← Løgtingsmál

52-066/2025

Vitlíki og almennir stovnar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. jan. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
066.25 Svar frá R. Vang til U. H. Johannesen - Vitlíki og almennir stovnar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 23. januar 2026
Mál.: 26/00453
Viðgjørt NB
Tygara skriv: 52-066/2025
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-066/2025 frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni,
settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um vitlíki og almennir stovnar
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær verður almenna heildarætlanin um vitlíki liðug og løgd fyri Løgtingið at skifta orð um?
2. Hvørji stig ætlar landsstýriskvinnan at taka komandi tíðina, so vitlíki kann setast í verk og
brúkast í almenna geiranum?
3. Hvørji dømi eru um, at almennir stovnar hava lagt um og gagnnýtt vitlíki í sínum arbeiði í
2025, og hvussu er produktiviteturin í arbeiðstíðini ávirkaður av hesum sama?
Svar til spurning nr. 1.
Eftir at landsstýriskvinnan á sumri 2025 formliga hevði fingið málsøkið vitlíki um hendið, legði hon
uppgávuna til Gjaldstovuna at umsita. Saman við Gjaldstovuni avráddi Fíggjarmálaráðið, at ein
landsfevnandi heildarætlan (strategi) fyri vitlíki skuldi gerast, og fyrsta stigið í hesum sambandi var
ein forkanning.
Forkanningin, sum verður liðug í februar, er ein støðulýsing. Hon vísir okkum, hvar vit standa, og er
eitt neyðugt grundarlag til at gera sjálva heildarætlanina. Heildarætlanin hevur til endamál at lýsa
hvussu vit í Føroyum gagnnýta vitlíki á bestan hátt, so tað kann verða við til at loysa
haldførisavbjóðingarnar, styrkja um kappingarføri, og varðveita og styrkja føroyska málið.
Áðrenn arbeiðið at gera sjálva heildarætlanin kann fara í gongd, skal fígging finnast til hetta arbeiðið.
Mett verður at hetta arbeiði kostar umleið 1 mió. kr. Verður fíggingin tøk kann heildarætlanin verða
liðug og almannakunngjørd í ár, og kann hon tá fara til politiska støðutakan.
Heildarætlanin er fortreytin fyri, at vit neyvt kunnu siga, hvat skal setast av til at fremja og seta í verk
hesi átøk næstu árini. Uttan hesa fyrireiking vita vit ikki, hvat veruliga loysnin kostar ella krevur.
Tað ber til at fylgja gongdini á forkanningini á verkætlanar heimasíðuni: vitliki.talgildu.fo
Svar til spurning nr. 2.
Fyrsta stig er ein forkanning, næsta stig er ein heildarætlan, triðja stig er íløgur og verksetan.
Heildarætlanin skal tryggja, at vitlíki loysir veruligar samfelagsligar avbjóðingar. Forkanningin hevur
longu avdúka at møguleikarnir liggja serliga á fýra høvuðsøkjum, sum krevja íløgur nú:

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
1. Føroyska málið: Vitlíkitøkni skal skilja og tosa føroyskt. Hetta snýr seg ikki bara um at
varðveita málið, men um at tryggja, at føroyingar kunnu nýta tøknina á sínum egna máli -
líkamikið um talan er um eldri borgarar, børn ella vinnulív.
2. Góðar tænastur og meira vælferð: Okkara almenna arbeiðsmegi er undir einum øgiligum
trýsti. Vitlíki skal ikki spara fólk burtur, men lætta um hetta trýsti og frígeva tíð, so starvsfólk
fáa betri stundir til teirra kjarnuuppgávur - eitt nú í heilsuverkinum, eldrarøkt og ymiska
málsviðger.
3. Vinnuligir karmar: Tað almenna skal skapa rætta umhvørvið og trygga lóggávu, sum gevur
føroyskum fyritøkum møguleika at menna nýggjar loysnir og standa seg í altjóða kapping.
4. Fatan og førleikar: Vit mugu tryggja, at føroyingar skilja vitlíkitøkni. Hetta er avgerandi fyri,
at fólk kunnu gagnnýta fyrimunirnar, men eisini fyri at fólk kunnu verja seg móti vandum
sum svik og miskunning.
Heildarætlanin fer at avísa ítøkilig átøk Føroyar kann fara undir fyri at røkka teir ágóðar ið eru at
vinna. Gera vit hetta rætt, fáa vit eitt samfelag, har tøknin tænir okkum og ikki øvugt.
Svar til spurning nr. 3.
Í løtuni hava vit einki samlað yvirlit yvir, hvussu vitlíki verður brúkt í tí almenna og tað hevur ikki
verið partur av forkanningini at gera yvirlit yvir alla nýtslu av vitlíki í tí almenna.
Nógv starvsfólk brúka longu tól sum ChatGPT og Co-pilot, men hetta hendir uttan felags
leiðbeiningar ella málssetningar.
Vandin við hesum er, at upplýsingar kunnu enda í skeivum hondum, og at stovnar keypa dýrar
loysnir hvør sær, heldur enn at vit gera felags innkeyp. Heildarætlanin er avgerandi fyri at fáa skil á
hesum, so vit nýta skattakrónurnar skilagott og tryggja dátuverndina.
Gjaldstovan er vitandi um, at onkrir almennir stovnar hava verkætlanir koyrandi, sum hava til
endamál at gagnnýta vitlíki á teirra stovni, men hesar verkætlanir eru okkum kunnugt ikki
almannakunngjørdar enn. Sum heild vísa verkstovurnar sum eru hildnar, at tað eru fáir stovnar sum
hava tikið tøknina til sín, hóast tey síggja stórar møguleikar við tøknini.
Heildarætlanin skal broyta hetta, so vit kunnu máta nýtsluna, deila bestu loysnirnar tvørtur um
stovnar, og leiðbeina allar stovnar um hvussu teir á besta hátt koma ígongd við vitlíki.
Ruth Vang
Landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
066.25 Spm. til R. Vang frá U. H. Johannesen - Vitlíki og almennir stovnar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Vitlíki og almennir stovnar
Spurningar:
1. Nær verður almenna heildarætlanin um vitlíki liðug og løgd fyri Løgtingið at
skifta orð um?
2. Hvørji stig ætlar landsstýriskvinnan at taka komandi tíðina, so vitlíki kann
setast í verk og brúkast í almenna geiranum?
3. Hvørji dømi eru um, at almennir stovnar hava lagt um og gagnnýtt vitlíki í
sínum arbeiði í 2025, og hvussu er produktiviteturin í arbeiðstíðini ávirkaður
av hesum sama?
Viðmerkingar:
Vitlíki fer komandi árini at lætta munandi um arbeiðsgongdirnar á nógvum almennum
arbeiðsplássum. Uppgávur kunnu loysast við færri arbeiðstímum, og tað fer at broyta
arbeiðsdagin hjá nógvum starvsfólkum. Spurningurin er nú fyrst og fremst, hvussu
skjótt og skipað tað skal setast í verk.
Í øðrum londum er vitlíki farið at arbeiða við ávísum umsitingarligum uppgávum,
sum er við til at stytta bíðitíðirnar hjá borgarum og geva starvsfólki betri tíð at
hugsavna seg um aðrar uppgávur - tildømis, tá skrivlig arbeiði, lóggávuarbeiði,
roknskapareftirlit, røntgenmyndir, undirvísingarætlanir, forritarauppgávur,
veðurforsagnir og nógv annað skulu gerast og greinast. Í Føroyum eru eisini dømi um
hetta sama, umframt kjattbottar, ið skriva og skilja føroyskt, og sum kunnu leiðbeina
og svara spurningum frá fólki alt samdøgrið.
Politiskt er tað neyðugt at hava tamarhald á tøkniligu umskipanini, so rætt verður farið
fram – eisini við atliti at dátuvernd og trygd. Í heyst fór landsstýrið so undir tiltrongda
arbeiðið at gera eina heildarætlan um vitlíki og orða eina visión fyri almennu nýtsluna
av vitlíki.
Onnur Norðurlond eru frammarliga á økinum. Í Finnlandi verður arbeitt miðvíst við
vitlíki og automatisering. Norra hevur sett sær fyri at vera fremst í talgildingini, har
almenni geirin skal vera ein drívmegi. Í Svøríki hava tey eisini góðar royndir at vísa á,

-- 1 of 2 --

og ein dagførdur vitlíkispolitikkur skal eftir ætlan leggjast fram í vár. Og í Danmark
eru tey eisini so smátt farin at seta vitlíkisskipanir í verk í almennu umsitingini,
heilsuverkinum, eldrarøktini og aðrastaðni, og stjórnin hevur sett sær fyri, at vitlíki
skal leysgeva 30.000 ársverk fram til 2035, sum ístaðin kunnu brúkast aðrastaðni í
almenna geiranum.
Fyri at fáa innlit í broytingarnar, sum fara fram her heima, og hvussu landsstýrið ætlar
at handfara hetta frameftir, so verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 7. januar 2026
Uni Holm Johannesen

-- 2 of 2 --