52-055/2025
Flutningur av seyði millum oyggjar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. des. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
055.25 Svar frá S. Stenberg til M. Rasmussen - Flutningur av seyði millum oyggjar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. des. 2025
Sjá útdrigin tekst
1 / 2 Tilfeingis- og vinnumálaráðið Løgtingið Tórshavn, 4. desember 2025 Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Journal nr.: 25/31465 Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 052- 055/2025 frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, um flutning av seyði millum oyggjar Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Nær og hví er avgerð tikin um at seta forboð - uttan undantaksloyvi – at flyta livandi seyð av Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni ? 2. Hvussu er støðan við ridluskriða á Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni í dag? 3. Er tað bert livandi seyður, sum ber ridluskriðasmittuna og ikki t.d. avroð ella annað av seyði? 4. Er loyvi at flyta og spreiða seyðatøð av Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni yvir á aðrar oyggjum í Føroyum? 5. Hvat skal til og nær kann væntast, at undantaksloyvi aftur kann verða givið at flyta livandi seyð av Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni – livandi seyð, sum skal slaktast? Svarað verður undir einum: Forboð fyri at flyta seyð millum oyggjar er ásett í kunngerð nr. 3/2003 um forboð ímóti flutningi av livandi kleyvdýrum. Áðrenn kunngerðin varð sett í gildi, metti landsdjóralæknin um og setti forboð fyri flutningi, um illgruni var um ridluskriða. Møguleiki hevur verið at søkja um undantaksloyvi til at flyta seyð millum oyggjar. Undantaksloyvi er ikki latið at flyta livandi seyð úr Fugloy síðani í 1980-unum, úr Streymoynni síðan 2013 og úr Eysturoynni síðan 2015. Avgerðirnar um ikki at geva undantaksloyvi at flyta seyð av hesum oyggjum eru allar grundaðar á, at ridluskriði er staðfestur á hesum oyggjum. Sannlíkt er ridluskriðasmittan framvegis í hesum trimum oyggjum, hóast ongar fráboðanir hava verið um seyð við sjúkueyðkennum í fleiri ár. Smittaður seyður vísir sjáldan sjúkueyðkenni fyrr enn fleiri ár eftir, at seyðurin hevur fingið smittuna. Smittan kann tí vera í einum øki í fleiri ættarlið, uttan at nakað sjónligt tekin er um hesa smittu. Prionir (t.e. smittuevni) kunnu vera í einum umhvørvi í áratíggju og framvegis vera smittandi. Alt á seyði kann bera smittuna, eisini skarn o.a. Av hesi orsøk er tað eisini bannað at flyta seyðatøð -- 1 of 2 -- 2 / 2 millum oyggjar. Skal eitt øki eftir altjóða leisti metast sum ridluskriðafrítt, skal allur seyður, eldri enn 18 mánaðir, kannast og vísa negativ úrslit fyri ridluskriða í sjey ár á rað. Skal tað bera til at flyta seyð millum allar oyggjar, er neyðugt at hava eftirlit við øllum seyði. Prionkanningar skulu gerast av øllum seyði, og øll kanningarúrslitini skulu vera negativ minst sjey ár á rað, áðrenn støða kann takast til, um tað er ráðiligt at loyva flutningi millum oyggjar. Eitt tílíkt eftirlit er sera kostnaðarmikið, og tað eru í løtuni ikki ætlanir um at fara í gongd við hetta. Viðmerkjast skal at enda, at hóast tað í síni heild er bannað at flyta seyð av hesum trimum oyggjunum, ber til at flyta livandi seyð til sláturs á løggildum sláturvirkjum, tí at løggild sláturvirki lúka krøvini um handfaring av sláturburturkasti, eins og aðrar ásetingar um smittufyribyrging og reinføri. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 4. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu landsstýrismaður -- 2 of 2 --
055.25 Spm til S. Stenberg frá M. Rasmussen - Flutningur av seyði millum oyggjar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum Evni : Flutningur av seyði millum oyggjar Spurningar: 1. Nær og hví er avgerð tikin um at seta forboð - uttan undantaksloyvi – at flyta livandi seyð av Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni ? 2. Hvussu er støðan við ridluskriða á Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni í dag? 3. Er tað bert livandi seyður, sum ber ridluskriðasmittuna og ikki t.d. avroð ella annað av seyði? 4. Er loyvi at flyta og spreiða seyðatøð av Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni yvir á aðrar oyggjum í Føroyum? 5. Hvat skal til og nær kann væntast, at undantaksloyvi aftur kann verða givið at flyta livandi seyð av Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni – livandi seyð, sum skal slaktast? Viðmerkingar: Sambært kunngerð nr. 3 frá 14. januar 2003 um forboð móti flutningi av livandi kleyvdýrum oyggjanna millum v.m. er tað ikki loyvt at flyta livandi seyð ímillum oyggjarnar í Føroyum. Tó kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva undantaksloyvi, um flutningurin ikki førir við sær munandi vanda fyri sjúkuspjaðing. Tá skal umsókn sendast fyrst til Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Tað er ikki loyvt at flyta seyð, sum hevur sjúkutekin, ella at flyta hann frá djórahaldi við smittandi sjúku. Heldur ikki er loyvt at flyta seyð úr hagaparti, har ridluskriði (scrapie) er staðfestur. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann tó geva undantaksloyvi til hetta. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið avgerð um, at flutningsloyvi ikki verður givið til flutning av livandi seyði av Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni. Hetta fyri at fyribyrgja, at ridluskriði spjaðist til fleiri oyggjar í Føroyum. Heldur ikki verður flutningsloyvi latið úr ridluskriða- oyggjunum, til seyð, ið skal slaktast. Nú hesi forboð hava verið galdandi í nógv ár, so er áhugavert at fáa at vita, hvussu støðan er á økinum í dag, og hvussu vánirnar eru fyri, at hesi forboð verða avtikin. Á Løgtingi 24. november 2025 Magnus Rasmussen -- 1 of 1 --