← Løgtingsmál

52-050/2025

Ákærur ímóti sýslumanni og grindaformonnum í sambandi við at grind er hildin til

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. des. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
050.25 Svar frá J. Christiansen til H. Hoydal - Ákærur í sbd við grindadráp.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
28. november 2025
Mál: 25/30965-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-050/2025
Svar frá Jóhan Christiansen, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-
050/2025 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um ákærur ímóti sýslumanni og
grindaformonnum í sambandi við, at grind er hildin til.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er tað rætt, at ákærur eru reistar ímóti sýslumanni og grindaformonnum í
sambandi við kærur frá útlendskum felagsskapum, sum vilja steðga
grindadrápi?
2. Um so er, hvussu er hetta gjørt og við hvørjari grundgeving?
3. Um so er, við hvørjari heimild og á hvørjum lógargrundarlagi er hetta gjørt?
4. Kann landsstýrismaðurin vátta, at alt, sum snýr seg um grundleggjandi rættin til
grindadráp og aðra veiðu av villini djórum í okkara egna náttúrutilfeingi, er
skipað í serstakari føroyskari lóg og reglum, sum ikki kann setast til viks av
aðrari lóg?
5. Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera til
tess at tryggja, at útlendskir felagsskapir ikki umvegis ákæruvaldið og
løgregluna í Føroyum gera seg inn á grindalógina, sýslumenn, grindaformenn
og grindamenn og rættin at drepa grind í Føroyum?
Svar:
Til spurning 1-3:
Landsstýrismanninum kunnugt eru sýslumaður og grindaformenn skuldsettir fyri brot á
§ 3 og § 13 í løgtingslóg um djóravælferð í sambandi við grindadráp í Hvannasundi.
Tað ljóðar, at útlendskur felagsskapur hevur boðað frá, men eg kenni ikki
grundgevingarnar fyri, at málið er fráboðað.
Til spurning nr. 4:
Grindadráp er aldargamal siður, sum er neyvt skipaður í løgtingslóg og kunngerð um
grind og annan smáhval. Talan er um eina serlóg, og sambært almennari løgfrøðiligari

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
fatan gongur slík lóg vanliga fram um generella lóggávu. Í hesum føri er løgtingslóg
um djóravælferð at meta sum generell lóggáva. Bæði grindalógin og
djóravælferðarlógini kunnu kortini, eins og øll onnur lóggáva, verða settar til viks av
aðrari lóggávu, um Løgtingið samtykkir tað, ella um rætturin kemur til ta niðurstøðuna.
Løgtingslóg um djóravælferð er partur av málsøkinum hjá landsstýriskvinnuni í
uttanríkis- og vinnumálum, og víst verður tí eisini til svar hennara upp á § 52a-
fyrispurning nr. 52-054/2025 um reist mál ímóti sýslumanni og grindaformonnum í
sambandi við, at grind er hildin til.
Til spurning 5:
Rætturin at drepa grind, eins og virksemi og uppgávur hjá sýslumonnum,
grindaformonnum og grindamonnum, er reguleraður í og vardur av løgtingslóg og
kunngerð um grind og annan smáhval.
Uttan mun til, um málið snýr seg um brot á grindalóggávuna ella løgtingslóg um
djóravælferð, vildi eg hildið, at politiið og ákæruvaldið fara at meta um málið og viga
lóggávuna upp móti hvørji fyri at gera av, um ákæra skal reisast.
Ger ákæruvaldið av at fara víðari við málinum fæst greiða á, hvat rætturin metir vera
galdandi. Talan er – mær kunnugt – um fyrsta mál av hesum slagi, og hetta er mál,
sum hevur avgerandi týdning fyri rætt okkara at gagnnýta okkara náttúrugivna tilfeingi.
Skuldi rætturin komið til ta niðurstøðu, at løgtingslóg um djóravælferð gongur fram um
grindalóggávuna, eigur at verða umhugsað at broyta løgtingslóg um djóravælferð
soleiðis, at tað verður greitt ásett, at hon ikki er galdandi fyri grindadráp.
At enda skal leggjast afturat, at tað stendur einum og hvørjum frítt at boða politinum
frá brotum, sum viðkomandi metir seg kenna til. Hetta er grundleggjandi rættur í einum
rættarsamfelag, og tað ber ikki til at avmarka henda rætt við teirri grundgeving, at talan
er um serføroysk viðurskifti og serføroyska lóggávu.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 28. november 2025
Jóhan Christiansen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
050.25 Spm til J. Christiansen frá H. Hoydal - Ákærur í sbd við grindadráp.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Ákærur ímóti sýslumanni og grindaformonnum í sambandi við at grind er
hildin til
Spurningar:
1. Er tað rætt, at ákærur eru reistar ímóti sýslumanni og grindaformonnum í
sambandi við kærur frá útlendskum felagsskapum, sum vilja steðga
grindadrápi?
2. Um so er, hvussu er hetta gjørt og við hvørjari grundgeving?
3. Um so er, við hvørjari heimild og á hvørjum lógargrundarlagi er hetta gjørt?
4. Kann landsstýrismaðurin vátta, at alt, sum snýr seg um grundleggjandi rættin
til grindadráp og aðra veiðu av villini djórum í okkara egna náttúrutilfeingi, er
skipað í serstakari føroyskari lóg og reglum, sum ikki kann setast til viks av
aðrari lóg?
5. Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera
til tess at tryggja, at útlendskir felagsskapir ikki umvegis ákæruvaldið og
løgregluna í Føroyum gera seg inn á grindalógina, sýslumenn, grindaformenn
og grindamenn og rættin at drepa grind í Føroyum?
Viðmerkingar:
Undirritaði hevur fingið váttað, at ákærur eru reistar og sektaruppskot eru borin fram
ímóti sýslumanni og grindaformonnum í Føroyum í sambandi við kærur frá
útlendskum felagsskapum, ið vilja steðga grindadrápi í Føroyum. Kærurnar sigast
vera reistar um ávísar hendingar, tá ið grind hevur verið hildin til, og sum skilst
verður djóravælferðarlógin brúkt sum grundgeving.
Um hetta er rætt, er talan um eina sera álvarsama framferð frá løgreglu og ákæruvaldi,
ið kann fáa stórar avleiðingar fyri grundleggjandi rættin at drepa grind í Føroyum og
fyri sjálvsavgerðarrætt okkara at skipa burðardygga veiði av okkara egna
náttúrutilfeingi. Veiða av villini djórum og livandi náttúrutilfeingi er skipað í
serstakari lóg í Føroyum, og støðugt hava føroyskir myndugleikar við lóg, kunngerð
og átøkum bøtt um og skipað grindadráp í Føroyum við øllum neyðugum atlitum til
djór, náttúru, menniskju og samfelag.
Tí verður spurt, hvat landsstýrið veit um og ger við hetta mál, soleiðis, at tað er
grindalóggávan í Føroyum, sum framhaldandi er grundarlagið fyri alla regulering av
tí, ið hevur við grindarakstur, at halda grind til og at býta grind í Føroyum at gera.
Á Løgtingi, 19. november 2025
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --