← Løgtingsmál

52-058/2025

Liðugt viðgjørdir sjúklingar í Sjúkrahúsverkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. des. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
058.25 SVAR frá M. Stórá til J. Joensen - Liðugt viðgjørdir sjúklingar (2).pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. des. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 16. desember 2025
AHR j. nr. 25/32441-6
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-058/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um liðugt viðgjørdar sjúklingar í
Sjúkrahúsverkinum, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir liðugt viðgjørdir sjúklingar liggja á sjúkrahúsunum í Føroyum?
2. Hvør eigur ábyrgdina av liðugt viðgjørdum sjúklingum, sum liggja á sjúkrahúsunum?
3. Hvat kostar tað fyri sjúkrahúsverkið at hýsa liðugt viðgjørdum sjúklingum við
seingjarplássum, røkt v.m.?
4. Hvør eigur ábyrgdina av liðugt viðgjørdum sjúklingum omanfyri 67 ára aldur?
5. Er ætlanin at áleggja gjald á seingjarpláss?
6. Hevur Kommunufelagið eina loysn uppá hesa avbjóðing, og er nakað felagsátak millum
landið og kommunur um at loysa hetta átrokandi mál?
7. Eru batar at hóma, ella veksur henda avbjóðing, nú vit gerast fleiri eldri?
Svar:
Til spurning 1
Sjúkrahúsverkið ger mánaðarliga upp hagtøl fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, so tey fáa fylgt við í
gongdini og víst á trupulleikan við óskynsamari nýtslu av sjúkrahússeingjum.
Hagtøl verða mánaðarliga send Almannaverkinum og Kommunufelagnum til kunningar.
Tølini vórðu seinast dagførd tann 9. desember í ár. Tá lógu 18 liðugt viðgjørdir sjúklingar á teimum
trimum sjúkrahúsunum í Føroyum. Hesir sjúklingar eru á flestu seingjardeildunum í

-- 1 of 5 --

Sjúkrahúsverkinum, tó liggja flest liðugt viðgjørdir sjúklingar á Skurðdeplinum á
Landssjúkrahúsinum. 18 sengur svara til 11% av seingjarplássunum í Sjúkrahúsverkinum.
Frá januar til og við november í 2025 hava 125 sjúklingar verið innlagdir á sjúkrahúsunum, eftir at
teirra viðgerð er endað. Í alt hava hesir sjúklingar verið innlagdir í 2300 dagar, eftir at viðgerðin er
endað. Í hagtølunum verður hetta nevnt seingjardagar. Tað merkir, at tað í miðal verða brúktar 6
sengur hvønn dag til liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum svarar til 4% av seingjunum í
Sjúkrahúsverkinum. Hesar sengur eru samstundis ikki tøkar til sjúklingar, sum hava tørv á
sjúkrahúsviðgerð.
Sí talvu 1, sum vísir liðugt viðgjørdu sjúklingarnar í 2025 býtt á mánaðir, og hvar í
Sjúkrahúsverkinum sjúklingarnir hava verið innlagdir.
Talva 1
Til spurning 2 og 4
Tá Sjúkrahúsverkið ger hagtølini upp, verða tøl eisini gjørd, sum vísa á aldursbýtið á sjúklingunum,
tvs. “yngri enn 67 ár” og “67 ár og eldri”.
Sí talvu 2, sum vísir, hvussu nógvir seingjardagar eru brúktir til liðugt viðgjørdar sjúklingar, býtt
upp eftir aldri í bólkarnar “yngri enn 67 ár” og “67 ár og eldri”. Og talvu 3, sum vísir talið á
persónum býtt upp eftir aldri í bólkunum “yngri enn 67 ár” og “67 ár og eldri”.
Um borgarin hevur tørv á eini tænastu ella búplássi eftir útskriving frá sjúkrahúsi, er tað
vanliga býtt upp soleiðis, at tað er Almannaverkið, ið bjóðar tænastur til borgarar undir 67 ár,
meðan tað eru eldraøkini undir kommununum, ið bjóða tænastur til borgarar, sum eru 67 ár
ella eldri. Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað vanliga púra greitt, hvar ábyrgdin liggur tá ið liðugt
viðgjørdir sjúklingar skulu útskrivast.

-- 2 of 5 --

Talva 2
Talva 3
Til spurning 3
Tað er trupult at gera upphæddina heilt neyvt upp, fyri hvat tað kostar at hýsa einum sjúklingi. Men
fyri at gera eina meting, nýtir Sjúkrahúsverkið teir prísir, sum donsku regiónirnar brúka, tá tey taka
gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar.
Kostnaðarmeting við støði í donskum prísum:
Somatiskar viðgerðir:
Dag 1-2: 2.404 kr. fyri hvørt samdøgur.
Dag 3 og frameftir 4.808 fyri hvørt samdøgur.
Psykiatriskar viðgerðir:
Dag 1-6: einki gjald.

