← Løgtingsmál

52-068/2025

Løn vegna sjúku hjá tímaløntum og fólkum í tíðaravmarkaðum størvum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. jan. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
068.25 Svar frá M. Stórá til A. Olsen - Løn vegna sjúku hjá tímaløntum og fólkum í tíðaravmarkaðum størvum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 26. januar 2026
AHR j. nr. 26/02062-8
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-068/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um løn vegna sjúku hjá
tímaløntum og fólkum í tíðaravmarkaðum størvum, frá Anniku Olsen,
løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógv tímalønt og fólk í tíðaravmarkaðum størvum arbeiða á ávikavist
eldraøkinum, heilsuøkinum og almannaøkinum í Føroyum?
2. Hvussu nógv tímalønt og fólk í tíðaravmarkaðum størvum út yvir omanfyri
nevndu økir eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum?
3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu hesi fólk eru stillaði í mun til løn
undir sjúku sammett við onnur, sum eru í føstum starvi?
4. Eru ætlanir at broyta lógina um starvsmenn soleiðis, at øll verða javnsett
fíggjarliga, tá sjúka rakar?
5. Nær verður ein nýggj lóg um starvsmenn løgd fyri Løgtingið?
Svar
Til spurning 1
Almannaøkið fevnir um annað enn bara virkisøkið hjá Almannaverkinum, og
heilsuøkið fevnir m.a. um allan primera geiran. Tað hevur ikki borið til hjá Almanna-
og heilsumálaráðnum at fáa til vega eitt fullfíggjað yvirlit yvir starvsfólk á hesum
báðum geirunum. Almanna- og heilsumálaráðið skilir spurningin soleiðis, at spyrjarin
ynskir at fáa ein mynd av, hvussu vanligt tað er við tímaløntum og tíðaravmarkaðum
størvum. Almanna- og heilsumálaráðið hevur avmarkað tøl til virkisøkið hjá
Almannaverkinum, sjúkrahúsverkinum og eldraøkinum.
Tølini eru ikki egnað at brúka til hagtalsendamál, ið skulu samanberast tvørturum
geirar, m.a. tí tað hevur ikki borið til at tryggja, innanfyri freistina av hesum spurningi,
at háttalagið er tað sama á ymsu økjunum, umframt at tíðarskeiðið ikki er tað sama. Tað
ber heldur ikki til at siga, hvussu nógv av teimum, sum fáa tímaløn, eru í føstum starvi
í øðrum geirum.
Almannaøkið
Hjá Almannaverkinum hava tað í 2025 verið 1406 starvsfólk tilsamans í starvið í
Trivnaðardeplinum og á barnaverndarstovnum. Harav hava tað verið 601 fólk, sum
hava verið tímalønt. Umroknað til ársverk var talið av starvsfólkum tilsamans 805,
harav 199 hava verið tímalønt.

-- 1 of 4 --

Í fyrisitingini í Almannaverkinum hava 206 fólk verið í starvi í 2025, harav hava 14
verið tímalønt. Fyrisitingin fevnir um sosialráðgevar, hjálpitól, venjing,
teknmálstulkatænastu og skrivstovufólk annars.
Á tænastuøkinum (barnaverndarstovnar, bútilboð og tænastur annars) hava í 2025
tilsamans verið 804 mánaðarlønt starvsfólk. Av hesum hava 69 fólk verið í
tíðaravmarkaðum starvi. Í fyrisitingini hava verið tilsamans 192 mánaðarlønt
starvsfólk, harav 15 hava verið í tíðaravmarkaðum starvi.
Tað skal gerast vart við, at í Almannaverkinum eru starvsfólk, sum eru mánaðarlønt í
einari eind, men sum taka tímaløntar vaktir í øðrum eindum. Hesi starvsfólkini telja ikki
við sum tímalønt í tølunum omanfyri. Tað ber ikki til at siga, í hvussu stóran mun tey
tímaløntu, sum eru við í tølunum omanfyri, eisini eru í føstum starvi uttanfyri
Almannaverkið.
Sjúkrahúsverkið
Á sjúkrahúsøkinum ber ikki til at seta tølini upp, soleiðis sum hesin spurningurin leggur
upp til. T.d. eru 238 tíðaravmarkað størv í sjúkrahúsverkinum, men tað er í stóran mun
útbúgvingarstørv hjá yngri læknum. Harumframt brúkar sjúkrahúsverkið nógvar
konsulentar, sum er við til at gera tølini ógjøgnumskygd.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vóru 26 tímalønt starvsfólk í 2024, og hetta eru reingerðarfólk.
Landssjúkrahúsið hevur 29 tímalønt í føstum starvi (t.v.s. fingu løn í 12 mánaðir í
2024), men Landssjúkrahúsið hevur harumframt reingerðarfólk, sum eru fastlønt. Á
sjúkrahúsunum eru eisini starvsfólk í føstum starvi, sum eru skrásett at fáa tímaløn í
sambandi við t.d. yvirtíð og stakvaktir. Landssjúkrahúsið upplýsir m.a., at 141
starvsfólk í 2024 eru skrásett at fáa útgoldið tímaløn eina ferð, og 151 starvsfólk fingu
tímaløn útgoldna 2-4 ferðir.
Eldraøkið
Kommunala arbeiðsgevarafelagið upplýsir, at í november 2025 arbeiddu 1980 fólk á
eldraøkinum, svarandi til 1268 ársverk. Av hesum vóru 1073 í føstum starvi, meðan
907 vóru tímalønt. Umroknað til ársverk vóru 804 í føstum starvi og 465 tímalønt.
Viðmerkjast kann at fleiri av teimum, sum eru tímalønt, hava høvuðsstarv hjá øðrum
arbeiðsgevara.
Umleið 80 av starvsfólkunum á eldraøkinum eru í tíðaravmarkaðum starvi.
Kommunala arbeiðsgevarafelagið upplýsir, at einstøku arbeiðsgevararnir á
eldraøkinum arbeiða við at minka um talið av tímaløntum setanum.
Til spurning 2
Almanna- og heilsumálaráðið hevur spurt seg fyri hjá Hagstovu Føroya um hagtøl fyri
tímalønt og hagtøl fyri fólk í tíðaravmarkaðum størvum, men hesi tølini eru ikki tøk
enn. Hagstova Føroya upplýsir, at stór framstig eru fyri framman viðvíkjandi
arbeiðsmarknaðarhagtølum, og m.a. liggur í kortunum at fáa neyvari yvirlit yvir hesi
viðurskifti hjá arbeiðsmegini.

-- 2 of 4 --

Til spurning 3
Í Føroyum eru í høvuðsheitum tvær skipanir, sum tryggja løntakarum inntøku í
sambandi við sjúku. Tað er ávikavist tey, sum hava rætt til løn undir sjúku, og tey, sum
hava rætt til dagpening undir sjúku.
