← Løgtingsmál

52-059/2025

Farleiðin frá flogvøllinum gjøgnum bygdirnar í Vága kommunu

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. des. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
059.25 Svar frá R. Vang til J. Joensen - Farleiðin frá flogvøllinum gjøgnum bygdirnar í Vága kommunu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. des. 2025

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 22. desember 2025
Mál.: 25/33092
Viðgjørt AE
Tygara skriv: 52-059/2025
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-059/2025 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um farleiðina frá flogvøllinum gjøgnum
bygdirnar í Vága kommunu.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum bygdirnar í Vága kommunu árliga?
2. Hvussu stór er ferðslan samanborið við onnur vegastrekkir í Føroyum?
3. Hevur Vága kommuna heitt á Landsverk um at virka fyri loysnum á ferðsluni gjøgnum
bygdirnar Miðvág og Sandavág?
4. Hevur Landsverk biðið um pengar á fíggjarlógini til at gera ferðsluátøk saman við Vága
kommunu á hesum vegastrekkjum?
5. Er landsstýrið vitandi um, hvørjar ætlanir Vága kommuna hevur á økinum?
6. Er nakað samskifti um eina fyribils felagsloysn á ferðsluruðuleikanum?
7. Nær er ætlanin at gera eina varandi loysn á ferðslutrýstinum til og frá Vága Floghavn?
8. Við økta ferðafólkatrýstinum um flogvøllin frameftir, metir landsstýriskvinnan so, at farleiðin
til og frá flogvøllinum er nøktandi fyri borgararnar í Vága kommunu?
Svar til spurning nr. 1 og 2
Landsverk hevur ein ferðsluteljara í Sandavági og ein ferðsluteljara á Vatnavegnum, umleið 1,3
kilometrar vestanfyri rundkoyringina í Miðvági. Ferðslan í Sandavági var í miðal 4.447 bilar um dagin
(samdøgrið) í 2024, og á Vatnavegnum var ferðslan í miðal 3.595 bilar um dagin í 2024. Ferðslan er
økt við ávikavist 252 og 286 bilum í miðal um dagin síðan 2022.
Til samanberingar kann hyggjast at talvuni niðanfyri, sum vísir eitt yvirlit yvir ferðsluteljingar á 11
støðum í Føroyum í tíðarskeiðinum 2022 – 2024. Til dømis koyra 6.706 bilar á Lambareiði um
dagin, 6.236 bilar um Gøtueiði, 4.007 á Kirkjubøvegnum og 2.710 bilar í Kollafirði.
Sandavágur	
Vatnavegur	
Lambareiði
Gøtueiði
Norðoyatunnilin	
Kirkjubøvegurin	
Kollafjørður	
Omanfyri Skála	
Vestmannavegurin	
Norðskálatunnilin	
Hovstunnilin
2022 4194 3309 6625 6218 3976 3657 3063 1300 1243 2316 1526
2023 4336 3419 6789 6272 4115 3792 2870 1343 1251 2249 1511
2024 4447 3595 6706 6236 4220 4007 2710 1275 1288 2223 1523

