← Løgtingsmál

52-047/2025

Endometriosa

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. nov. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
047.25 Svar frá S. Bertholdsen til H. Jensen - Endometriosa.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 20. november 2025
HMR j. nr. 25/30279-5
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-047/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um endometriosu, frá Honnu Jensen,
løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
Spurningar:
1. Hvussu útbreidd verður sjúkan endometriosa mett at vera í Føroyum?
2. Hvørji heilsutilboð eru til kvinnur í Føroyum, sum hava endometriosu?
3. Er nøkur heildarætlan fyri at finna sjúkuna tíðliga og fyri linnandi viðgerðir og átøk, sum
eisini hava til endamáls at fremja javnbjóðis møguleikar hjá hesum kvinnum at liva eitt gott
lív í Føroyum?
Svar:
Til spurning 1
Vit hava ikki tøl fyri, hvussu nógvar kvinnur í Føroyum hava endometriosu, men altjóða metingar
siga, at uml. 5-10% av øllum kvinnum hava endometriosu. Serlæknarnir í kvinnusjúkum í
Sjúkrahúsverkinum meta, at ábendingar eru um, at støðan er tann sama í Føroyum.

-- 1 of 2 --

Til spurning 2 og 3
Sambært Sjúkrahúsverkinum verða somu tilboð um kanningar og viðgerðir veitt til kvinnur við
endometriosu í Føroyum, sum kvinnur í okkara grannalondum fáa í boði.
Føroyskar kvinnur, sum hava svera endometriosu, verða skurðviðgjørdar á Ríkissjúkrahúsinum.
Fyrsta val til viðgerð av dysmenoré (menstratiónspínu) eru hormonir, so sum p-pillarar, mini
pillarar ella hormonspiralur. Hjá teimum flestu kvinnunum við endometriosu minkar hetta um
pínuna.
Eisini pínuviðgerð sum NSAID (brunalinnandi evni) og Paracetamol verða løgd afturat.
Um hetta ikki hjálpir, kann man sambært Sjúkrahúsverkinum royna viðgerð við GnRH-
agonist/antagonistar, sum setur kroppin í skiftisár-líknandi støðu, og verður hetta bert brúkt, tá onki
annað hjálpir.
Um medisinsk viðgerð ikki er nøktandi, verður farið víðari við eini laparaskopi, ið er ein sokallað
kikaraskurðviðgerð, har vevnaðarroyndir verða tiknar, fyri at staðfesta diagnosuna endometriosu og
loysa møguligar samanvøkstrir (adhærancur).
Fysioterapi verður eisini viðmælt, umframt onnur fysisk venjing.
Heilsumálaráðið, 20. november 2025
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
047.25 Spm til S. Bertholdsen frá H. Jensen - Endometriosa.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Endometriosa
Spurningar:
1. Hvussu útbreidd verður sjúkan endometriosa mett at vera í Føroyum?
2. Hvørji heilsutilboð eru til kvinnur í Føroyum, sum hava endometriosu?
3. Er nøkur heildarætlan fyri at finna sjúkuna tíðliga og fyri linnandi viðgerðir og
átøk, sum eisini hava til endamáls at fremja javnbjóðis møguleikar hjá hesum
kvinnum at liva eitt gott lív í Føroyum?
Viðmerkingar:
Endometriosa hevur ígjøgnum søguna einfalt verið umrødd og fatað sum ring
menstruatiónspína og líðingar, sum henni tilhoyra. Sambært WHO so eru tað umleið
10% av heimsins kvinnum, sum hava hesa líðing. Talan er um kroniska sjúku, sum
elvir til ógvusliga pínu við menstruatión, ógvusliga bløðing, áhaldandi pínu í kokuni
(men eisini aðrastaðni í kroppinum), barnloysi og vaml. Endometriosa veldur ofta
trupulleikar t.d. við at lata vatn og skarn, fyri kynslív eins og tað kann ávirka sálarliga
og vera atvold til angist og tunglyndi.
Sum skilst, so er eingin viðgerð tøk, sum grøðir endometriosu; viðgerð fyri
endometriosu er mangastaðni sera avmarkað, sjúkan verður ofta seint funnin, og
viðgerðin er tá vanliga at royna at avmarka langtíðarárin og at linna árinini av sjúkuni.
Sum vitanin um hesa kvinnusjúku tíbetur tykist at vera vaksandi og tilvitið harvið, so
eru tað lond, sum royna at taka endometriosu í størri álvara og leggja ætlanir fyri at
diagnostisera tíðliga og menna vitan um viðgerðir, sum kunnu tálma og fyribyrgja
ringastu avleiðingarnar.
Fyri kvinnuheilsuna er sera týdningarmikið, at sjúkan verður funnin nóg tíðliga, so at
útbúgvingar- og yrkisleið eins og almenna heilsan hjá kvinnum kann betrast, so hin
einstaka kann læra at liva við sjúkuni og teirri hjálp, sum eigur at vera at fáa í einum
góðum landi.
Tað mesta, sum vit vita um sjúkuna í Føroyum, er frá teimum djørvu kvinnunum, sum
hava verið frammi alment og greitt frá síni heilsustøðu og sínum lívi. Í Føroyum
kunnu sjúkur vera yvirumboðaðar vegna ættarbregði, so tað hevði verið áhugavert at
vitað, um mong hava endometriosu í Føroyum, at skapt meira tilvit um sjúkuna og
fingið at vita, um ætlanir eru gjørdar um heilsuátøk fyri tær gentur og kvinnur, sum
hava endometriosu, so tær kunnu fáa vitan, linna og hjálp tíðliga og leggja væl til
rættis eitt nú í mun til at fáa børn.
Tí verða hesir spurningar settir.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 12. november 2025
Hanna Jensen

-- 2 of 2 --