← Løgtingsmál

52-052/2025

Trygd og ferðslutrygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. des. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
052,25 Svar frá A. V. Johannesen til B. á Lakjuni - Trygd og ferðslutrygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. des. 2025

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 52/2025 eftir tingskipanini §52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Bárði á Lakjuni, um trygd og ferðslutrygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. 	Hvør hevur ábyrgdina av trygdini í teimum fýra undirsjóvartunlunum? Og er nakar
eftirlitsstovnur, sum javnan metir um, um trygdin er í lagi?
2. 	Er tað nøktandi, at allar tær grundleggjandi funksjónirnar í undirsjóvartunlunum – pumpur,
viftur o.s.fr. – eru tengdar at vanliga el-netinum einans?
3. 	Hvussu leingi kann vanliga ferðslan halda á ótarnað, tá m.a. pumpur og viftur eru óvirknar
grundað á streymslit?
4. 	Hvat hevði tað kravt at havt eina alternativa skipan við neyðaggregati/ljósmotori í teimum fýra
undirsjóvartunlunum?
5. 	Eru krøv til vandamikla ferðslu og frakt – t.d. olja, bensin, kemikaliir, gass, trykktangar,
spreingievni o.s.fr. – í teimum fýra undirsjóvartunlunum?
6. 	Eru gomlu ferjulegurnar tøkar og í egnaðum standi, um undirsjóvartunlarnir verða stongdir í
longri tíð?
Svar:
Fyri at svara fyrispurninginum, havi eg innheintað fylgjandi svar frá P/F Tunnil (spurningar 1-5) og frá
Landsverki (spurningur 6):
Svar til spurning nr. 1
Í sambandi við trygd og tilbúgving, er tað sambært galdandi lóggávu kommunustýrið, ið hevur
ábyrgdina av tilbúgvingini í kommununi, har tunnilin er. Leiðslan í felagnum, sum eigur tunnilin, hevur
ábyrgdina av at hava eina tilbúgvingarætlan fyri hvønn tunnil. Tilbúgvingarætlanin er útgreinað saman
við Sløkkiliðunum í kommununum, Landsverk, Løgregluni og Sjúkraflutningstænastuni á
sjúkrahúsunum. Arbeiðs- og brunaeftirlitið er myndugleiki á økinum.

-- 1 of 3 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Svar til spurning nr. 2
Undirsjóvartunlarnir eru bygdir sambært teimum standardum/normum/krøvum, sum norskir
undirsjóvartunlar verða bygdir eftir.
Verður streymurin burtur í longri tíð, so hevur SEV eina tilbúgving, har teir seta motordrivin
neyðaggregat upp, so viftur og pumpur framhaldandi eru virknar. Um streymurin er burtur í longri tíð,
fer hetta eisini at minka um ferðsluna.
Svar til spurning nr. 3
Um pumpurnar ikki koyra vegna streymslit ella av einihvørjari aðrari orsøk, hava feløgini tilbúgving, so
vatnið fæst úr tunlunum.
Um vifturnar eru óvirknar í longri tíð vegna streymslit, er møguleiki fyri at regulera og minka um
ferðsluna, um tað verður ov nógvur roykur og útstoytsgass.
Tunlarnir fáa streym frá báðum tunnilsmunnunum. Ein neyðtilbúgving er hjá SEV, sum kann seta
neyðaggregatir upp til at veita tunlunum streym.
Svar til spurning nr. 4
Við alternativari skipan vildi tað kravt diesel/bensin rikin motoraggregat. Sum útgangsstøði skal man
hava eitt aggregat við hvørja Trafostøð (Transformarastøð hjá SEV) og við hvørja pumpustøð. Tal av
Trafostøðum: Vágatunnilin 6 stk, Norðoyatunnilin 5 stk., Eysturoyartunnilin 14 stk. og
Sandoyartunnilin 10 stk.
Orsakað av trygdini, er torført at hava motordrivin neyðaggregat í tunlunum, tá hesi útláta nógv gass.
Neyðugt hevði eisini verið at havt oljugoymslur av ávísari stødd við hvørt aggregat. SEV hevur eina
tilbúgving, so tunlarnir fáa streym í eini neyðstøðu.
Svar til spurning nr. 5
Feløgini, sum vara av undirsjóvartunlunum, seta ikki ávís krøv til akfør, sum koyra í
undirsjóvartunlunum. Krøvini, sum eru til akfør, sum koyra á landsvegakervinum, eru eisini galdandi í
undirsjóvartunlunum.
Svar til spurning nr. 6
Ferjulegan á Gomlurætt er framvegis í brúk og verður regluliga viðlíkahildin. Landsverk metir tí, at
ferjulegan er í nóg góðum standi at nýta til avloysaraskip á Sandoyarleiðini, um tørvur er á hesum.
Í Skopun er møguleiki at leggja at við gomlu ferjuleguna, men verður hon ikki longur viðlíkahildin av
Landsverki, eftir at fasta rutusiglingin gavst. Landsverk hevur ikki í verandi løtu eina meting av
standinum á gomlu ferguleguni. Avbjóðingar hava verið við at grót leggur seg í innsiglingina. Landsverk
hevur ikki ætlan um at gera trygdar- og støðumeting av havnarlagnum í Skopun, tí eingin føst
rutusigling er til havnina.

