← Løgtingsmál

52-064/2025

Viðgerðartrygd, lággáttartilboð og avrúsing á Landssjúkrahúsinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. jan. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
064.25 Svar frá M. Stórá til K. W. Poulsen - Viðgerðartrygd lágáttartilboð og avrúsing á LS.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 16. januar 2026
HMR j. nr. 26/00177-8
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-064/2025 eftir § 52a í tingskipanini um viðgerðartrygd, lággáttartilboð og
avrúsing á Landssjúkrahúsinum, frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Metir landsstýriskvinnan, at viðgerðartrygd fyri rúsevnamisnýtarar kann setast í verk?
2. Um ja, hvussu kann ein slík viðgerðartrygd skipast?
3. Metir landsstýriskvinnan, at tørvur er á einum lággáttartilboði til rúsevnaviðgerð?
4. Um ja, hvussu kann eitt slíkt lággáttartilboð skipast?
5. Hvat skal til fyri at skipa eitt tilboð á Landssjúkrahúsinum, har rúsevnamisnýtarar kunnu
koma til avrúsingar?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Tann viðgerðartrygd, sum partvíst er sett í verk í almenna heilsugeiranum í okkara
grannalondum, er skipað soleiðis, at tað verður ásett ein ávíst tíðarfreist í mun til, at tað
almenna skal veita kanning og viðgerð. Um viðgerðarstaðið, sum borgarin er ávístur til, ikki
megnar at veita tilboðið innan freistina, hevur borgarin rætt til at velja eitt annað
viðgerðarstað, ið sum oftast er í privata geiranum.
Í dag eru tað sjálvsognarstovnarnir Frælsi, Heilbrigdi og Blákrossheimið, sum veita viðgerð
fyri bundinskap av rúsdrekka og rúsevnum. Viðgerðarstovnarnir fáa játtan á fíggjarlógini, og
er virksemið skipað í viðtøkum og reglugerðum við avvarðandi stjórnarráð og í samsvari við
viðkomandi lóggávu á økinum.

