52-056/2025
Avtøka av fráfaringaraldri
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. des. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
056.25 Svar frá R. Vang til J. Niclasen - Fráfaringaraldur.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 10. des. 2025
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 10. desember 2025 J. nr.: 25/31815-2 Viðgjørt: MJ Svar uppá fyrispurning nr. 52-056/2025 frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um avtøku av fráfaringaraldri. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýriskvinnan at avtaka fráfaringaraldurin? 2. Um ja, nær kann væntast, at ásetti fráfaringaraldurin fer í søguna? Svar til spurning nr. 1-2: Rundskriv nr. 9001 frá 9. mars 2022 um fráfaringaraldur er sett úr gildi 8. desember 2025. Tað merkir, at starvsfólk hjá landinum ikki longur hava nakran ávísan fráfaringaraldur og at tey framyvir sjálvi avgera, nær tey ynskja at fara frá fyri aldur. Í næstum verður farið undir at dagføra og gera vegleiðingar, sum tryggja, at eldri starvsfólk fáa tryggar og javnbjóðis arbeiðsumstøður seinastu árini á arbeiðsmarknaðinum. Eg fegnist um, at vit í Føroyum umsíðir fáa eina meiri tíðarhóskandi skipan, ið ikki ger mismun á starvsfólki vegna aldur; eina rættvísari skipan, ið letur hin einstaka avgera, nær rætta løtan er at fara av arbeiðsmarknaðinum. Tinganes, 10. desember 2025 Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
056.25 Spm til R. Vang frá J. Niclasen - Fráfaringaraldur.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 27. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jørgen Niclasen, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Avtøka av fráfaringaraldri Spurningar: 1. Ætlar landsstýriskvinnan at avtaka fráfaringaraldurin? 2. Um ja, nær kann væntast, at ásetti fráfaringaraldurin fer í søguna? Viðmerkingar: Brúk er fyri øllum. Seinastu tølini fyri arbeiðsloysið í Føroyum vísa framvegis, at stórt sæð einki arbeiðsloysi er. Hinvegin leitar arbeiðsmarknaðurin eftir arbeiðsmegi allastaðni. Longu merkist, at vit í Føroyum hava rættiliga nógvar útlendingar í landinum. Í mun til okkara grannalond eru vit so heppin, at her eru nógv fleiri eldri, sum arbeiða eftir, at pensjónsaldur er náddur. Tað kann tykjast, sum mentanin millum okkara eldru er, at orka tey, so vilja tey arbeiða longur. Tí er spurningurin, um tað ikki er óheppið, at hava ein fráfaringaraldur hjá almennu Føroyum. At vit hava ein aldur, sum einsamallur avger nær starvsfólk skulu úr starvi hjá landinum. Fara vit nógv ár aftur í tíð, so var hesin aldur 67 ár. Tá fólk náddu hendan aldur, vórðu tey søgd úr starvi. Seinni varð hetta broytt til 70 ár. Í 2013 bleiv gjørt møguligt hjá arbeiðsgevarum at leingja setanina í 2 ár í senn, eftir at starvsfólk hava fylt 70 ár. Í 2022 varð fráfaringaraldurin hækkaður upp til 72 ár. Spurningurin nú er, um fólk ikki eiga at hava møguleikan at arbeiða, so leingi tey ynskja og orka. Landsstýriskvinnan sendi í juni í ár ætlanina um at avtaka fráfaringaraldurin til hoyringar. Síðan hevur einki verið at hoyrt um hetta rundskriv. Tí verður her spurt, um landsstýriskvinnan framvegis ætlar av avtaka fráfaringaraldurin og um so er, nær væntast kann, at hetta verður gjørt. Á Løgtingi, 27. november 2025 Jørgen Niclasen -- 1 of 1 --