Tey flestu, ið eru fastlønt, og sum arbeiða í minsta lagi hálva tíð, eru fevnd av
løgtingslóg um starvsmenn (starvsmannalógin). Í høvuðsheitum er tað soleiðis, at
sambært starvsmannalógini er sjúka lóglig frávera, og sostatt hevur starvsmaðurin rætt
til fulla løn undir sjúku. Tó kann starvsmaður sigast úr starvi við ein mánað freist, tá
hann í einum 12 mánaðum skeiði hevur fingið løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans.
Tað eru eisini nøkur, sum sambært sáttmála hava rætt til løn undir sjúku. Í flestu
sáttmálum hjá tí almenna, sum fevna um løn undir sjúku, er treytin, at arbeitt verður í
minsta lagi 15 tímar um vikuna.
Ein starvsmaður í tíðaravmarkaðum starvi, hevur rætt til fulla løn undir sjúku, til
tíðaravmarkaða starvið er sett at enda. Aftaná tað fær starvsmaðurin dagpening sambært
sjúkradagpeningalógini.
Ein arbeiðsgevari hjá persóni, ið er fevndur av starvsmannalógini, hevur sostatt skyldu
at rinda fulla løn frá fyrsta fráverudegi, og inn til løntakarin ikki longur er í starvi. Tað
sama er galdandi, um persónurin sambært sáttmála hevur rætt til løn undir sjúku.
Tey, sum ikki hava rætt til løn undir sjúku, hava frá fyrsta fráverudegi rætt til dagpening
sambært sjúkradagpeningalógini. Tað eru serliga tímalønt, handverkarar og
starvsmenn, sum arbeiða minni enn hálva tíð, sum eru fevnd av dagpeningalógini. Men
eisini sjúkrameldaðir starvsmenn og onnur, ið hava rætt til løn undir sjúku, og sum blíva
søgd úr starvi, detta yvir á dagpeningaskipanina.
Upphæddin, sum verður veitt í sjúkradagpeningi, er svarandi til mistu
arbeiðsinntøkuna, tó við einum hámarki á 80 prosent av eini arbeiðsmannaløn. Tað
merkir, at persónar, ið arbeiða niðursetta tíð, kunnu fáa fult endurgjald fyri mistu
arbeiðsinntøkuna, tá tey eru sjúk. Hjá teimum, sum arbeiða fulla tíð ella hava eina hægri
løn, kann sjúkradagpeningur í mesta lagi vera 5.799 kr. um vikuna, íroknað frítíðarløn.
Hjá tí partinum av arbeiðsmegini, sum hevur rætt til løn undir sjúku, er tað
arbeiðsgevarin, sum heldur allar útreiðslurnar til løn til tann sjúka. Hjá teimum, sum
eru fevnd av dagpeningaskipanini, rindar arbeiðsgevarin fyri fimm teir fyrstu dagarnar,
meðan landskassin rindar frá 6. fráverudegi og upp til eitt ár. Í serligum førum kann
dagpeningur verða veittur í longur enn eitt ár.
Til spurning 4
Um politiska ynskið er avmarkað til, at tey, sum í dag eru fevnd av dagpeningalógini,
skulu fáa fulla løn undir sjúku, so er tað meira hóskandi at gera broytingina í
dagpeningalógini heldur enn í starvsmannalógini. Starvsmannalógin fevnir um nógv
onnur viðurskifti enn bara løn undir sjúku, og tað er ikki hóskandi generelt at tillaga
starvsmannalógina soleiðis, at hon fevnir um allan arbeiðsmarknaðin.
At hækka hægstu dagpeningaveiting úr 80 % upp til 100 % av eini arbeiðsmannaløn
hevði ógvuliga leysliga mett kostað landskassanum 10 mió. kr. um árið. Tað eru nógv
tímalønt, sum hava hægri inntøku enn vanliga arbeiðsmannaløn, og skal dagpeningur

-- 3 of 4 --

veitast fyri fullan lønarmiss, so høvdu útreiðslur landskassans hækkað meira enn 10
mió. kr. Onki er sett av til endamálið í løgtingsfíggjarlógini fyri 2026, og arbeitt verður
ikki við málinum í løtuni.
Neyðugt og tørvur er á eini nýskipan fyri at fáa eina góða og haldføra skipan, sum
javnsetir allar løntakarar á arbeiðsmarknaðinum í sambandi við sjúku. Tað er ikki bara
løntakarar, sum skulu javnsetast. Tað er eisini neyðugt í størri mun enn í dag at javnseta
arbeiðsgevarar. Vit hava í Føroyum sum nevnt starvsmannalógina, sáttmálar og
dagpeningalógina, sum geva arbeiðsgevarum og arbeiðsfólki ógvuliga ymiskar treytir í
sambandi við sjúku, og ein nýskipan skal tí fevna um alla skipanina.
Tá ein starvsmaður verður langtíðarsjúkur áliggur tað arbeiðsgevaranum at rinda fulla
løn í minsta lagi 120 dagar umframt uppsagnartíð. Tá ein tímaløntur verður
langtíðarsjúkur, áliggur tað arbeiðsgevaranum at rinda eina dagpeningaupphædd fyri
fimm dagar. Restina av útreiðslunum áliggur landskassanum.
Skal skipanin broytast soleiðis, at tey, sum eru fevnd av dagpeningaskipanini, fáa
rættindi til løn undir sjúku eins og í starvsmannalógini, samstundis sum arbeiðsgevarar
við starvsmonnum í starvi fáa somu treytir sum ásett í dagpeningalógini, fer tað at hava
við sær ein útreiðsluvøkstur upp á 10-tals mió. kr. árliga. Soleiðis sum haldførisútlitini
eru, verður neyðugt at hugsa skipanirnar av nýggjum, og eisini taka við onnur amboð
sum t.d. sonevndu møguleikaváttanina.
Talan er um eitt arbeiði, sum fer at krevja nógva fyrireiking og greiningar, og sum skal
gerast saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sum tað ikki verður gjørligt at
raðfesta áðrenn samgonguskeiðið er runnið.
Til spurning 5
Sambært samgonguskjalinum er ætlanin at dagføra verandi løgtingslóg um starvsmenn,
men tað er ikki sannlíkt, at eitt uppskot verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.
Almanna- og heilsumálaráðið, 26. januar 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 4 of 4 --
068.25 Spm. til M. Stórá frá A. Olsen - Løn vegna sjúku hjá tímaløntum og fólkum í tíðaravmarkaðum størvum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum
Evni: Løn vegna sjúku hjá tímaløntum og fólkum í tíðaravmarkaðum størvum
Spurningar:
1. Hvussu nógv tímalønt og fólk í tíðaravmarkaðum størvum arbeiða á ávikavist
eldraøkinum, heilsuøkinum og almannaøkinum í Føroyum?
2. Hvussu nógv tímalønt og fólk í tíðaravmarkaðum størvum út yvir omanfyri
nevndu økir eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum?
3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu hesi fólk eru stillaði í mun til løn
undir sjúku sammett við onnur, sum eru í føstum starvi?
4. Eru ætlanir at broyta lógina um starvsmenn soleiðis, at øll verða javnsett
fíggjarliga, tá sjúka rakar?
5. Nær verður ein nýggj lóg um starvsmenn løgd fyri Løgtingið?
Viðmerkingar:
Tað eru rættiliga nógv, sum arbeiða sum tímalønt og í tíðaravmarkaðum størvum í
Føroyum. Ein stórur partur av hesum fólkum arbeiða innan eldraøkið. Bara í
Tórshavnar kommunu, hevur undirritaða fingið at vita frá Heilsuhjálparafelag Føroya,
er talan um 180 starvfólk, sum eru tímasett. Hetta eru í allar flestu førum kvinnur,
sum eitt langt arbeiðslív hava arbeitt á økinum, og hóast tær ikki hava útbúgving
innan sítt fak, so hava tær drúgvar royndir og eru ein grundleggjandi súla undir, at
eldraøkið kann virka. Ein táttur í at fáa hesar kvinnur undir útbúgving var skipanin við
løn undir útbúgving, hvørs endamál var at geva hesum kvinnum ein veruligan kjans at
taka eina útbúgving innan sítt øki, men tíverri hava nógvir byrjanartrupulleikar verið
við hesi annars so kærkomnu skipan. Men vit síggja eisini nógv tímasett starvsfólk á
almanna- og heilsuøkinum, sum eru í somu støðu, og rættindini hjá hesum
tíðaravmarkaðu- og tímasettu eru eisini ótíðarhóskandi m.a. viðvíkjandi rættinum til
fulla kompensatión, tá sjúka rakar.
Meðan fólk í føstum starvi eru fult tryggjaði við løn, tá sjúka rakar, fáa tímalønt og
fólk í parttíðarsettum størvum í mesta lagi 80 % av eini arbeiðsmannaløn úr
dagpeningaskipinani hjá Almannaverkinum. Talan er um fólk, sum í nógvum førum
eru láglønt og hava uppihaldsskyldu frammanundan, og tí rakar tað enn meinari, tá
sjúka rakar.
Meðan tann danska lógin um starvsmenn, sum okkara lóg byggir á, er broytt fleiri
ferðir, har tímakravið fyri at fáa fult lønarendurgjald vegna sjúku er stytt, fyrst úr 20
tímum niður í 15 og síðani niður í 8 tímar, er okkara lóg ikki bøtt í nóg stóran mun.
Um tíðaravmarkaði og tímasett skulu hava fult endurgjald, kann hetta sjálvsagt raka
føroyskt vinnulív, og serliga smáar fyritøkur, meint, og tí kann hugsast, at
arbeiðsgevarar kunnu aftra seg við at seta fólk í starv, um tímatalið er ov lágt fyri, nær
starvsfólk er fevnt av starvsmannalógini. Ein møguleiki er tí at broyta
sjúkradagpengalógina, samstundis sum markið fyri at vera fevndur av
starvsmannalógini verður lækkað, soleiðis at arbeiðsgevarar fáa endurgoldið

-- 1 of 2 --

sjúkaradagpengasatsin hjá starvsfólki, tá teir rinda teimum løn undir sjúku. Hetta bleiv
m.a. sett í verk undir koronofarsóttini.
Tað er tó ein breiður skari í føroyska samfelagnum, sum ikki er nóg væl tryggjaður, tá
sjúka rakar; fólk, sum hava vital størv fyri tað føroyska samfelagið, m.a. sjófólk,
verkafólk og handverkarar. Tí er umráðandi at broyta og nútímansgera lógina um
starvsmenn yvirhøvur (bara heitið sjálvt er ótíðarhóskandi og ekskluderandi) soleiðis
at hesi fólkini verða javnsett við onnur, eitt nú tá sjúka rakar. Tí verða hesir
spurningar settir landsstýriskvinnuni.
Á Løgtingi, 14. januar 2026
Annika Olsen

-- 2 of 2 --