← Løgtingsmál

52-069/2025

Javnbjóðis møguleikar fyri familjur úr Suðuroynni í sambandi við barnsburð

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. jan. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
069.25 Svar frá M. Stórá til S. Bertholdsen - Javnbjóðis møguleikar fyri familjur úr Suðuroynni í sambandi við barnsburð.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 28. januar 2026
AHR j. nr. 26/01587-2
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-069/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um javnbjóðis møguleikar fyri
familjur úr Suðuroynni í sambandi við barnsburð
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Ætlar landsstýriskvinnan at arbeiða fyri, at makar úr Suðuroynni kunnu fáa endurgjald
fyri mista inntøku úr barsilskipanini, tá teir, vegna frástøðuna til meginøkið, havi
inntøkumiss í fleiri vikur í sambandi við barnsburð hjá makanum?
2. Nær verða nýggju broytingarnar í barsilsskipanini settar í gildi?
Svar
Til spurning 1
Tað er ein sannroynd, at hjá summum familjum er neyðugt, at makin tekur frí frá arbeiðinum,
áðrenn barnið er føtt. Tað verið seg hjá familjum, har tað ikki er landfast til meginøkið, og
mamman tí noyðist at fara til meginøkið áðrenn mettan barnsburð fyri at vera nær við
landssjúkrahúsið; og hjá t.d. sjófólki, ið vilja vera heima í sambandi við barnsburð.
Sum nú er, hevur mamman rætt til barsilsfarloyvi og barsilspening frá tí degi, hildið verður, at fýra
vikur eru eftir til barnsburð. Barsilsfarloyvi við barsilspeningi áðrenn barnsburð kann tó vera upp
til 13 vikur áðrenn mettan barnsburð, um læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella mammuna
stendst heilsuvandi av at vera í starvinum. Makin hevur ikki rætt til barsilsfarloyvi ella
barsilspening, áðrenn barnið er føtt.
Arbeitt verður við at gera barsilsskipanina smidligari. Í hesum sambandi er ein av táttunum, ið
arbeitt verður við, at gera tað møguligt hjá báðum foreldrum at vera samstundis í barsilsfarloyvi í
upp til fýra vikur áðrenn mettan barnsburð.
Ætlanin er at gera hetta soleiðis, at tað verður møguligt hjá báðum foreldrum at fara í
barsilsfarloyvi í upp til fýra vikur áðrenn mettan barnsburð, um foreldrini ynskja tað. Ger makin
brúk av møguleikanum, verða vikurnar brúktar av “felags vikunum”, sum foreldrini kunnu deila
sínámillum. Foreldrini fara sostatt at fáa møguleika at leggja sær barsilsfarloyvið til rættis, soleiðis
sum tað passar til teirra umstøður. Hetta fer eisini at gagna makum úr Suðuroynni, sum kunnu fáa
endurgjald fyri mista inntøku úr barsilskipanini, tá teir vegna frástøðuna til meginøkið hava

-- 1 of 2 --

2/2
inntøkumiss í fleiri vikur í sambandi við barnsburð hjá makanum. Er rúm fyri tí innan fyri verandi
fíggingarleist, verður eisini arbeitt við øðrum batum í barsilsskipanini.
Til spurning 2
Ætlanin er at leggja lógaruppskotið um smidligari barsilsskipan fyri Løgtingið seinni í hesi
tingsetuni, og at broytingarnar skulu koma í gildi 1. januar 2027.
Almanna- og heilsumálaráðið, 28. januar 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
069.25 Spm til M. Stórá frá S. Bertholdsen - Javnbjóðis møguleikar fyri familjur úr Suðuroynni í sambandi við barnsburð.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum
Evni: Javnbjóðis møguleikar fyri familjur úr Suðuroynni í sambandi við barnsburð
Spurningar:
1. Ætlar landsstýriskvinnan at arbeiða fyri, at makar úr Suðuroynni kunnu fáa
endurgjald fyri mista inntøku úr barsilskipanini, tá teir, vegna frástøðuna til
meginøkið, havi inntøkumiss í fleiri vikur í sambandi við barnsburð hjá
makanum?
2. Nær verða nýggju broytingarnar í barsilsskipanini settar í gildi?
Sum natúrligt er, so ynskja eisini barnakonur úr Suðuroynni at hava makan við, tá
barnið kemur í verðina á Landssjúkrahúsinum í Havn. Tað ber sjáldan til at siga við
vissu, akkurát nær barnið verður føtt, og tí er neyðugt at vera í Havn nakrar dagar
áðrenn væntaða føðing - umframt dagarnar aftaná, at barnið er føtt.
Avleiðingin er, at tað eru nógvir makar, sum missa inntøku, tí teir fáa ikki møtt til
arbeiðis teir dagarnar, sum familjan má vera í Havn. Hetta rakar serliga hart
tímaløntar makar, men eisini fastløntar makar, sum mugu brúka sína uppspardu feriu
uppá at bíða eftir barninum í Havn.
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum varðar av barsilsskipanini, har arbeitt
verður við at gera barsilskipanina enn meira fleksibla.
Í hesum arbeiðinum kundi landsstýriskvinnan gjørt ein skipan fyri makar úr
Suðuroynni, so suðuroyingar ikki eru fyri stórum vanbýti í mun til foreldur úr øðrum
økjum í landinum og fáa javnbjóðis sømdir. Tí verða hesir spurningar settir
landsstýriskvinnuni.
Á Løgtingi, 16. januar 2026
Súsanna Bertholdsen

-- 1 of 1 --