-- 3 of 5 --

Dag 7-13: 2.404 kr. fyri hvørt samdøgur.
Dag 14 og frameftir 4.808 kr. fyri hvørt samdøgur.
Um kostnaðurin verður roknaður út eftir hesum leisti, er talan um 11,1 mió kr. frá januar til og við
november í 2025.
Til spurning 5 og 6
Seinastu árini hevur málið um at áleggja gjald á seingjarpláss verið umrøtt í fleiri førum.
Lógaruppskot eru eisini løgd fram í Løgtinginum hesum viðvíkjandi, men enn er tað ikki eydnast at
fáa ein politiska semju um málið.
Landsstýriskvinnan hevur biðið fyrisitingina í ráðnum um at hyggja eftir málinum viðvíkjandi
liðugt viðgjørdum sjúklingum á sjúkrahúsunum, við atliti til at finna loysnir á hesum átroðkandi
trupulleika.
Til spurning 7
Sjúkrahúsverkið hevur gjørt hagtøl fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar síðan 2020. Síðani tá er talið á
seingjardøgum hjá liðugt viðgjørdum sjúklingum hækkað nógv, og er í dag meir enn tvífaldað síðan
2020.
Talva 4 vísir samlaða talið av liðugt viðgjørdum sjúklingum frá 2020 til í dag. Grøna linjan vísir
hvør støðan var í november undanfarnu árini, so til ber at samanbera við november í ár.
Talva 4

-- 4 of 5 --

Talva 1 og talva 4 geva eina ábending um, at talið sær út til at hava funnið eina nøkulunda fasta
legu, og talva 1 vísir, at tað er sera lítil munur ímillum tølini í 2024 og 2025.
Samstundis er tað vert at leggja afturat, at talið av liðugt viðgjørdum sjúklingum í
Sjúkrahúsverkinum er alt ov høgt í dag, og fer komandi árini helst at økjast í sambandi við, at talið
av eldri fólkum, sum tørva fleiri heilsutænastur, fer at vaksa.
Almanna- og heilsumálaráðið, 16. desember 2025
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 5 of 5 --
058.25 Spm til M. Stórá frá J. Joensen - Liðugt viðgjørdir sjúklingar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. des. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum
Evni: Liðugt viðgjørdir sjúklingar í Sjúkrahúsverkinum
Spurningar:
1. Hvussu nógvir liðugt viðgjørdir sjúklingar liggja á sjúkrahúsunum í Føroyum?
2. Hvør eigur ábyrgdina av liðugt viðgjørdum sjúklingum, sum liggja á
sjúkrahúsunum?
3. Hvat kostar tað fyri sjúkrahúsverkið at hýsa liðugt viðgjørdum sjúklingum við
seingjaplássum, røkt v.m.?
4. Hvør eigur ábyrgdina av liðugt viðgjørdum sjúklingum omanfyri 67 ára aldur?
5. Er ætlanin at áleggja gjald á seingjapláss?
6. Hevur Kommunufelagið eina loysn uppá hesa avbjóðing, og er nakað
felagsátak millum landið og kommunur um at loysa hetta átrokandi mál?
7. Eru batar at hóma, ella veksur henda avbjóðing, nú vit gerast fleiri eldri?
Viðmerkingar:
Tað hevur í nógv ár verið ein avbjóðing, at sjúklingar, sum hava fingið sjúkraviðgerð
og eru liðugt viðgjørdir á føroysku sjúkrahúsunum, also eru frískir, men hava brúk
fyri røkt og hjálp í dagligdegnum og sum eiga at sleppa heim, ikki sleppa heim.
Serliga eru tað eldri fólk, sum eru óhjálpin og ikki kunnu klára seg sjálvi.
Hesi fólk mugu tí liggja á seingjadeildum á sjúkrahúsunum, har sjúkrahúsini taka sær
av teimum. Veita røkt, uppvenjing og tryggleika.
Hóast kommunur hava gjørt nógvar íløgur í eldraøkið, tykist ongin loysn vera at
hóma. Tað sýnist sum, at nógvar kommunur ikki hava gjørt neyðugu íløgurnar, sum
gera tað møguligt hjá hesum óhjálpnu borgarum at sleppa heim við heimahjálp, til
umlætting á ellisheimum ella fáa tilboð um eldrabúðastað.
Tað kann hugsast, at henda avbjóðing veksur, nú vit gerast fleiri, sum eru eldri. Eiga
vit ikki at loysa hetta betur? Er nakað felagsátak millum landið og kommunurnar um
at loysa hetta?
Fyri at fáa at vita, hvør ætlanin er á hesum øki, og fyri at vita, hvat kommunurnar siga
um hesa støðu, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni.
Á Løgtingi, 5. desember 2025
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --