52-048/2025
Rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsla
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. nov. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
048.25 Svar frá S. Bertholdsen til R. Gaardlykke - Rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsla.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 25. november 2025 HMR j. nr. 25/30459-9 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-048/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu, frá Rósu Tyril Gaardlykke, løgtingskvinnu Spurningarnir vóru soljóðandi: Spurningar: 1. Hvar er ábyrgdin staðsett fyri viðgerð av fólki, sum bæði hava sálarsjúku og misnýtslu av rúsdrekka og/ella øðrum rúsevnum? 2. Hvussu stórur partur av teimum, sum misnýta rúsdrekka ella onnur rúsevni, metast eisini at hava onkra sálarliga sjúku ella órógv? 3. Hvør hevur ábyrgdina av avrúsing av teimum, sum ynskja at sleppa til viðgerð fyri bundni at rúsevnum og/ella rúsdrekka? 4. Fyriliggur nøkur ætlan um at geva teimum, sum ikki hava fastan bústað, atgongd til viðgerð fyri bundni av rúsdrekka og rúsevnum? 5. Hvar skal serfrøðin uppbyggjast um viðgerð av bundni at øðrum rúsevnum, t.d. stimulantum sum Ritalin, sum vit nú síggja meira av í Føroyum, men sum vit ikki hava royndir í at viðgerða? Svar: Til spurning 1 Sambært løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð, er ásett, at persónar, búsitandi í Føroyum, kunnu fáa tilboð um ókeypis viðgerð fyri bundni av rúsdrekka ella rúsevnum. Harumframt er ásett, at tað er landið, sum hevur ábyrgdina av at veita viðgerð, men kann lata privatum stovnum ella sjálvsognarstovnar at røkja uppgávuna. Skipan av viðgerð fyri teimum sum hava dupultdiagnosu er ein avbjóðing. Hetta hevur eisini víst seg í okkara grannalondum, har viðgerðin verður skipað á ymiskan hátt. Víst verður eisini á hendan -- 1 of 4 -- trupulleika í álitinum um “Heildarætlan fyri sálarliga heilsu” frá 2018, har tilmæli nr. 35 er soljóðandi: “Arbeiðsbólkurin mælir til, at skipað verður eitt tætt samstarv millum viðgerðarstovnar fyri fólk, sum eru bundin at turvelvandi øðrumegin og psykiatrisku viðgerðarskipanina hinumegin, og at skipaði verða málrættaði viðgerðartilboð til tey, sum bæði hava trupulleikar av turvelvandi drøggi og øðrum sálarligum trupulleikum.” Enn er ikki støða tikin til, hvussu hetta ítøkiliga skal skipast í Føroyum. Hesin trupulleikin varð eisini tikin upp í álitinum “Endurskoðan av RÓWT og tænastum til ung við samansettum og umfatandi sálarligum sosialum og rúsevnis trupulleikum”, sum var handað landsstýrisfólkunum í juni í ár av einum tvørfakligum arbeiðsbólki. Landsstýrisfólkini í almanna- og mentamálum og í heilsumálum hava avgjørt í felag at fara undir arbeiðið at fremja tilmælini í álitinum. Ein tvørfakligur bólkur varð settur í oktober, sum skal nágreinað og fyrireika eitt tilhaldsstað til ung við samansettum og umfatandi sálarligum, sosialum og rúsevnisligum trupulleikum, sum eftir ætlan skal lata upp á vári 2026. Í samsvari við álitið, er eisini ætlanin at seta enn ein tvørfakligan bólk í ár, sum skal lýsa, hvussu eitt rúsviðgerðartilboð, ið rúmar fólki við dupultdiagnosum, skal skipast. Herundir lýsing av innihaldi, fakligum førleikum hjá starvsfólkum, kostnaði og um eitt av verandi viðgerðarstøðum kann víðkast ella umskipast til endamálið. Ella um avrúsing og rúsviðgerð til málbólkin skal skipast á annan hátt. Til spurning 2 Í Føroyum eru eingi samlað hagtøl fyri hetta. Donsk tøl á hesum økinum siga, at 30% av teimum, sum eru í viðgerð fyri rúsdrekkatrupulleikar, og 70% av teimum, sum eru í viðgerð fyri trupulleikar av øðrum rúsevnum, eisini hava eina aðra psykiatriska diagnosu. Blákrossheimið hevur upplýst, at umleið 53 prosent av teirra viðskiftafólkum høvdu fingið staðfest eina psykiatriska diagnosu, áðrenn tey komu í viðgerð á Blákrossheiminum í 2024. Til spurning 3 Ein avrúsing eigur altíð at verða gjørd undir læknaligari ábyrgd. Sambært Sjúkrahúsverkinum kann tað í sambandi við avrúsingina íkoma ein sokallað abstinensstøða, sum kann verða vandamikil, serliga í sambandi við alkohol, og kann verða viðgerðarkrevjandi. Hetta eigur at verða gjørt undir læknaligari ábyrgd. Kommunulæknar viðgera nøkur fólk ambulant, meðan nøkur verða innløgd á sjúkrahús ella viðgerðastovn til viðgerð. Abstinensviðgerð, fyri nøkur sløg av rúsevnum, eigur eisini at verða skipað undir læknahond. -- 2 of 4 -- Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað í stóran mun vorðið ein siðvenja, at sjúklingar verða innlagdir á Medisinska depilin á Landssjúkrahúsinum, fyri at sleppa av við rúsin. Meðan teir eru innlagdir, fáa teir eisini abstinensviðgerð, sum tekur 1-4 dagar. So skjótt sum sjúklingurin er sloppin av við abstinensirnar, kann víðari viðgerð móti rúsdrekka- ella