← Løgtingsmál

52-070/2025

Kommunuvalið í Runavíkar kommunu

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. jan. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
070.25 Svar frá R. Vang til J. Vestergaard - Kommunuvalið í Runavíkar kommunu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F F I N A N C E
Tinganes • Postrúm 2039 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 22. januar 2026
J. nr.: 26/01813
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-070/2025 frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni,
settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um kommunuvalið í Runavíkar
kommunu
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Tá kommunuvalið í Runavíkar kommunu er ógildað, og avgerð er tikin um at hava
umval, hvørjar heimildir hevur so sitandi býráð?
Svar til spurning nr. 1
Í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur (kommunuvallógin),
sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 22. september 2020 er ásett í § 26, stk. 2.:
“So skjótt sum teir gomlu limirnir eru fráfarnir, tekur nýggja bygda(r)ráðið/býráðið við. Um so
verður, at valið seinri verður lýst ógilt eftir avgerð av hægri myndugleika – Føroya landsstýri – skal
nývalda bygda(r)ráðið/býráðið halda fram, inntil umval hevur verið, og møguligar klagur um
umvalið eru viðgjørdar og avgerð tikin.”
Sostatt hevur sitandi býráð í Runavíkar kommunu heimildir sum vanligt, inntil umval hevur
verið, og møguligar klagur um umvalið eru viðgjørdar og avgerð er tikin.
Tinganes, 22. januar 2026
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
070.25 Spm til R. Vang frá J. Vestergaard - Kommunuvalið í Runavíkar kommunu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Kommunuvalið í Runavíkar kommunu
Spurningar:
1. Tá kommunuvalið í Runavíkar kommunu er ógildað, og avgerð er tikin um at
hava umval, hvørjar heimildir hevur so sitandi býráð?
Viðmerkingar:
Líka síðan kommunuvalið fyri einum góðum ári síðan, hevur stór óvissa valdað um
valúrslitið í Runavíkar kommunu.
Illgruni var um valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði.
Málið varð meldað til løgregluna samstundis, sum at valið í Oyndarfirði varð kært til
Runavíkar kommunu.
Úrslitið av valinum í Oyndarfirði broyttist frá uppteljingini valkvøldið til fínteljingina
dagin eftir, og førdi hettar við sær broytingar í samlaða valúrslitinum.
Atkvøðuseðlarnir í Oyndarfirði vóru ikki koyrdir til Runavíkar fyrrenn dagin eftir, og
høvdu verið goymdir í einum plastposa heima hjá valstýrisformanninum.
Runavíkar kommuna góðkendi valúrslitið, men avgerðin varð kærd til Løgmálaráðið.
Eftir drúgva viðgerð ógildaði Løgmálaráðið valúrslitið í Runavíkar kommunu.
Eftir Kommunuvallógini skal “gamla býráðið” verða sitandi, til umval hevur verið.
Tað er ikki støðan í Runavíkar kommunu. Tí er neyðugt at fáa at vita, hvørjar
heimildir sitandi býráð hevur.
Á Løgtingi, 20. januar 2026
Jacob Vestergaard

-- 1 of 1 --