-- 2 of 3 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Landsverk metir tað ikki vera greitt hvør myndugleiki skal ráðleggja tilbúgving/flytføri millum
oyggjarnar, um undirsjóvartunlar av onkrari orsøk mugu steingja.
Viðvíkjandi alternativum havnum/farleiðum, sum kunnu nýtast, um Norðoyar- ella Vágatunnilin verða
stongdir, eitt nú Oyrargjógv, Vestmanna, Klaksvík og Leirvík, so hevur Landsverk ikki gjørt nakrar
kanningar av hesum.
Í Tinganesi, 1. desember 2025
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 3 of 3 --
052,25 Spm. til A. V. Johannesen frá B. á Lakjuni - Trygd og ferðslutrygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Trygd og ferðslutrygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum
Spurningar:
1. Hvør hevur ábyrgdina av trygdini í teimum fýra undirsjóvartunlunum? Og er nakar
eftirlitsstovnur, sum javnan metir um, um trygdin er í lagi?
2. Er tað nøktandi, at allar tær grundleggjandi funksjónirnar í undirsjóvartunlunum –
pumpur, viftur o.s.fr. – eru tongdar at vanliga el-netinum einans?
3. Hvussu leingi kann vanliga ferðslan halda á ótarnað, tá m.a. pumpur og viftur eru
óvirknar grundað á streymslit?
4. Hvat hevði tað kravt at havt eina alternativa skipan við neyðaggregati/ljósmotori í
teimum fýra undirsjóvartunlunum?
5. Eru krøv til vandamikla ferðslu og frakt – t.d. olja, bensin, kemikaliir, gass,
trykktangar, spreingievni o.s.fr. – í teimum fýra undirsjóvartunlunum?
6. Eru gomlu ferjulegurnar tøkar og í egnaðum standi, um undirsjóvartunlarnir verða
stongdir í longri tíð?
Viðmerkingar:
7. november 2025 setti undirritaði løgmanni, Akseli V. Johannesen, nakrar skrivligar
spurningar um trygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum. Spurningarnir snúðu seg um møgulig
neyðaggregat/ljósmotorar, sum kunnu halda pumpurnar, vifturnar o.a. koyrandi, hóast
streymslit í styttri ella í ringasta føri longri tíð.
Út frá svari løgmans kann staðfestast, at elveitingin í øllum teimum fýra tunlunum er 100%
tongd at vanligu streymveitingini. Har eru eingi neyðaggregat/ljósmotorar. Tó er ein
neyðstreymsskipan, sonevnd UPS-battarískipan, sum veitir neyðstreym í so og so nógvar tímar.
UPS’arnir geva ikki høvuðsstreym til pumpur og ventilatión, men geva streym til stýringar, so
pumpur og viftur fara ígongd uttan trupulleikar, tá streymur kemur aftur. Eisini er ein tilbúgving
tøk, har tangabilar tøma vatn úr brunnunum, til streymurin er afturkomin, og pumpurnar aftur
eru virknar.
Undirritaði hevur sjálvsagt ikki førleikar til at meta um, um trygdin í tunlunum er í fullgóðum
standi á allan hátt, men uttan iva er hon tað – alt annað vildi verið høpisleyst. Tó lata svar
løgmans upp fyri nøkrum spurningum afturat.
Teir 4 undirsjóvartunlarnir hava ómetaliga stóran týdning. Vágatunnilin er einasti vegur og
einasta samband okkara til Vágoynna. Vágoyggin er loftvegis lívæðr alra føroyinga út í heim –
einasti flogvøllur okkara er staðsettur har. Eingin ferja er at røkja ferðasambandið, um tunnilin
ikki er tøkur. Tað er absolutt alneyðugt, at Vágatunnilin er so væl tryggjaður, sum yvirhøvur til
ber.
Norðoyatunnilin er einasti farvegur um Leirvíksfjørð. Eingin ferja er at seta inn, um tunnilin
ikki er tøkur. Sandoyartunnilin er einasta farleið í Sandoynna. Teistin, sum røkti
ferjusambandið, er framvegis í landinum, men hevur aðra fasta farleið at røkja. Tískil er heldur
eingin ferja at røkja sambandið, um illa vildi til við tunlinum.

-- 1 of 2 --

Eysturoyartunnilin er ikki einasta farleið millum Eysturoy og Streymoy, men tunnilin er vorðin
eitt øgiligt knútapunkt millum oyggjarnar, og tað koyra túsundavís av bilum í honum dag og
dagliga. Tunnilin er vorðin grundleggjandi umráðandi hjá bæði fólki og fyritøkum – harafturat
er fíggingin av Sandoyartunlinum fullkomiliga samantvunnin við ferðsluna í
Eysturoyartunlinum.
Haldi meg minnast, at tá oljubilar skuldu fraktast millum oyggjar við ferjunum, so vórðu
sertúrar sigldir, har bert hesir bilar vóru umborð. Allarhelst hevur tað verið tað sama við øðrum
vandamiklum kemikalium. Harafturat skuldu gassfløskur og líknandi setast á ávíst stað á
ferjunum, har tryggast var at goyma hesar. Í dag sær út til, at allur hesin flutningur ferðast
fullkomiliga fríur og ótarnaður í undirsjóvartunlunum, væl blandaður saman við túsundtals
persónbilum – umframt lívsneyðugum sjúkrabilum m.a. Um tað eru ávís krøv til hesa ferðsluna,
so eru tey torfør at fáa eyga á.
Fyri at fáa greiði á hesum óvissum, so verða hesir spurningar settir løgmanni, ið varðar av
undirsjóvartunlunum.
Á Løgtingi, 20. november 2025
Bárður á Lakjuni

-- 2 of 2 --