rúsevnamisnýtslu verða veitt í øðrum høpi. Sambært Blákrossheiminum koma fólk eisini inn til teirra til avrúsing, um tey vilja tað. Tá hevur læknin ábyrgd av teimum í samstarvi við sjúkrarøktarfrøðingin á Blákrossheiminum. Til spurning 4 Tað fyriliggur ongin ítøkilig ætlan. Sambært Sjúkrahúsverkinum so viðgera tey viðgerðarkrevjandi støður, uttan at taka atlit til, um fólk hava fastan bústað ella ikki. Sum skilst er tað ymiskt, hvussu sjálvsognarstovnarnir hava umsitið økið. Til dømis hevur Heilbrigdi upplýst, at tey fleiri ferðir hava havt fólk, ið hava bústað á Herberginum inni til viðgerðar á Heilbrigdinum. Samstundis hevur tað verið alment frammi, at fólk, sum ikki hava fastan bústað, hava torført við at fáa bjóðað viðgerð á sjálvsognarstovnunum. Í hesum sambandi er tað vert at nevna, at tað hevur stórum týdning, at persónar, ið hava verið til samdøgursviðgerð, hava eitt stað at koma til, tá teir vera útskrivaðir av viðgerðarstovninum, fyri at megna at halda seg rúsfrían – serliga, um borgarin ongan fastan bústað hevur, og netverkið og vinabondini enn eru í einum umhvørvi, har rúsevni eru vanlig. Í sambandi við endurskoðanina av RÓWT og “Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum”, verður mælt til, at eitt ávegishús (halfway house) verður skipað í samstarvi millum viðgerðarstovnarnar. Endamálið við einum tílíkum húsi er at gera vegin út í samfelagið lættari fyri persónar, sum hava verið í rúsviðgerð og at minka um vandan fyri, at tey aftur verða bundin av rúsevnum. Í sambandi við arbeiðið at fremja tilmælini í álitinum um RÓWT, er hetta eitt arbeiði, sum eisini fer at verða tikið upp til viðgerðar. Til spurning 5 Sambært Blákrossheiminum veita tey viðgerð til persónar, sum eru bundin av Ritalin ella øðrum rúsevnum. Í hesum sambandi verður altíð samskift við læknan hjá Blákrossheiminum ella Psykiatriska Depilin um persónin. Um tað verður mett ráðiligt, kann persónurin koma beinleiðis inn á Blákrossheimið til avrúsing og víðari viðgerð, ella má persónurin ávísast til avrúsing á Landssjúkrahúsinum, áðrenn víðari viðgerð. Heilsumálaráðið, 25. november 2025 -- 3 of 4 -- Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna -- 4 of 4 --
048.25 Spm til S. Bertholdsen frá R. Gaardlykke - Rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsla.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Rósa Tyril Gaardlykke, løgtingskvinna Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsla Spurningar: 1. Hvar er ábyrgdin staðsett fyri viðgerð av fólki, sum bæði hava sálarsjúku og misnýtslu av rúsdrekka og/ella øðrum rúsevnum? 2. Hvussu stórur partur av teimum, sum misnýta rúsdrekka ella onnur rúsevni, metast eisini at hava onkra sálarliga sjúku ella órógv? 3. Hvør hevur ábyrgdina av avrúsing av teimum, sum ynskja at sleppa til viðgerð fyri bundni at rúsevnum og/ella rúsdrekka? 4. Fyriliggur nøkur ætlan um at geva teimum, sum ikki hava fastan bústað, atgongd til viðgerð fyri bundni av rúsdrekka og rúsevnum? 5. Hvar skal serfrøðin uppbyggjast um viðgerð av bundni at øðrum rúsevnum, t.d. stimulantum sum Ritalin, sum vit nú síggja meira av í Føroyum, men sum vit ikki hava royndir í at viðgerða? Viðmerkingar: Fjølmiðlar og onnur hava varpað ljós á vaksandi brúk av sproytum til misnýtslu av rúsevnum, størri mongd av rúsevnum í Føroyum, og avbjóðingar við atgongd til hjálp. At fleiri misnýta rúsevni við sproytu er ein lutfalsliga nýggj avbjóðing í Føroyum. Vit hava tí ikki nógvar royndir í at veita hesum menniskjum viðgerð og hjálp. At bróta við bundni at rúsevnum er ein long gongd, og hvørki avrúsing ella víðari viðgerð eru tær somu sum fyri bundni at t.d. alkoholi ella hassji. Viðgerðartilboðini í Føroyum hava harafturat ávísar avbjóðingar við atgongd. Tað kann vera neyðugt at hava ein fastan bústað fyri at sleppa í viðgerð, og harumframt vera, í hvussu so er partvíst, avrúsaður, áðrenn tú kanst verða innskrivaður til viðgerð. Serliga um fólk hava misnýtt ymisk rúsevni, meta viðgerðarstovnarnir seg ikki førar at standa fyri avrúsing. Í summum førum veita psykiatri ella aðrar sjúkrahúsdeildir abstinensviðgerð, men tað er heldur ógreitt, hvør hevur ábyrgd av avrúsing, áðrenn viðgerð fyri bundni at rúsevnum og rúsdrekka. Ein vælkend avbjóðing afturat er viðgerðaratgongd til tey, sum bæði hava sálarligar avbjóðingar og bundni at rúsdrekka ella rúsevnum. Viðgerðarstovnar seta seg ikki altíð førar fyri at taka fólk inn við ikki-viðgjørdari sálarligari sjúku, og Psykiatriski Depilin metir seg ikki kunna viðgera sálarliga sjúku hjá fólki, sum rúsa seg dagliga. Sostatt er sera trupult hjá fleiri av okkara harðast raktu borgarum at fáa hjálpina, ið teimum tørvar. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 13. november 2025 Rósa Tyril Gaardlykke -- 2 of 2 --