52-061/2025
Ríkisveitingin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. jan. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
061.25 Svar frá R. Vang til E. Eidesgaard - Ríkisveitingin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. des. 2025
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 22. desember 2025 J.nr.: 25/33856 Viðgjørt: TM Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-061/2025 frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um ríkisveitingina. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu stór hevur árliga ríkisveitingin verið frá og við 1988? 2. Hvussu stórar hava árligu inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið frá og við 1988, og hvussu stórur partur av hesum hevur ríkisveitingin verið? 3. Hvussu stór hevur árliga bruttotjóðarúrtøkan verið frá og við 1988, og hvussu stórur partur av hesum hevur ríkisveitingin verið? Svar til nr. 1, 2 og 3 Víst verður til talvu 1. Tinganes, 22. desember 2025 Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Talva 1 Ríkisveiting, inntøkur hjá landi, kommunum og almennum grunnum og bruttotjóðarúrtøka árini 1988 til 2025 Ár Ríkisveiting (mió. kr.) (*) Inntøkur hjá landi, kommunum og almennum grunnum (mió. kr.) Ríkisveiting í % av inntøkum hjá landi, kommunum og almennum grunnum Bruttotjóðarúrtøka (mió. kr.) (**) Ríkisveiting í % av bruttotjóðarúrtøku 1988 486 ei tøkt ei tøkt 6.520 7,5 1989 516 ei tøkt ei tøkt 6.374 8,1 1990 525 ei tøkt ei tøkt 5.946 8,8 1991 539 ei tøkt ei tøkt 5.816 9,3 1992 552 ei tøkt ei tøkt 5.509 10,0 1993 687 ei tøkt ei tøkt 4.934 13,9 1994 826 ei tøkt ei tøkt 4.826 17,1 1995 843 ei tøkt ei tøkt 5.050 16,7 1996 860 ei tøkt ei tøkt 5.738 15,0 1997 886 ei tøkt ei tøkt 6.167 14,4 1998 908 5.966 15,2 7.403 12,3 1999 933 5.463 17,1 7.867 11,9 2000 958 5.777 16,6 8.626 11,1 2001 982 6.272 15,7 9.657 10,2 2002 616 6.242 9,9 10.067 6,1 2003 616 6.179 10,0 9.894 6,2 2004 616 6.214 9,9 10.333 6,0 2005 616 6.347 9,7 10.553 5,8 2006 616 7.024 8,8 11.999 5,1 2007 616 7.562 8,1 12.733 4,8 2008 616 7.801 7,9 12.694 4,9 2009 616 7.372 8,4 12.309 5,0 2010 616 7.552 8,2 13.114 4,7 2011 616 7.963 7,7 13.453 4,6 2012 624 8.013 7,8 14.060 4,4 2013 632 8.260 7,7 15.109 4,2 2014 635 8.693 7,3 16.355 3,9 2015 642 9.337 6,9 17.317 3,7 2016 642 9.962 6,4 18.938 3,4 2017 642 10.827 5,9 19.677 3,3 2018 642 11.559 5,6 20.135 3,2 2019 642 11.979 5,4 21.785 2,9 2020 642 12.128 5,3 21.405 3,0 2021 642 12.996 4,9 23.260 2,8 2022 642 13.711 4,7 25.582 2,5 2023 617 14.535 4,2 27.167 2,3 2024 592 15.231 3,9 27.943 2,1 2025 567 ei tøkt ei tøkt 28.400 2,0 Viðmerkingar: (*) Tølini fyri ríkisveitingina fevna bara um heildarveitingina og ikki um aðrar útreiðslur hjá danska statinum í Føroyum. (**) Stór óvissa er um uppgjørdu bruttotjóðarúrtøkuna fyri árini 1988 til og við 1997. Bruttotjóðarúrtøkan fyri 2025 er ikki gjørd upp. Í talvuni er víst meting frá Búskaparráðnum. Stór óvissa er um metingina. Keldur: Hagstova Føroya (talva LK01010 og talva TB02005), Rigsombudsmanden på Færøerne, Beretning, ymisk ár, og Gjaldstovan (Leiðslukunningarskipanin, LKS. -- 2 of 2 --
061.25 Spm til R. Vang frá E. Eidesgaard - Ríkisveitingin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. des. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Ríkisveitingin Spurningar: 1. Hvussu stór hevur árliga ríkisveitingin verið frá og við 1988? 2. Hvussu stórar hava árligu inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið frá og við 1988, og hvussu stórur partur av hesum hevur ríkisveitingin verið? 3. Hvussu stór hevur árliga bruttotjóðarúrtøkan verið frá og við 1988, og hvussu stórur partur av hesum hevur ríkisveitingin verið? Viðmerkingar: Um aldarskiftið táttaði blokkurin í milliardina og var tá útvið tjúgu prosent av inntøkunum hjá tí almenna (landi, kommunum og almennum grunnum). Men nógv vatn er runnið í ánni síðan tá. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at tað er langt ímillum føroyingar, sum bretta sær á av at móttaka hesa veiting, ið er fíggjað av donskum skattgjaldarum. Serliga havandi í huga, at vit hava hægri BTÚ per íbúgva enn Danmark. Men vit brúka blokkin, sum vit hava hug. Har er eingin oyramerking í veitingini, hóast tað ofta verður hildið uppá, at blokkurin rindar fyri hetta ella hatta; og mangan verður fjøður til fimm høsn. Blokkurin er minkaður við tíðini, so hann í dag er komin niður ímóti hálvari milliard; og er nú undir fimm prosent av inntøkunum hjá tí almenna (landi, kommunum og almennum grunnum) og undir tvey prosent av BTÚ. Varð hann avtikin í einum, høvdu vit tí neyvan merkt meir enn eitt lítið sveiggj í búskapinum. Men hóast hann nú bert er ein fíggjarligur viðfáningur, so fyllir blokkurin framvegis nógv í politiska kjakinum. Tí verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 17. desember 2025 Erling Eidesgaard -- 1 of 1 --