52-051/2025
Vegagerð í Suðuroynni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. des. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
051.25 Svar frá J. Christiansen til B. Hammer - Vegagerð í Suðuroynni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. des. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 30. november 2025 Mál: 25/29952 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-051/2025 AE Svar til fyrispurning nr. 52-051/2025 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um vegagerð í Suðuroy Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hví er einki gjørt við vegaføringina úr Hvalbiartunlinum til Trongisvágs, hóast játtan varð oyramerkt til endamálið á fíggjarlógini fyri 2022? 1. Hví er einki gjørt við gongubreytina í Trongisvági/Líðini, hóast játtan varð oyramerkt til endamálið á fíggjarlógini fyri 2022? 2. Nær verður Froðbiarvegurin gjørdur liðugur? 3. Hvørjar heimildir hevur Landsverk at raðfesta aðra vegagerð enn tað, sum er ásett við lóg? Viðmerkingar frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni Beint fyri jól fyri fýra árum síðani – í desember 2021 – varð fíggjarlógin fyri 2022 samtykt. Vit, sum sótu í Løgtinginum tá, samtyktu millum annað 4 mió. kr. til at breiðka vegin úr Hvalbiartunlinum til Trongisvágs. Vit samtyktu eisini 2 mió. kr. til at breiðka Froðbiarvegin, og 1 mió. til gongubreyt í Trongisvági. Hesar verkætlanir høvdu til endamáls at bøta um ferðslutrygdina á hesum vegastrekkjum. Nú fýra ár seinni kunnu suðuroyingar staðfesta, at einans er byrjað upp á Froðbiarvegin av hesum arbeiðum. Froðbiarvegurin varð breiðkaður í vár, men vegurin er enn ikki asfalteraður. Tað hevur ført við sær, at bilar við jøvnum millumbilum fáa skaða av manglandi asfaltering. Hini eru ikki eingongd byrjaði. Almenna umrøðan í vikuni hevur víst, at Landsverk av sínum eintingum er farið ímóti Løgtingsins vilja, og hevur stovnurin brúkt peningin í heimildarloysi til heilt aðrar verkætlanir norðanfyri. Tað er sjálvandi ikki í lagi. Vit vita øll, at tá Løgtingið viðger fíggjarlógina, so verða semjur gjørdar millum flokkar, ofta tvørtur um samgongu og andstøðu, fyri at fáa semju um fíggjarlógina, sum er sjálvt grundarlagið fyri øllum politikkinum í einum samfelag. Vegurin úr Hvalbiartunlinum, vegurin í Froðba og gongubreytin í Trongisvági/Líðini vóru partur av semjuni um og grundarlagið undir fíggjarlógina fyri 2022. Ein stovnur kann ikki av sínum eintingum tileinkisgera eina politiska semju, sum er ásett í lóg. Fyri at fáa greiðu á hesum máli setur undirritaði landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, hesar spurningar. -- 1 of 3 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/3 Svar til spurning 1 Tað er umráðandi, at vegurin í Trongisvági verður breiðkaður. Hann er partur av høvuðsvegakervi landsins og eigur at lúka dagsins krøv. Á Fíggjarlógini fyri 2022 vóru játtaðar 4 mió. kr. til at breiðka og betra vegastrekkið frá viðarlundini til elverkið í Trongisvági, ið er áleið 1 km til longdar. Landsverk setti ein ráðgeva til at gera eina verkætlan fyri arbeiðið, har vegurin skuldi breiðkast og betrast soleiðis, at hann livdi upp til dagsins standard fyri vegir. Hædd varð eisini tikið fyri at gera gongubreyt, har hús eru fram við vegnum. Samlaða verkætlanin varð mett at kosta umleið 20 mió. kr. við váðaískoyti. Vegurin kann lutast í tveir partar, ið eru sera ymiskir. Uttari parturin, tættast við viðarlundina, liggur í næstan óbygdum øki, har tað er lutfalsliga lætt at breiðka vegin, tí breiðkanin fer inn á óbygt lendi. Innari parturin, umleið 400 metrar, liggur tætt at sethúsum. Her verður í ávísan mun neyðugt at breiðka vegin inn í garðar hjá fólki. Ætlanin er eisini at