-- 1 of 3 --

Spurningurin er, hvussu ein viðgerðartrygd kann virka í sambandi við rúsdrekka- og
rúsevnaviðgerð. Um tað verður ásett ein viðgerðartrygd, og hesir viðgerðarstovnar ikki megna
at halda freistina, er avbjóðingin hvar borgarin, sum er bundin av rúsdrekka og rúsevnum, so
skal fara. Skal borgarin hava rætt til at velja viðgerð á einum viðgerðarstað uttanlands, sum tað
almenna skal gjalda, ella skal tað almenna við eini viðgerðartrygd gjalda til møguligar
parallellar privatar skipanir, sum verða bygdar upp, og sum væntandi koma at kappast um
verandi starvsfólk innan viðgerðarøkið.
Eg meti ikki, at ein viðgerðartrygd fyri fólk, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum, er ein
gongd leið í Føroyum. Í staðin eiga vit at skipa viðgerðartilboðini øðrvísi í Føroyum og í
samsvari við eitt av málunum í samgonguskjalinum:
“Fólk, sum eru komin út í bundinskap av rúsdrekka og rúsevnum, skulu hava viðkomandi
tvørfakliga viðgerð og hjálp sum skjótast. Vit skulu hava eitt meira fjøltáttað tilboð við
ambulantari viðgerð”.
Í hesum sambandi havi eg biðið um eina lýsing av verandi viðgerðartilboðnum fyri at staðfesta,
hvørt tørvur er á fleiri ambulantum tilboðum, og um verandi viðgerðarstovnar veita neyðugu
viðgerðina. Hendan lýsing er um at vera liðug og fer at verða viðgjørd í næstum.
Ein annar trupulleiki í sambandi við rúsdrekka- og rúsevnaviðgerð varð m.a. tikin upp í álitinum
“Endurskoðan av RÓWT og tænastum til ung við samansettum og umfatandi sálarligum, sosialum
og rúsevnistrupulleikum”, sum ein tvørfakligur arbeiðsbólkur handaði avvarðandi landsstýrisfólkum
í juni í fjør. Álitið vísti m.a. á avbjóðingina við, at fólk við dupultdiagnosum detta niður millum
skipanirnar.
Í samsvari við álitið verður í løtuni arbeitt við at seta enn ein tvørfakligan bólk, sum skal lýsa,
hvussu eitt rúsviðgerðartilboð, ið rúmar fólki við dupultdiagnosum, skal skipast. Herundir lýsing av
innihaldi, fakligum førleikum hjá starvsfólkum og kostnaði. Harumframt um eitt av verandi
viðgerðarstøðum kann víðkast ella umskipast til endamálið, ella um avrúsing og rúsviðgerð til
málbólkin skal skipast á annan hátt.
Til spurning 3 og 4
Spurningurin er, hvat liggur í hugtakinum “lággáttartilboð”, tá ið tað viðvíkur rúsdrekka- og
rúsevnaviðgerð. Eg meti ikki, at tað er rætt at ganga uppá kompromis við fakligu dygdina, fyri at
tað skal verða lættari at fáa viðgerð og fleiri skulu koma ígjøgnum skipanina. Til dømis eigur ein
avrúsing altíð at verða gjørd undir læknaligari ábyrgd.
Í samsvari við tilmælið í áðurnevnda álitinum um RÓWT, verður eitt tilhaldsstað (lágáttartilboð)
skipað undir Almanna- og heilsumálaráðnum, sum letur upp í fyrru hálvu av hesum árinum.
Rúsviðgerðarstovnarnir fara at hava ein leiklut í nýggja tilhaldsstaðnum við at veita samrøður og
fakliga vegleiðing til ung við rúsavbjóðingum, og við at luttaka í tvørfakliga samstarvinum á

