← Løgtingsmál

52-062/2025

Um boriútgerðina til Tjørnuvíkartunnilin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. jan. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
062.25 Svar frá R. Vang til H. Old - Um boriútgerðina til Tjørnuvíkartunnilin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. jan. 2026

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 7. januar 2026
Mál.: 26/00452
Viðgjørt AE
Tygara skriv: 52-062/2025
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-062/2025 frá Henrik Old, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um boriútgerðina til Tjørnuvíkartunnilin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví er boriútgerðin til Tjørnuvíkartunnilin ikki flutt norður enn – og hvar stendur hon nú?
2. Nær kann væntast, at boriútgerðin verður flutt?
3. Nær verður fyrsta skotið latið av til Tjørnuvíkartunnilin?
Svar til spurning 1 og 2
Tunnilsliðið hjá Landsverki varð stovnað til at bora tunlar til smæstu støðini, og ætlanin hevur verið
at halda áfram við Tjørnuvíkartunnilin, tá Dalstunnilin var liðugt boraður.
Tjørnuvíkartunnilin er liðugt fyrireikaður. Landsverk ætlar fyrst at bjóða arbeiðið út at gera økið
kring tunnilsmunnarnar til privatar fyritøkur at gera, áðrenn tunnilsliðið hjá Landsverki kann byrja
uppá sjálvan tunnilin.
Orsøkin til at útgerð, ið hoyrir til tunnilsgerð hjá tunnilstoyminum ikki er flutt norður enn er, at ein
partur av útgerðini framvegis verður brúktur til at gera Dalstunnilin lidnan. Onnur útgerð stendur á
maskinstøðini í Sundum og aðrastaðni, og nakað verður brúkt. Harumframt er byggiplássið ikki gjørt
við Marmaskallará, har portalurin verður Haldórsvíkarmegin. Tunnilsborivognurin stendur vanliga í
tjaldi, í hesum føri í Húsavík, tá hann ikki verður brúktur.
Útgerðin til tunnilsgerðina verður flutt norður til byggiplássið, tá byggiplássið við
Marmaskallará norðanfyri Víkarnes er klárt.
Svar til spurning 3
Hetta er ein kostnaðarmikil íløga, og politisk støða má takast til, hvussu verkætlanin verður raðfest í
langtíðarløguætlanini áðrenn farið verður í gongd við arbeiðið. Ein verklagslóg eigur at verða gjørd
soleiðis, at løgtingið kann taka støðu til Tjørnuvíkartunnilin.
Landsverk hevur í oktobur 2025 mett, at Tjørvuvíkartunnilin kostar 200 mió. kr., um tunnilsliðið
borar tunnilin. Metingin byggir á kostnaðin av Dalstunnlinum, sum tunnilsliðið boraði. Tað verður
eisini neyðugt at breiðka ein part av vegnum frá Brúnni við Streymin og norður til tunnilin, sum
verður mett til at kosta eini 50 mió. kr. Samanlagt 250 mió kr. í 2025 prísum. Harumframt er eitt
váðaískoyti uppá 50 mió. kr.
Tøka játtanin til Tjørnuvíkartunnilin er 12 mió. kr. í ár, og sambært fíggjarlógini er játtanin 10 mió.
kr. í 2027 og eisini 10 mió. kr. í 2028.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum kann gerast so langt játtanin røkkur á hvørjum ári, men fyri at
hava eina skilagóða arbeiðsgongd við tunnilsgerðini, metir Landsverk, at neyðugt verður við eini
árligari játtan á millum 30 mió kr. til 40 mió. kr.
Ruth Vang
Landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
062.25 Spm. til R. Vang frá H. Old - Um boriútgerðina til Tjørnuvíkartunnilin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. des. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
§ 52a eftir Tingskipanini
Spyrjari: Henrik Old, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Um boriútgerðina til Tjørnuvíkartunnilin
Spurningur:
1. Hví er boriútgerðin til Tjørnuvíkartunnilin ikki flutt norður enn – og hvar stendur hon nú?
2. Nær kann væntast, at boriútgerðin verður flutt?
3. Nær verður fyrsta skotið latið av til Tjørnuvíkartunnilin?
Viðmerking:
Hendan samgongan hevur í fleiri fíggjarlógum sett játtan av til Landsverk at fyrireika og gera eina
nýggja farleið til Tjørnuvíkar. Á borgarafundi í Tjørnuvík á sumri 2024 greiddu Landsverk og
landsstýrismaðurin frá, at fyrireikingarnar gingu væl og ætlanin var at byrjað arbeiðið á vetri í 2024.
Samgongan hevur verið samd um, at so skjótt toymið hjá Landsverki var liðugt at bora Dalstunnilin,
skuldi útgerðin flytast norðureftir, so farast kundi undir at bora til Tjørnuvíkar uttan drál.
Seinasta skotið í Dalstunlinum var latið av fyri júst tveimum árum síðani og arbeiðsfólkið í
boritoyminum var liðugt við tunnilsarbeiðið fyrr í ár. Men enn er eingin útgerð at síggja hvørki í
Tjørnuvík ella í Haldórsvík.
Tí setur undirritaði landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum hesar spurningar.
Á Løgtingi, 18. desember 2025
Henrik Old

-- 1 of 1 --