← Løgtingsmál

52-057/2025

Umval

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. des. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
057.25 Svar frá R. Vang til H. Abrahamsen - Umval.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 12. des. 2025

Sjá útdrigin tekst
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F F I N A N C E
Tinganes • Postrúm 2039 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 12. desember 2025
J. nr.: 25/32842
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-057/2025 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni,
settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um umval.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann ein einstakur atkvøðuseðil vera avgerandi fyri, at eitt løgtingsval verður ógildað,
eins og hent er við kommunuvalinum í Runavíkar kommunu?
2. Hevði tað borið til í sambandi við eitt løgtingsval at havt umval á bara einum valstaði,
hóast øll sum skuldu velja á tí valstaðnum kendu úrslitið av valinum í restini av
landinum frammanundan?
Svar til spurning nr. 1 & 2:
Sambært § 44, stk. 1 í løgtingsvallógini skulu klagur um løgtingsval verða umsiting tingsins í
hendi innan kl. 10:00 tíggjunda yrkadag eftir valdagin. Á fyrsta tingfundi, sambært § 9, stk. 1
í stýrisskipanarlógini, verða m.a. klagur um løgtingsvalið kannaðar, sambært § 3, stk. 2, nr. 2 í
tingskipanini. Síðani atkvøður Løgtingið um góðkenning av valbrøvunum og valúrslitinum
sambært § 7 í stýrisskipanarlógini, § 44, stk. 2 í løgtingsvallógini og § 4 í tingskipanini.
Vísandi til, at tað er Løgtingið sum viðgerð klagur í samband við løgtingsval, og sum góðkennir
valbrøv og valúrslitið, meti eg ikki, at spurningurin um møgulig úrslit av einari klaguviðgerð
um løgtingsval fellur innanfyri málsøkið hjá Fíggjarmálaráðnum.
Av tí, at eingin yvirskipaður myndugleiki er at viðgera klagur til løgtingsval, ber soleiðis heldur
ikki til at samanbera millum kommunuval og løgtingsval hesum viðvíkjandi.
Tinganes, 12. desember 2025
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
057.25 Spm til R. Vang frá H. Abrahamsen - Umval.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. des. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Umval
Spurningar:
1. Kann ein einstakur atkvøðuseðil vera avgerandi fyri, at eitt løgtingsval verður
ógildað, eins og hent er við kommunuvalinum í Runavíkar kommunu?
2. Hevði tað borið til í sambandi við eitt løgtingsval at havt umval á bara einum
valstaði, hóast øll sum skuldu velja á tí valstaðnum kendu úrslitið av valinum í
restini av landinum frammanundan?
Viðmerkingar:
Løgmálaráðið hevur lýst umval í Runavíkar kommunu. Orsøkin er, sambært fráfarna
landsstýrismanninum, at í sambandi við kommunuvalið tann 12. november 2024 varð
kært um møguligt valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði. Kært varð um ein einstakan
atkvøðuseðil, sum bleiv avgerandi fyri, hvør av tveimum persónum fekk sess í
býráðnum. Málið varð samstundis meldað til løgregluna, sum eftir drúgvar kanningar
hevur reist ákæru móti einum persóni um valsvik.
Hetta merkir, at orsakað av bara einum atkvøðuseðli, skulu fleiri enn 3.000 veljarar
aftur á val tann 13. januar 2026.
Til løgtingsval eru Føroyar eitt valdømi, har slakir 40.000 veljarar hava valrætt. Um
ein atkvøðuseðil kann vera orsøk til umval á einum kommunuvali, er áhugavert at
vita, um tað sama kann henda á einum løgtingsvali. Tí verður hesin fyrispurningurin
settur.
Á Løgtingi, 1. desember 2025
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --