, Grikkaland, Kroatia, India, Írland, Kenja, Lettland, Pólland, Rumenia, Russland, Serbia, Teiland, Tunesia. Útlendingastovan yvirtók avgerðarmyndugleika 1. september 2024. Tølini viðvíkjandi tjóðskapi eru fyri tíðarskeiðið 1. september 2024 til 23. januar 2026. Svar til spurning 4 Fyri at ein útlendingur við uppihaldsloyvi grundað á arbeiði í Føroyum kann fáa familju sína við hendan vegin, er tað m.a. ein treyt, at útlendingurin skal kunna uppihalda familju sínari fíggjarliga. Hin 2. september 2023 setti landsstýrið inntøkukrøv í málum um samfylgjandi familju, sum útlendingurin skal skjalprógva at lúka, fyri at familja hansara kann fáa uppihaldsloyvi í Føroyum eftir reglunum um samfylgjandi familju. -- 4 of 5 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 5/5 Um ein hjúnarfelagi ella samlivi søkir um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja, skal herbúgvandi útlendingur skjalprógva, at hann/hon hevur eina mánaðarliga lønarinntøku á 38.629,06 kr. (2026-støði). Er talan um ein hjúnafelaga og eitt barn, sum bæði søkja um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja, skal herbúgvandi útlendingur skjalprógva, at hann/hon hevur eina mánaðarliga lønarinntøku á 44.343,88 kr. (2026-støði). Eru fleiri enn eitt barn, sum søkja um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja, hækkar áðurnevnda inntøkukravið við 1.480,42 kr. fyri hvørt barnið (upp til í mesta lagi 48.785,13 kr.). Er talan einans um eitt barn, sum søkir um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja, skal herbúgvandi útlendingur skjalprógva, at hann/hon hevur eina mánaðarliga lønarinntøku á 31.710,81 kr. (2026-støði). Eru fleiri enn eitt barn, sum søkja um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja, hækkar áðurnevnda inntøkukravið við 3.667,75 kr. fyri hvørt barnið (upp til í mesta lagi 42.714,06 kr.). Svar til spurning 5 Í talvuni í svarinum til spurning 1 sæst, hvussu nógvir útlendingar hava fingið uppruna arbeiðsloyvi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, síðani Fast Track-skipanin kom í gildi í 2021. Talvan vísur, at 60 persónar hava fingið upprunaloyvi eftir Fast Track-skipanini í 2021, 635 persónar í 2022, 372 persónar í 2023, 421 persónar í 2024 og 526 persónar í 2025. Útlendingastovan hevur tíverri ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, men upplýsir, at fiskavirkir og gistingarhús eru væl umboðað, tá tosað verður um Fast Track, eins og fiskiveiðuvinnan er væl umboðað. Útlendingastovan gjørdi í 2022 og 2023 eina uppgerð yvir vinnugreinar og Fast Track. Fyrivarni skal takast fyri tølunum, men uppgerðin gevur tó eina greiða ábending um, hvørjir arbeiðsgevarar hava gagnnýtt skipanina. Arbeiðs- og uppihaldsloyvi innan Fast Track, eftir vinnugeira (pr. nov. 2022): 1 Matvøruídnaðurin (fiskavirki o.a.) 260 2 Gistingarhús- og matstovuvinnan 169 3 Fiskivinna 85 Uttanríkis- og mentamálaráðið, tann 31. januar 2026 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 5 of 5 --
072.25 Spm til S. Stenberg frá B. á Lakjuni - Útlendsk arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum Evni: Útlendsk arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum Spurningar: 1. Hvussu nógvir útlendingar hava arbeiðs- og/ella uppihaldsloyvi í Føroyum í dag? 2. Júst hvørjum londum kemur útlendska arbeiðsmegin úr, hvussu nógv koma úr hvørjum landi sær, og hvussu langt áramál hava tey verið her? 3. Hvussu stórt er talið á samfylgjandi familju, og hvørjum londum koma hesi úr? 4. Hvørjar eru treytirnar fyri at fáa samfylgjandi familju til Føroya? 5. Hvussu nógvir útlendingar eru komnir á føroyska arbeiðsmarknaðin, síðani Fast Track-skipanin varð sett í gildi, og hvørjum vinnugreinum arbeiða hesi í? Viðmerkingar: Í eitt longri tíðarskeið hevur arbeiði verið til meiri enn allar hendur á føroyska arbeiðs- marknaðinum, og tískil hevur tørvurin á arbeiðsmegi verið stórur – og hann sýnist framvegis at vera tað. Fast Track-skipanin varð sett í gildi í november 2021, og ætlanin við hesi skipan er at nøkta ein bráðfeingis tørv á arbeiðsmegi hjá føroyskum arbeiðs- gevarum. Skipanin gevur skjóta og lætta atgongd til Føroya til fólk úr øllum heiminum. Hóast henda snarskipan hevur sum aðalmál at fáa útlendingar higar at arbeiða, so er nógv, sum týðir upp á, at tey ikki eru so fá, sum hava fingið samfylgjandi familju hendavegin eisini. Sammett við stóru verð, so eru Føroyar fámentar, lítlar og sárbærar. Undanfarin ættarlið hava bygt okkum eitt vælferðarsamfelag, sum er gott, frælst og trygt at liva í. Av tí at vit eru so fá og smá, so skulu ikki serliga stórar broytingar henda í fólkasamansetingini, til at vit byrja at merkja og síggja tær. Og tað bendir á, at vit síggja tær. Fólkaskúlin er settur undir eyka trýst, tí næmingatalið á teimum, ið ikki hava føroyskt sum sítt fyrsta mál, er vaksið nógv. Hetta skapar avbjóðingar í vanliga samskiftinum í skúlanum og ikki minst millum heim og skúla. Bæði tá tað kemur til mál og mentan. Sama ger seg galdandi á barnaansingarøkinum. Aðrastaðni í samfelagnum síggja vit, at vit javnan verða noydd at samskifta á enskum, tí tey eru ikki so fá, sum ikki duga føroyskt. Eisini vísti Barnaverndarstovan í frágreiðing síni fyri 2023 á, at talið av barnaverndarmálum við útlendskum børnum (uttanfyri Norðurlond) er yvirumboðað samanborið við føroysk. Felags fyri hesi barnaverndarmál er, at tey “eru trupul at handfara vegna forðingar orsakað av málsligum- og mentanarligum muni”, sum frágreiðingin sigur. -- 1 of 2 -- Fyri at fáa greiði á nøkrum viðurskiftum, tá um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum ræður, verða hesir spuningar settir avvarðandi landsstýrisfólki. Á Løgtingi, 20. januar 2026 Bárður á Lakjuni -- 2 of 2 --