52-063/2025
Fremmand trúarsúmbol í Føroyum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. jan. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
063.25 Svar frá S. Stenberg til J. av Rana - Fremmand trúarsúmbol í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F O R E I G N A F F A I R S A N D C U L T U R E Tinganes • Postrúm 64 • FO-110 Tórshavn (+298) 30 66 00 • um m r@um m r.fo • www.um m r.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 16. januar 2026 Mál: 26/00175 Tygara skriv: 52-063/2025 Viðgjørt: BB/ká Svar til skrivliga fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður Løgtingsmál nr. 52-063/2025 Evni: Fremmand trúarsúmbol í Føroyum Spurningar: 1. Hvørjar eru mannagongdirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum – krevjast umsóknir til slík, og um so er hvørjar og til hvønn? 2. Hvørjir møguleikar eru fyri at avmarka ella forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum? 3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk? Svar: Til 1: Hvørjar eru mannagongdirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum – krevjast umsóknir til slík, og um so er hvørjar og til hvønn? Ongar serstakar mannagongdirnar galda fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum. Umsókn krevst tí ikki. Alt eftir stødd og nágreiniligari staðseting er hugsandi, at neyðugt kann verða at søkja um byggiloyvi, hóast talan er bert um størri súmbol - og ikki høli. Svarið verður tó fyri tað mesta avmarkað til spurningar um høli, tí viðmerkingarnar til spurningarnar snúgva seg um moskur og deplar. Staðseting av átrúnaðarligum hølum í Føroyum er ikki løgskipað serstakt í lóggávuni. Slík høli eru fevnd av vanligu reglunum um at byggja og nýta bygningar, herundir byggiloyvi og býarskipanarreglur, sum kommunurnar umsita. Heldur ikki krevst serligt loyvi frá landsstýrinum til at nýta høli til átrúnaðarlig endamál. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 Í mun til trúarsamfeløg er at siga, at onnur trúarsamfeløg enn fólkakirkjan bert eru løgskipað í avmarkaðan mun. Góðkenning frá landsstýrisfólkinum er kravd, um eitt trúarsamfelag ynskir rætt til kirkjuliga vígslu. Til 2: Hvørjir møguleikar eru fyri at avmarka ella forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum? Rætturin at útinna átrúnað er eitt nú vardur sambært Evropiska Mannarættindasáttmálanum, sum bleiv innlimaður í føroyska lóggávu í ár 2000 og er á hægri rættarstigi enn vanlig lóggáva. Átrúnaðarfrælsið, savningarfrælsið og forboðið móti mismuni eru grundleggjandi mannarættindi, sum eisini fevna um møguleikan at hava høli, ið eru neyðug fyri at inna átrúnað. Avmarkingar ella forðingar í vard mannarættindi ber bert til at seta við greiðari lógarheimild , og tær mugu verða grundaðar á atlit at tungtvigandi og samfelagsliga viðurkendum endamálum, so sum almennu trygdina, friðin, heilsuna ella virðingina fyri rættindunum hjá øðrum. Inntriv skulu harumframt vera neyðug og proportional í mun til endamálið. Serliga tungtvigandi grundir skulu til, um beinleiðis inntriv skulu verða vend móti einum ávísum trúarsamfelagi ella átrúnaði. Í rættarvenju hjá Mannarættindadómstólinum í Strasbourg eru fleiri dømi um, at slík inntriv eru góðtikin, tá ið eitt nú almenn trygdar- og skipanaratlit ganga framum átrúnaðarlig atlit hjá borgarunum, t.d. í ferðslu-, byggi- og býarskipanarmálum. Hesi koma undir undantaksregluna til vardu politisku og borgarligu mannarættindi. Til 3: Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk? Ætlanin er ikki at seta avmarkingar ella forðingar í verk, ið hava til endamáls at avmarka vard mannarættindi hjá borgarum landsins. Slík tiltøk høvdu neyvan heldur verið í samsvari við tær altjóða skyldur, sum Føroyar hava bundið seg til. Hinvegin er lóggáva um trúarsamfeløg í øðrum londum, og vert er at viðgera, um tørvur er á slíkari lóggávu í Føroyum. Uttanríkis- og mentamálaráðið Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
063.25 Spm. til S. Stenberg frá J. av Rana - Fremmand trúarsúmbol í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. jan. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum Evni: Fremmand trúarsúmbol í Føroyum Spurningar: 1. Hvørjar eru mannagongdirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum – krevjast umsóknir til slík, og um so er hvørjar og til hvønn? 2. Hvørjir møguleikar eru fyri at avmarka ella forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum? 3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk? Viðmerkingar Seinastu tíðina hava tíðindi borist um ætlanir um staðseting av sonevndari mosku í Føroyum. Hesi tíðindi eru m.a. grundaði á eina almenna lýsing eftir hølum, muslimskum hølum til djúphugsan og fráboðan, og um stovnan av einum felag við sama endamáli (Center for muslimsk meditationshus). Hesi tíðindi hava skapt rúgvusmikið kjak millum manna, har nøkur fegnast meðan mong harmast, óttast og ávara. Hesi ávara móti at opna dyr fyri einari fremmandari ideologi, sum slík hølir, sum í longdini kunnu hugsast at enda sum moska, fara at umboða. Meðan tey, ið tala fyri, tosa um fordómar og ótolsemi, vísa tey, ið tala ímóti, á royndir úr grannalondum og øðrum londum. Har verða ávirkanir og fylgjur av slíkum deplum og moskum sagdar vera beinleiðis vandamiklar fyri vesturlendsku, á kristna boðskapin grundaðu, mentanina. Víst verður á ávirkan frá fremmandum tjóðum gjøgnum fíggjarligan stuðul til bygging og rakstur av moskum, og beinleiðis verða slíkar ákærdar fyri at skapa paralellsamfeløg, ið elva til ófrið og forða fyri tillaging (integratión). Á Løgtingi, 5. januar 2026 Jenis av Rana -- 1 of 1 --