52-049/2025
Endurgjald fyri AMEG goldið í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. nov. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
049.25 Svar frá R. Vang til G. Sundstein - Endurgjald fyri AMEG goldið í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 28. november 2025 J. nr.: 25/ 31526 Svar uppá fyrispurning nr. 52-049/2025 frá Grímur Sundstein, løgtingsmanni, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um endurgjald fyri AMEG goldið í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur Fíggjarmálaráðið gjørt nakra endurgjaldsætlan fyri AM-gjøld, sum TAKS vegna AMEG hevur kravt inn í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd fyri árini áðrenn 2019 ? 2. Verður eitt møguligt endurgjald goldið afturvirkandi til, tá norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd fekk gildi, uttan fyrning og við rentum ? Svar til spurning nr. 1 og 2: Við løgtingslóg nr. 87 frá 7. mai 2025 um afturrindan av heilsutrygdargjaldi er neyðug heimild fingin til vega fyri at afturrinda heilsutrygdargjald, tá talan er um persónar, sum fyri sama tíðarskeið hava goldið bæði heilsutrygdargjald og sosial trygdargjøld í øðrum Norðurlandi. Sum upplýst í svari til § 52 a spurning nr. 52/037/2024 verður avgerð um afturrindan av AM- gjøldum og um hvussu langt farið verður aftur í tíð, ætlandi tikin við støði í sama lesti sum fyri afturrindan av heilsutrygdargjaldi. Neyðugt er tó fyrst at fáa heimildina til vega, eins og fyri heilsutrygdarskjalið. T.v.s. at ein afturrindan AM-gjøldum fer fram eftir umsókn og er treytað av, at sosial gjøld bæði eru goldin í Føroyum og øðrum Norðurlandi. Afturgjaldskravið verður harnæst lækkað við frádrátti í skatti sambært § 154 b í skattalógini eins og fyri afturrindan av heilsutrygdargjaldi. Annar munurin er, at rætturin til útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum ikki sjálvvirkandi fellur burtur orsakað at einari afturrindan. Spurningurin er tí, hvørja ávirkan ein møgulig afturrindan skal hava á rættin til útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, men arbeitt verður fram ímóti, at útgjaldið úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum lækkar útgjaldbrotið við 1/40 fyri hvørt ár, sum afturrindað verður fyri. Afturrindanin verður renturoknað sambært galdandi reglum í tann mun, kravánarin hevur kravt rentu. Tinganes, 28. november 2025 Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
049.25 Spm til R. Vang frá G. Sundstein - Endurgjald fyri AMEG goldið í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Grímur Sundstein, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Endurgjald fyri AMEG goldið í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd Spurningar: 1. Hevur Fíggjarmálaráðið gjørt nakra endurgjaldsætlan fyri AM-gjøld, sum TAKS vegna AMEG hevur kravt inn í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd fyri árini áðrenn 2019 ? 2. Verður eitt møguligt endurgjald goldið afturvirkandi til, tá norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd fekk gildi, uttan fyrning og við rentum ? Viðmerkingar: TAKS hevur í mong ár sýtt m.a. føroyskum útisiglarum uttanlands og norðurlendingum í Føroyum [fevnd av sosialari trygd í øðrum Norðurlandi] undantøku at rinda til AMEG, vísandi til at ongin heimild er í føroyskari lóggávu at veita slík undantøk, hóast kærustovnar og dómstólar hava staðfest, at m.a. heilsutrygdargjaldið og AM-gjaldið í mong ár hava verið kravd inn í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd [NS]. Fyri AMEG eru hesi viðurskifti komin ’partvíst’ í rætt lag við lógarbroyting aftur til 2019. Fyri árini áðrenn 2019 hevur ikki verið møguligt at søkt um undantak. Á vári 2025 samtykti Løgtingið lóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi, sum hevur til endamál at afturrinda heilsutrygdargjøld, sum eru kravd í ósamsvari við NS. Í svari til § 52a fyrispurning [52-044/2024] stendur, at “Avgerð um afturrindan av AM- gjøldum og um, hvussu langt farið verður aftur í tíð, verður ætlandi tikin við støði í sama lesti sum fyri afturrindan av heilsutrygdargjaldi.” Í ársfrásøgnini fyri 2024 hjá AMEG undir ‘eventualskyldur’ stendur m.a. at lesa, at: “Í 2023 tók Eystari Landsrættur avgerð til fyrimunar fyri teir, ið høvdu kært Heilsutrygd fyri at krevja heilsutrygdargjald frá persónum, sum sambært Nordisku konventión ikki skulu rinda sosial gjøld í tveimum londum, tá rættur bert er til útgjald í øðrum landinum. [...] Í 2024 hevur stýrið tikið avgerð um at innrokna ta upphædd, sum TAKS hevur roknað fyri tíðarskeiðið 2014 og frameftir, at grunnurin kann koma at rinda út aftur. Talan er um 80 mió.kr.” -- 1 of 2 -- Nú Heilsumálaráðið er komið til ta niðurstøðu, at heilsutrygdargjaldið verður endurgoldið og lógin er samtykt, er framvegis ongin almenn endurgjaldsætlan løgd fram fyri AM-gjøld, sum TAKS vegna AMEG hevur kravt inn í ósamsvari við NS. Fyri at fá greiðu á gongdini í hesum máli, verður hesin fyrispurningur settur fyri at vita, um Fíggjarmálarráðið eisini ætlar at endurrinda tey sosialgjøld sum TAKS vegna AMEG hevur kravt inn í heimildarloysi. Á Løgtingi, 14. november 2025 Grímur Sundstein -- 2 of 2 --