52-065/2025
Námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. jan. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
065.25 Svar frá D. N. Joensen til A. Olsen - Námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 15. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 14. januar 2026 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-149 110 Tórshavn Viðgjørt: HW Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-065/2025, eftir § 52a í Tingskipanini, frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum. Spurningurin er soljóðandi: 1. Er ætlanin at seta námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum? 2. Um ja, nær kann hetta setast í verk? 3. Um allir námsfrøðingar í fólkaskúlanum ikki kunnu setast fulla tíð beinanveg, er tað so eitt fyrsta stig at byrja við serstovunum? 4. Er ætlanin at taka Føroya Pedagogfelag við í arbeiðið hjá Fólkaskúlaráðnum um støðuna hjá námsfrøðingunum í fólkaskúlanum? Svar Til 1: Ja, ætlanin er at arbeiða fram ímóti, at námsfrøðingar verða settir fulla tíð í fólkaskúlanum, har fyrsta stig er at lyfta starvsbrotið hjá námsfrøðingum í serflokkum upp á 1,0. Til 2: Landsstýrismaðurin tekur hetta málið í størsta álvara og vil seta tað í verk skjótast gjørligt. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur arbeitt við hesum málinum, og í løtuni eru vit í samskifti við Fíggjarmálaráðið um, hvussu vit í fyrstu atløgu kunnu fáa námsfrøðingar í serflokkum í fólkaskúlanum upp á fulla tíð. Endamálið er at fáa námsfrøðingar í serflokkum í fólkaskúlanum upp á fult starv so skjótt sum til ber. Til 3: Ja, tað er heilt avgjørt ætlanin at byrja við námsfrøðingunum, sum starvast í serflokkunum, tí her hava námsfrøðingar ein serliga týdningarmiklan leiklut. Í serflokkum snýr arbeiðið seg í stóran mun um at tryggja trivnað, menna relatiónir og stuðla undir persónliga og sosiala menning hjá næmingunum – og hetta eru júst kjarnuøki, har námsfrøðingar hava serligan fakligan førleika. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Trivnaður og tryggleiki eru grundleggjandi fortreytir fyri, at næmingarnir yvirhøvur fáa gagn av undirvísingini. Í verki arbeiða námsfrøðingar og lærarar í serflokkunum tætt saman, tvørfakligt og við felags ábyrgd fyri næmingunum. Tí er tað sera umráðandi, at námsfrøðingar fáa eina greiða og rættvísa arbeiðstíðaravtalu, sum tekur hædd fyri teirra týdningarmikla leikluti og dagliga arbeiði. Til 4: Fólkaskúlaráðið hevur viðgjørt støðuna hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum, eitt nú starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í serflokkunum og í fólkaskúlanum sum heild. Í hesum sambandi hevur Føroya Pedagogfelag luttikið á fundi í Fólkaskúlaráðnum, har Pedagogfelagið fekk høvi at leggja fram síni sjónarmið, umframt at spurningar og ivamál vóru umrødd. Landsstýrismaðurin hevur avgjørt at taka hetta málið upp til viðgerðar í Fólkaskúlaráðnum út frá tí ásjón, at tað hevur alstóran týdning at fáa lýst og greina støðuna hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum, soleiðis at námsfrøðingar skjótast gjørligt fáa greið og vælskipað arbeiðsviðurskifti í fólkaskúlanum, bæði í mun til ábyrgd, leiklut, arbeiðsuppgávur, fyrireiking, førleikamenning og starvsnormering. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
065.25 Spm. til D. N. Joensen frá A. Olsen - Námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum Spurningar: 1. Er ætlanin at seta námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum? 2. Um ja, nær kann hetta setast í verk? 3. Um allir námsfrøðingar í fólkaskúlanum ikki kunnu setast fulla tíð beinanveg, er tað so eitt fyrsta stig at byrja við serstovunum? 4. Er ætlanin at taka Føroya Pedagogfelag við í arbeiðið hjá Fólkaskúlaráðnum um støðuna hjá námsfrøðingunum í fólkaskúlanum? Viðmerkingar: Sambært grein hjá Føroya Pedagogfelag hava námsfrøðingar starvast í 20 ár í fólkaskúlunum (grein í Pedagogblaðnum frá november 2025). Arbeiðsuppgávurnar hava verið ymiskar: alt frá stuðlum í flokshølunum til at starvast á serstovum. Hóast eina langa siðvenju, har lærarar og námsfrøðingar hava arbeitt lið um lið til tess at styrkja einstaka næmingin til at trívast og harvið at megna at læra, so hava námsfrøðingar stríðst við at sleppa at arbeiða fulla tíð. Talan er um 150 limir hjá Føroya Pedagogfelag, tilsamans 150 ársverk, sum starvast í fólkaskúlanum, har tann hægsti brøkurin er 0,85. Tó skal viðmerkjast, at tað er onkur einstakur námsfrøðingur, ið starvast sum toymisleiðari, sum hevur fullan brøk. Ein orsøk til hetta er, at ábyrgdarbýtið er ógreitt hjá námsfrøðingunum í fólkaskúlanum hvat viðvíkur arbeiðsuppgávum, førleikamenning, fyrireiking v.m. Hetta eru viðurskifti, sum mugu vera púra greið. Tað eru nógvar góðar royndir við samstarvi ímillum námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar, har næmingurin er í miðdeplinum, og har námsfrøðingar og lærarar koma við hvør sínari fakligari vitan um, hvussu trivnaðurin hjá tí einstaka næminginum kann betrast, og harvið styrkja um fakligu menningina hjá næminginum. Guli skúli í Tórshavn er eitt gott dømi um hetta, har læringsumhvørvið verður sett í hásætið. Her er starvfólkabýtið ávikavist 2/3 lærarar og 1/3 námsfrøðingar, og royndirnar við góðum samstarvi hava verið góðar. Hóast góðar royndir við tvørfakligum samstarvi um tann einstaka næmingin, so er tað ein ójavni ímillum teir fakbólkar, sum hava ábyrgdina av næminginum. Meðan fólkaskúlalærarin er settur fulla tíð, er námsfrøðingurin settur við einum minni brøki. -- 1 of 2 -- Skal læringsumhvørvið framhaldandi styrkjast, er tað umráðandi, at námsfrøðingar eins og lærarar verða settir fulla tíð, har fyrireiking og annað eisini verður roknað uppí. Tað er somuleiðis umráðandi, at Føroya Pedagogfelag, sum umboðar allar námsfrøðingar í fólkaskúlanum, fær ávirkan á starvsrættarligu viðurskiftini í Fólkaskúlaráðnum, sum í løtuni viðgerð spurningin um leiklutin hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum. Á Løgtingi, 6. januar 2025 Annika Olsen -- 2 of 2 --