gera gongubreyt, og tað fer at krevja eina frárensluskipan av vatni við vegin, umframt at verandi tvørrennur mugu betrast, tí trupulleikar eru við avvatning á økinum í dag. Innari partur verður tí mettur sum tann dýrari parturin at fara undir, og tískil var tað tann uttasti teinurin, sum tað var mest sannlíkt at farið varð undir at gera fyri játtanina í 2022. Út frá nøgdunum í verkætlanini varð ein prísmeting gjørd fyri innara partin av vegnum?. Kostnaðurin varð mettur til umleið 7,5 mió. kr. við asfaltering. Prísurin tekur hædd fyri, at tilfarið kemur úr Porkeri, har bæði keypsprísur og koyring eru roknaðir við. Landsverk helt tað ikki verða ráðiligt at seta eina verkætlan í gongd, tí játtanin var ov lág. Tí varð kannað um møguligt var at lækka kostnaðin, eitt nú um grótið frá Hvalbiartunlinum kundi nýtast í verkætlanini. Hetta var grót, sum Landsverk áður hevði givið Tvøroyrar kommunu loyvi til at taka uttan gjald. Kommunan upplýsti Landsverki, at grótið kundi fáast móti gjaldi. Hetta hevði við sær, at heildarkostnaðurin fyri verkætlanina gjørdist óneyðuga høgur. Tørvurin til verkætlanina var umleið 7.500 m3 av gróti av teimum umleið 75.000 m3, sum lógu við Hvalbiartunnilin. Av játtanini uppá 4 mió. kr., vóru bert 337 tús. kr. brúktar til at fyrireika verkætlanina. Tað merkir, at 3,7 mió. kr. av játtanini til Trongisvágsvegin ikki vórðu brúktar, og áttu at verða fluttar fram frá 2022 til 2023. Einki varð játtað á fíggjarlógini fyri 2023 til verkætlanina. Her skal leggjast afturat, at 27,4 mió. kr. av óbrúktari játtan vórðu fluttar fram við átekning frá 2022 til 2023. Ein partur av upphæddini kundi í øllum førum, við ávísum raðfestingum, verið brúktur til Trongisvágsvegin, tá verkætlanin var klár, og so langt játtanin røkkur einstaka árið. Svar til spurning 2 Á Fíggjarlógini fyri 2022 vóru játtaðar 1 mió. kr. til at gera eina gongubreyt í Trongisvági. Landsverk setti ein ráðgeva til at gera eitt upplegg til, hvussu umstøðurnar hjá teimum til gongu kundu betrast fram við vegnum millum Trongisvág og Krambatanga. Í samskifti við m.a. kommununa gjørdist greitt, at endamálið við játtanini var at fáa eina gongubreyt til bygningin, har m.a. Rúsdrekkasølan heldur til. Bygningurin liggur tó á niðaru síðu av vegnum, meðan verandi gongubreyt er á ovaru síðu. Hetta hevði kravt ein gonguteig tvørtur um ein 80 km/t veg, og slík krossing varð mett at vera ótrygg og tískil ikki tilmæld av Landsverki. -- 2 of 3 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 3/3 Alternativt kundi ein nýggj gongubreyt verið gjørd allan vegin úr Trongisvági á niðaru vegasíðu. Henda loysnin hevði kortini m.a. kravt eina uppsetan av kantsteinum og frárensluskipan til vatn. Talan hevði sostatt verið um eina lutfalsliga dýra loysn, ið samstundis ikki varð mett at verða trygg, tí gongubreytin framvegis fór at liggja við ein 80 km/t veg. Landsverk mælti tí til, at játtanin kundi latast kommununi sum stuðul til at gera eina lendisgøtu millum vegin og fjøruna. Partur av økinum er avlagt til gøtu á matrikkulkortinum. Kommunan valdi tó ikki at fara víðari við hesi loysn. Tá fíggjarárið var av, varð staðfest, at játtanin ikki rakk til nakra av teimum tryggu loysnunum, og tí bar ikki til at fremja verkætlanina. Einki varð játtað til endamálið í 2023. Svar til spurning 3 Á Fíggjarlógini fyri 2022 vórðu játtaðar 2 mió. kr. til at breiðka vegin til Froðba. Ein verkætlan varð gjørd, ið vísti, at játtanin kom at vera ov lág til ætlaðu breiðkingina. Í endanum av 2022 gjørdist eisini greitt, at verkætlanin ikki varð raðfest á Fíggjarlógini fyri 2023. Avgjørt varð kortini at halda fram við verkætlanini. Í 2024 og 2025 hevur verið arbeitt við verkætlanini. Í dag vantar bert at asfaltera vegin. Arbeiðið verður væntandi gjørt í sambandi við onnur asfaltsarbeiðir í Suðuroy í 2026. Tá ið vegurin er asfalteraður, verður samlaði kostnaðurin av breiðkingini umleið 4,5 mió. kr. Svar til spurning 4 Eins og ásett í §7 í játtanarlógini er landsstýrismaðurin ikki bundin av sundurgreiningini av fleiri løguverkætlanum undir somu høvuðskontu treytað av, at samlaða løguupphæddin av einstøku verkætlanunum ikki verður broytt og farið ikki verður upp um játtanina. Landsverk skal tó sum fráfaringarstøði halda seg til tað, sum løgtingið játtar tað einstaka árið, og sjálvandi tað, sum er flutt fram frá undanfarnum árum. Tað kunnu standast avbjóðingar, tá løgtingið játtar pening til verkætlanir uttan at hava samskift við Landsverk sum vegamyndugleika um, hvussu verkætlanin verður loyst á bestan hátt, og hvør játtan krevst fyri at fremja eina verkætlan á munagóðan hátt. Á hvørjum ári verða broytingar gjørdar, soleiðis at sum mest fæst fyri samlaðu játtanina á høvuðskontuni. Nakrar verkætlanir verða fyrireikaðar, men eru ikki klárar at fremja fyrr enn seinni. Aðrar verkætlanir ganga væl, og verða gjørdar lidnar áðrenn tíð. Avlop kann verða á ávísum verkætlanum, tá tær eru lidnar, sum so kann verða flutt til aðrar verkætlanir; til dømis til at breiðka vegin í Froðba. Í stórum verkætlanum, til dømis Fámjinstunnilin, er játtanarkarmurin ásettur í verklagslóg og fylgja játtanirnar at kalla altíð byggitilgongdini. Jóhan Christiansen Landsstýrismaður -- 3 of 3 --
051.25 Spm til J. Christiansen frá B. Hammer - Vegagerð í Suðuroynni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Vegagerð í Suðuroynni Spurningur: 1. Hví er einki gjørt við vegaføringina úr Hvalbiartunlinum til Trongisvágs, hóast játtan varð oyramerkt til endamálið á fíggjarlógini fyri 2022? 2. Hví er einki gjørt við gongubreytina í Trongisvági/Líðini, hóast játtan varð oyramerkt til endamálið á fíggjarlógini fyri 2022? 3. Nær verður Froðbiarvegurin gjørdur liðugur? 4. Hvørjar heimildir hevur Landsverk at raðfesta aðra vegagerð enn tað, sum er ásett við lóg? Viðmerking: Beint fyri jól fyri fýra árum síðani – í desember 2021 – varð fíggjarlógin fyri 2022 samtykt. Vit, sum sótu í Løgtinginum tá, samtyktu millum annað 4 mió. kr. til at breiðka vegin úr Hvalbiartunlinum til Trongisvágs. Vit samtyktu eisini 2 mió. kr. til at breiðka Froðbiarvegin, og 1 mió. til gongubreyt í Trongisvági. Hesar verkætlanir høvdu til endamáls at bøta um ferðslutrygdina á hesum vegastrekkjum. Nú fýra ár seinni kunnu suðuroyingar staðfesta, at einans er byrjað upp á Froðbiarvegin av hesum arbeiðum. Froðbiarvegurin varð breiðkaður í vár, men vegurin er enn ikki asfalteraður. Tað hevur ført við sær, at bilar við jøvnum millumbilum fáa skaða av manglandi asfaltering. Hini eru ikki eingongd byrjaði. Almenna umrøðan í vikuni hevur víst, at Landsverk av sínum eintingum er farið ímóti Løgtingsins vilja, og hevur stovnurin brúkt peningin í heimildarloysi til heilt aðrar verkætlanir norðanfyri. Tað er sjálvandi ikki í lagi. Vit vita øll, at tá Løgtingið viðger fíggjarlógina, so verða semjur gjørdar millum flokkar, ofta tvørtur um samgongu og andstøðu, fyri at fáa semju um fíggjarlógina, sum er sjálvt grundarlagið fyri øllum politikkinum í einum samfelag. Vegurin úr Hvalbiartunlinum, vegurin í Froðba og gongubreytin í Trongisvági/Líðini vóru partur av semjuni um og grundarlagið undir fíggjarlógina fyri 2022. Ein stovnur kann ikki av sínum eintingum tileinkisgera eina politiska semju, sum er ásett í lóg. Fyri at fáa greiðu á hesum máli setur undirritaði landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, hesar spurningar. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 19. november 2025 Bjarni Hammer -- 2 of 2 --