← Løgtingsmál

52-071/2025

Endurgjald fyri ognartikið lendi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. jan. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
071.25 Svar frá Ei. í Jákupsstovu til J. Vestergaard - Endurgjald fyri ognartikið lendi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
T I L F E I N G I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
TINGANES • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: TVMR@TVMR.FO
Tórshavn, 28. januar 2026
J.nr. 26/01736
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Tórshavn
Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-071/2025
frá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni, um endurgjald fyri ognartikið lendi
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hví virðir Tilfeingis- og vinnumálaráðið ikki tær niðurstøður, sum metingarnevndir,
settar sambært ognartøkulógini, gera?
2. Ætlar Tilfeingis – og vinnumálaráðið at broyta/avtaka skipanina við metingarnevndum?
Svarað verður undir einum:
Við heimild í lóg kann landið ognartaka lendi til ymisk alment gagnlig endamál móti fullum
endurgjaldi. Mál um ognartøku byrja við samráðing um endurgjald, og í fleiri førum bera
samráðingarnar á mál. Í øðrum førum er neyðugt at fáa eina metingarnevnd at meta um virðið á
lendinum, sum verður ognartikið. Henda meting kann síðani leggjast fyri yvirmetingarnevnd,
sum annaðhvørt staðfestir verandi meting ella ger eina nýggja meting.
Landið hevur skyldu til at umsita landsins ognir best møguligt, og landið kann tí velja at leggja
spurningin um endurgjald fyri ognartøku fyri rættin til støðutakan, tekur landið ikki undir við
gjørdu metingunum. Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at rættarskipanin í fleiri umførum
hevur vrakað metingarnar frá metingarnevndunum og ásett væl lægri endurgjald, enn
metingarnevndirnar hava mett.
Amboðini at avgreiða endurgjaldsspurningin uttan um rættin eru tøk og eiga at verða roynd, tí
tað er umráðandi at royna at fáa semju við jarðareigarar við samráðing og metingum, áðrenn
málið verður latið rættinum at taka støðu til. Ætlanin er tískil ikki at broyta ella avtaka
skipanina við metingarnevndum.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 28. januar 2026
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
071.25 Spm til Ei. í Jákupsstovu frá J. Vestergaard - Endurgjald fyri ognartikið lendi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum
Evni: Endurgjald fyri ognartikið lendi
Spurningar:
1. Hví virðir Tilfeingis- og vinnumálaráðið ikki tær niðurstøður, sum metingarnevndir, settar
sambært ognartøkulógini, gera?
2. Ætlar Tilfeingis – og vinnumálaráðið at broyta/avtaka skipanina við metingarnevndum?
Viðmerkingar
Tá almennir stovnar og feløg skulu hava lendi í samband við útbyggingar, og partarnir ikki blíva
samdir um keyp av lendinum, kann Tilfeingis- og vinnumálaráðið ognartaka lendið eftir
ognartøkulógini.
Fæst ikki semja um endurgjaldið, verður farið fram eftir ognartøkulógini frá 1881.
Tað kemur oftari og oftari fyri, at Tilfeingis- og vinnumálaráðið ikki virðir tær metingar, sum
metingarnevndirnar sambært ognartøkulógini gera.
Hetta førir við sær, at tey, sum eiga lendi, mugu fara ta tungu leið gjøgnum rættarskipanina.
Tá eitt aðalráð ikki virðir niðurstøður, gjørdar sambært lóggávu, sum ráðið varðar av, kann
spurnartekin setast við, hví lóggávan hevur ásetingar um metingarnevndir.
Tí er neyðugt at vita orsøkina til, at ráðið ikki virðir niðurstøðurnar frá metingarnevndunum, og um
ráðið ætlar at broyta/avtaka skipanina við metingarnevndum.
Á Løgtingi 20. januar 2026
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður

-- 1 of 1 --