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning nr. 3, 4, 5 og 6
Landsverk samskiftir javnan við Vága kommunu um ymiskar ferðslutrygdar loysnir gjøgnum
bygdirnar. Fleiri átøk eru gjørd seinnu árini.
Í 2008 arbeiddu kommunan og Landverk saman um eina felags loysn fyri alt vegastrekkið, har ein
ráðgevi gjørdi ymisk uppskot til átøk gjøgnum bygdirnar. Ein partur av vegnum er kommunalur, so
tískil er neyðugt at arbeiða saman um eina felags loysn. Síðan tá eru fleiri átøk gjørd, ið mælt var til.
Til dømis:
• ferðsluoyggj við Áarlíð,
• rundkoyring við kommunuskrivstovuna,
• ferðsluoyggj við Valloyrarveg í Sandavág,
• breiðkan av gongubreytum,
• bungur á vegnum í Miðvági, og
• rundkoyring við keypsamtøkuna í Miðvági.
Í 2026 er ætlanin at betra ferðsluoynna við Valloyrarvegin í Sandavági.
Landsverk hevur arbeitt saman við kommununi við eini loysn at gera eina rundkoyring á Giljanesi
fyri at betra trygdina við skúlan og sum heild at skipa ferðsluviðurskiftini betri á staðnum.
Landsverk mælir til, at allar verandi íbindingar til og frá skúlanum, landsvegum, kommunalum
vegum og vinnuøkinum verða knýttar í hesa rundkoyringina.
Parturin hjá landinum av hesi verkætlan er mettur til at kosta umleið 15 mió. kr.
Landsverk hevur eisini raðfest hetta økið í samband við asfaltering seinnu árini, bæði í bygdunum og
báðumegin bygdirnar.
Svar til spurning nr. 7 og 8
Spurt verður um, nær ætlanin er at gera eina varandi loysn á ferðslutrýstinum til og frá Vága
Floghavn. Til tað er at siga, at tað er ein spurningur um, hvør loysn verður vald, og tað er treytað av
játtan til endamálið.
Ferðsluábøtur gera mun, men ein varandi loysn er at leiða ferðsluna uttanum bygdirnar (bygt øki).
Landsverk hevur fyrr lýst nakrar av hesum loysnunum í Samferðsluætlanini fyri 2018 – 2030.
Fyribils útrokningar vísa, at Vatnsoyrartunnilin er ein skilagóð íløga. Ein kostnað-nyttu greining av
Vatnsoyratunlinum vísir, at nyttan er størri enn kostnaðurin av at gera og reka íløguna. Sostatt er
hetta ein lønandi íløga í mun til verandi farleið.
Talan er um stórar íløgur, og tað verður trupult at fáa játtan til at fáa ein nøktandi farleið á Vágum
næstu árini. Vónandi ber til at fáa eina semju um eina langtíðarløguætlan, har ein av nevndu
verkætlanum er við.
Ruth Vang
Landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
059.25 Spm. til R. Vang frá J. Joensen - Farleiðin frá flogvøllinum gjøgnum bygdirnar í Vága kommunu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. des. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Farleiðin frá flogvøllinum gjøgnum bygdirnar í Vága kommunu
Spurningar:
1. Hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum bygdirnar í Vága kommunu árliga?
2. Hvussu stór er ferðslan samanborið við onnur vegastrekkir í Føroyum?
3. Hevur Vága kommuna heitt á Landsverk um at virka fyri loysnum á ferðsluni
gjøgnum bygdirnar Miðvág og Sandavág?
4. Hevur Landsverk biðið um pengar á fíggjarlógini til at gera ferðsluátøk saman
við Vága kommunu á hesum vegastrekkjum?
5. Er landsstýrið vitandi um, hvørjar ætlanir Vága kommuna hevur á økinum?
6. Er nakað samskifti um eina fyribils felagsloysn á ferðsluruðuleikanum?
7. Nær er ætlanin at gera eina varandi loysn á ferðslutrýstinum til og frá Vága
Floghavn?
8. Við økta ferðafólkatrýstinum um flogvøllin frameftir, metir landsstýriskvinnan
so, at farleiðin til og frá flogvøllinum er nøktandi fyri borgararnar í Vága
kommunu?
Viðmerkingar:
Ferðafólkatalið um flogvøllin bara økist. Útbyggingarnar av Vága Floghavn gera, at
ferðafólkatalið væntandi røkkur 1 míó. fólk um nøkur ár. Hetta leggur stórt trýst á
vegakervið til og frá flogvøllinum.
Økta ferðslan koyrir gjøgnum tvær bygdir í Vága kommunu, Miðvág og Sandavág.
Hetta eru bygdavegir, sum krevja, at ferðsluforðingar og tálman av ferðsluni er
neyðugt, um fólk skal búgva fram við høvðusvegnum.
Vága kommuna hevur víst á avbjóðingina og hevur ætlanir, men enn hevur
Landsverk, sum eisini er vegamyndugleiki á hesum vegastrekki, ikki gjørt stórvegis.
Hetta eru fyribils ferðsluátøk, tí øll eru óivað á einum máli um, at ein varandi loysn
má finnast. Hetta kann gerast, við at leiða ferðsluna frá flogvøllinum og tunga ferðslu
annars, uttan um bygt øki. Nakrar tunnilsloysnir eru á borðinum, men enn er onki
alment ítøkiligt, uttan tær tunnilsloysnir, sum Landsverk hevur á raðfestingarlistanum.
Ein loysn er ein tunnil millum Vatnsoyrar og Fútaklett. Ein onnur loysn er tunnil um
Hálsin og tunnil ella vegur til Miðvágs norður á Vatn.
Fyri at fáa at vita, hvat ætlanin ítøkiligt er at gera her og nú á hesum vegastrekki, og
fyri at vita, nær ætlanin er at gera eina varandi loysn, verða hesir spurningar settir
landsstýriskvinnuni.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 10. desember 2025
Jóhannis Joensen

-- 2 of 2 --