-- 2 of 3 --

staðnum. Hetta við tí fyri eygað at styrkja samanhangin millum stuðul, fyribyrging og viðgerð, og
gera tað lættari hjá teimum ungu at taka stig til víðari rúsevnisviðgerð, tá tey eru klár.
Eg meti í hesum sambandi, at tað hevur týdning, at vit skipa okkum soleiðis, at flest møgulig fólk,
ið eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum, verða loftaði, tá ið tey eru motiveraði at fara í viðgerð, og
at tað í størst møguligan mun verður fyribyrgt, at fólk detta niður millum skipanirnar. Sum áður
nevnt er eitt arbeiði í gongd við at lýsa og viðgera, um verandi tilboð á økinum eru nøktandi,
samstundis sum farið verður undir eitt arbeiði, sum skal lýsa, hvussu eitt rúsviðgerðartilboð, ið
rúmar fólki við dupultdiagnosum, skal skipast.
Til spurning 5
Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað vorðið ein siðvenja, at sjúklingar verða innlagdir á Medisinska
depilin ella Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, tá ið tørvur er á abstinensviðgerð í
sambandi við avrúsing. Tílík abstinensviðgerð tekur 1-4 dagar. Eftir hetta má víðari viðgerð móti
rúsdrekka- ella rúsevnamisnýtslu verða veitt í øðrum høpi, um tørvur er á tí, ella sjúklingurin ynskir
tað.
Sjúklingar fáa sostatt abstinensviðgerð á Landssjúkrahúsinum sum er, men talan er bert um
abstinensviðgerð, sum liður í avrúsing, og ikki eitt samla generelt tilboð um avrúsing.
Sambært Sjúkrahúsverkinum kundi tað verið skilagott at sett í verk eitt tilboð um avrúsing í
Sjúkrahúsverkinum, men hetta hevði verið eitt nýtt tilboð, sum bæði krevur at starvsfólk ogna sær
førleikar til at veita hesa viðgerð og egnaðar fysiskar karmar til eitt tílíkt tilboð. Sambært hagtølum
hjá Landssjúkrahúsinum hava bæði medisinsku seingjardeildirnar og psykiatrisku seingjardeildirnar
ein sera høgan belegning, ofta yvir 100 prosent. Tí ber tað ikki til at skipa eitt nýtt tilboð innanfyri
verandi karmar, uttan at niðurlaga okkurt annað av viðgerðartilboðunum.
Almanna- og heilsumálaráðið, 16. januar 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
064.25 Spm. til M. Stórá frá K. W. Poulsen - Viðgerðartrygd, lággáttártilboð og avrúsing á Landssjúkrahúsinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum
Evni: Viðgerðartrygd, lággáttártilboð og avrúsing á Landssjúkrahúsinum
Spurningar:
1. Metir landsstýriskvinnan, at viðgerðartrygd fyri rúsevnamisnýtarar kann setast
í verk?
2. Um ja, hvussu kann ein slík viðgerðartrygd skipast?
3. Metir landsstýriskvinnan, at tørvur er á einum lággáttartilboði til
rúsevnaviðgerð?
4. Um ja, hvussu kann eitt slíkt lággáttartilboð skipast?
5. Hvat skal til fyri at skipa eitt tilboð á Landssjúkrahúsinum, har
rúsevnamisnýtarar kunnu koma til avrúsingar?
Viðmerkingar:
Seinastu tíðina hava vit í miðlunum hoyrt, at menniskju, sum eru bundin at rúsevnum,
ikki sleppa framat viðgerð fyri teirra misnýtslu. Fyri summi er gáttin at koma í
viðgerð ov høg. Hetta er ein ónd ringrás, tí tey, sum ikki fáa atgongd til viðgerð, hava
torført við at koma aftur á beint. Og sostatt eru tey fastlæst í sínari støðu og koma ikki
víðari í lívinum.
Rúsevnamisnýtarar, ið eru sera illa fyri og hava ymsar samansettar trupulleikar, detta
niður ímillum verandi skipanir.
Ynski er um, at eitt lággáttartilboð skal skipast, so at øll, ið hava tørvin, kunnu koma í
viðgerð fyri rúsevnamisnýtslu, eisini um tey einki stað hava at búgva. Spurningurin
er, hvussu hesi menniskju kunnu fáa ta hjálp, sum teimum tørvar, og um
viðgerðartrygd er partur av loysnini.
Eitt tilboð um avrúsing fyri rúsevnamisnýtarar á Landssjúkrahúsinum er til gagns fyri
misnýtarar, teirra avvarðandi umframt fyri rúsevnaviðgerðar. Ynskja fólk at fara til
avrúsingar uttanfyri vanliga arbeiðstíð, er neyðugt, at eitt tilboð við lágari gátt er til
reiðar at taka ímóti teimum. Er talan um tey avvarðandi, sum standa við einum av
teirra kæru, kunnu tey vera í dýrastu neyð, um einki viðgerðarstað er at taka ímóti
teimum, ið treingja.
Heilsufakliga kann tað vera torført hjá verandi viðgerðarstøðum at taka ímóti fólki til
avrúsingar uttanfyri vanliga arbeiðstíð, um misnýtarin hevur samansettar trupulleikar
og er bundin av sterkum rúsevnum, sum krevja góðar heilsufakligar førleikar.

-- 1 of 2 --

Heilsumyndugleikarnir seta hægri krøv enn áður til heilsufakligu førleikarnar hjá
teimum, ið starvast á viðgerðarstøðunum.
Eitt slíkt avrúsingartilboð á Landssjúkrahúsinum krevur nógv, bæði heilsustarvsfólk
og fígging, men hinvegin kunnu vit spyrja, um ikki prísurin er hægri fyri tey
oyðiløgdu lívini, sum vit tíverri alt meira eru vitni til.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum.
Á Løgtingi, 5. januar 2026
Kristianna Winther Poulsen

-- 2 of 2 --