52-060/2025
Samsýning til fosturforeldur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. des. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
060.25 Svar frá D. N. Joensen til A. Olsen - Samsýning til fosturforeldur.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. des. 2025
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 18. desember 2025 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-146 100 Tórshavn Viðgjørt: EØ Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-060/2025 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, eftir § 52a í Tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um samsýning til fosturforeldur. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er Fosturforeldrafelagið við í arbeiðinum í sambandi við eftirmeting av fosturforeldraskipanini? 2. Um nei, hvør er orsøkin til tað? 3. Er spurningurin um samsýning til fosturforeldur ein partur av hesum arbeiðinum? 4. Er ætlanin at hækka samsýningina til fosturforeldur? Svar Til 1 og 2: Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevði tann 9. desember 2025 innleiðandi fund um arbeiðið at eftirmeta fosturforeldraskipanina, har allir viðkomandi partar, eitt nú Fosturforeldrafelagið, luttóku. Eftir ætlan fer sjálvt arbeiðið í gongd í januar 2026, og verður Fosturforeldrafelagið og aðrir viðkomandi partar tikin við undir tilgongdini av arbeiðinum. Til 3: Ja, spurningurin um samsýning fer at verða fevndur av arbeiðinum. Til 4: Í hvønn mun ætlanin er at hækka samsýningina, er tongt at tí niðurstøðu, sum kemur í sambandi við greining av sp. 3, men ikki er ósannlíkt, at samsýningin verður broytt. Vísandi til at kommunurnar eru inn yvir, hvat fígging viðvíkur, er tað tó umráðandi at hava tær við í hesum, soleiðis at ein skynsamur fíggingarleistur við samsýningum verður gjørdur. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
060.25 Spm. til D. N. Joensen frá A. Olsen - Samsýning til fosturforeldur.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. des. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Samsýning til fosturforeldur Spurningar: 1. Er Fosturforeldrafelagið við í arbeiðinum í sambandi við eftirmeting av fosturforeldraskipanini? 2. Um nei, hvør er orsøkin til tað? 3. Er spurningurin um samsýning til fosturforeldur ein partur av hesum arbeiðinum? 4. Er ætlanin at hækka samsýningina til fosturforeldur? Viðmerkingar: Nú eitt arbeiði um at endurskoða fosturforeldraskipanina skal gerast, er tað umráðandi at hava røttu samansetingina av fólkum, sum hava kunnleika um og innlit í viðurskiftini hjá fosturforeldrum, við í arbeiðinum. Fosturforeldrafelagið varð stovnað í 2000 og hevur just havt 25 ára stovningardag. Fosturforeldrafelagið hevur havt ein stóran leiklut í arbeiðinum at styrkja fosturforeldaskipanina og at hjálpa og stuðla fosturforeldrum í uppgávuni at stuðla og stimbra korini hjá føroyskum børnum. Endamálið við fosturforeldrafelagnum er at betra um umstøðurnar hjá teimum, ið taka børn til fosturs ella umlættingar, at betra um umstøðurnar hjá børnum, sum eru til fosturs ella umlætting. Endmálið er eisini saman við myndugleikunum at arbeiða fyri at útbúgva, upplýsa, menna, ráðgeva og stuðla teimum, sum taka børn til fosturs ella umlættingar og at gera avtalu við myndugleikarnar um setanar- og lønarkor hjá fosturforeldrum. At taka sær av einum fosturbarni ella fosturbørnum er kostnaðarmikið. Samsýningin hevur staðið í stað í 7 ár (frá 2014-2021). Meðan onnur fingu 2-3 % í lønarhækkan hesi árini, fingu fosturforeldur ikki somu sømdir, og eru tí afturútsigld fíggjarliga. Neyðugt er tí eisini at taka fíggjarliga partin við í endurskoðanini av fosturforeldraskipanini, og tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 11. desember 2025 Annika Olsen -- 1 of 1 --