52-053/2025
Dagføra útlendingalógina
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. des. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
053.25 Svar frá B. K. Petersen til H. Jensen - Dagføra útlendingalógina.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 80 80 • lmr@lmr.fo • www.lmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postrúm 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 25. november 2025 J. nr.: 25/31240-2 Svar upp á fyrispurning nr. 52-053/2025 eftir § 52 a í Tingskipanini um at dagføra útlendingalógina, frá Hannu Jensen, løgtingskvinnu Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvussu gongur við tvørpolitiska arbeiðinum at dagføra útlendingalógina ella gera nýggja útlendingalóg? 2. Nær væntast, at komið verður á mál og eitt nýtt ella dagført uppskot verður lagt fyri Løgtingið? 3. Hvørjar vóru høvuðsorsakirnar til, at landsstýrismaðurin valdi at seta gongd á arbeiðið at dagføra útlendingalógina fyri Føroyar? 4. Eru ávís evni, har tvørpolitiska arbeiðið hevur víst, at serliga týðiligur tørvur er á at dagføra galdandi rætt í Føroyum á útlendingaøkinum Svar: Til spurning 1 Ein politiskur fylgibólkur, við einum umboði úr hvørjum flokki á Løgtingi, er settur í sambandi við arbeiðið at dagføra útlendingalógina fyri Føroyar. Fundur er við politiska fylgibólkin umleið annan hvønn mánað. Eg meti, at fundirnir í politiska fylgibólkinum ganga væl. -- 1 of 2 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 2/2 Til spurning 2 Eftir ætlan verður liðugt at gjøgnumganga núverandi útlendingalóg á sumri 2026. Síðani skal Udlændinge- og Integrationsministeriet gera uppskot til nýggja útlendingalóg fyri Føroyar, sum verður sent til ummælis. Ilt er siga nær uppskotið til nýggja útlendingalóg fyri Føroyar verður lagt fyri Løgtingið. Um arbeiðið gongur væl og landsstýrisfólkið, sum tá umsitur hetta málsøkið, ynskir tað, verður tað væntandi í fyrsta lagi á vári 2027. Til spurning 3 Høvuðsorsøkin til, at eg valdi at seta gongd á arbeiðið at dagføra útlendingalógina fyri Føroyar var, at útlendingalógin, sum er frá 2001, á fleiri økjum ikki hóskar seg til ta støðu á útlendingaøkinum, sum vit hava í Føroyum í dag. Til spurning 4 Útlendingalógin hevur tørv á at verða dagførd sum heild, men tvørpolitiska arbeiðið hevur víst, at tørvur serliga er á at dagføra ásetingarnar í sambandi við arbeiðs- og uppihaldsloyvir og ásetingarnar í sambandi við familjusameining, soleiðis at hesar verða meira í samsvari við samfelagsligu støðuna í Føroyum í dag. Løgmálaráðið, tann 25. november 2025 Bjarni K. Petersen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
053.25 Spm til B. K. Petersen frá H. Jensen - Dagføra útlendingalógina.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum Evni: Dagføra útlendingalógina Spurningar: 1. Hvussu gongur við tvørpolitiska arbeiðinum at dagføra útlendingalógina ella gera nýggja útlendingalóg? 2. Nær væntast, at komið verður á mál og eitt nýtt ella dagført uppskot verður lagt fyri Løgtingið? 3. Hvørjar vóru høvuðsorsakirnar til, at landsstýrismaðurin valdi at seta gongd á arbeiðið at dagføra útlendingalógina fyri Føroyar? 4. Eru ávís evni, har tvørpolitiska arbeiðið hevur víst, at serliga týðiligur tørvur er á at dagføra galdandi rætt í Føroyum á útlendingaøkinum ? Viðmerkingar: Seinnu árini eru fleiri og fleiri útlendingar komnir til Føroya enn frammanundan, og útlendingaøkið fyllir tí natúrliga meira í Føroyum, eisini politiskt. Núgaldandi útlendingalóg fyri Føroyar kom í gildi 25. mars í 2001, og hon er broytt seks ferðir síðani tá. Til samanberingar er danska lógin broytt grundleggjandi mangar ferðir síðani. Landsstýrismaðurin hevur sett eitt arbeiði í gongd at gera eina nýggja útlendingalóg og sett ein politiskan fylgibólk við fólki úr øllum flokkum í Løgtinginum. Og tað er rós vert og heilt víst neyðugt. Men útlendingaøkið er breitt, og sumt er óivað meira viðkomandi fyri Føroyar enn annað, í øllum førum. Ein slík prosess sýnir ofta, hvar tørvurin er størstur á broytingum. Tí verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 21. november 2025 Hanna Jensen -- 1 of 1 --