← Løgtingsmál

52-046/2025

Bróstkrabbaskanningar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. nov. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
046.25 Svar frá S. Bertholdsen til H. Jensen - Bróstkrabbaskanningar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 24. november 2025
HMR j. nr. 25/30275-5
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-046/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um bróstkrabbaskanningar, frá
Honnu Jensen, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
Spurningar:
1. Eru ætlanir um at byrja MR-bróstkrabbaskanningar í Føroyum?
2. Um ja, nær kunnu hesar skanningar fara í gongd?
3. Hvørji kundu serstakliga havt gagn av MR-bróstkrabbaskanningum í mun til mammografi,
sum nýtt verður í Føroyum í dag at kanna og staðfesta bróstkrabba?
4. Hvørjir møguligir fyrimunir eru við MR-bróstkrabbaskanningum í mun til mammografi og
eru nakrir vansar?
5. Hvør er metti kostnaðurin av lutvíst ella heilt at skifta frá verandi kanningarhátti og til
alternativa kanningarháttin?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Spurningurin kann skiljast uppá tveir mátar.
Fyri tað fyrsta. Um vit skulu broyta verandi kanningarhátt í sambandi við bróstscreening, har
mammografur verður nýttur í dag, til í staðin at nýta MR-skannara í framtíðini, so er svari nei til
hendan spurningin. Sambært Sjúkrahúsverkinum verður hesin kanningarháttur ikki nýttur til
bróstscreening. MR-skanningar verða einans nýttar sum ískoyti til mammografiskanningar.

-- 1 of 3 --

Hin spurningurin er, um vit skulu gera MR-bróstskanningar í Føroyum. Í hesum sambandi skal
nevnast, at tað í Krabbameinsætlanini frá 2022 varð mælt til at keypa nýggjan MR-skannara, sum
hevur nýggjasta tøkni, sum m.a. kann nýtast til at diagnostisera prostatakrabba og útgreina arvaligan
bróstkrabba.
Ein tílíkur MR-skannari varð fingin til vega í Sjúkrahúsverkinum í fjør, og um ársskiftið vórðu allar
prostataskanningar hjá føroyskum monnum framdar við nýggja MR skannaranum á Klaksvíkar
sjúkrahúsi. Eisini hevur tað verið umrøtt í leiðsluni, hvussu farast skal fram við MR-skanningum av
bróstum í samráð við serlæknar á viðkomandi økjum. Sambært Sjúkrahúsverkinum er í løtuni ongin
endalig støða tikin til, nær og hvussu farast kann undir at bjóða MR-skanningar fyri bróstkrabba.
Tað er vert at nevna, at tá ið tað er illgruni um arvaligan bróstkrabba (t.d. BRCA), so fáa kvinnurnar
tilboð um útgreining á Genetisk Center á Ríkissjúkrahúsinum. Tær, sum fáa staðfest arvaliga
bróstkrabba, verða fylgdar í bróstambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum av mammakirugi og fáa í
dag gjørt MR-skanningar í Aalborg. Talan er um heilt fáar kvinnur árliga, og tí kann tað sambært
Sjúkrahúsverkinum verða trupult at uppbyggja og viðlíkahalda røttu fakligu førleikarnar á økinum í
Føroyum.
Til spurning 3 og 4
MR-bróstskanning verður serliga nýtt til kvinnur, sum eru í hægri vanda fyri at fáa bróstkrabba vegna
ílegubrek (t.d. BRCA), umframt til kvinnur sum fáa kemoviðgerð fyri bróstkrabba áðrenn
skurðviðgerð (neoadjuverandi kemoterapi)1.
Evropeiskar leiðreglur viðmæla, at MR-skanning verður lagt afturat sum “tilpassað” screening hjá
kvinnum, sum ikki eru sjúkar, men hava tættan bróstvevnað, og ikki sum standardscreening hjá øllum
kvinnum.
Fyrimunir við eini MR-bróstkanning eru sambært Sjúkrahúsverkinum hesir:
- Høgur sensitivitetur, sum kann fanga fleiri krabbameinstilburðir hjá kvinnum við tøttum
bróstvevnaði, og hjá kvinnum har bróstkrabbi er arvaligur, umframt hjá kvinnum har fleiri
knyklar eru í sama brósti.
- Við MR-skanning verða røntgenstrálur ikki nýttar.
- MR-skanning gevur góða mynd av støðuni hjá kvinnum, sum fáa kemoviðgerð fyri
bróstkrabba, áðrenn skurðviðgerð (neoadjuverandi kemoterapi).
Vansar við eini MR-bróstkanning eru sambært Sjúkrahúsverkinum hesir:
- MR-skannarin finnur eisini tað, sum ikki er krabbi (hægri spesifisitetur), og tí kunnu
sjúklingar verða útsettir fyri at gera fleiri óneyðugar kanningar, so sum ultraljóð og biopsiir.
1 Endamálið við neoadjuverandi kemoterapiviðgerð er at minka um krabbaeinsknútin, soleiðis at tað gerst lættari at
skurðviðgera.

-- 2 of 3 --

- MR-skanning tekur longri tíð, og er tí dýrari í rakstri.
- Mammografi klárar betri enn MR-skannarin at síggja mikrokálkingar, sum kunnu vera tekin
uppá byrjandi bróstkrabba. Her kann MR-skannarin ikki fanga ella gera møguligar kálkingar
nóg sjónligar.
Til spurning 5
Sum áður nevnt er í løtuni ongin endalig støða tikin, nær og hvussu farast kann undir at bjóða MR-
skanningar fyri bróstkrabba, og tí er heldur ongin kostnaðarætlan tøk.
Heilsumálaráðið, 24. november 2025
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
046.25 Spm til S. Bertholdsen frá H. Jensen - Bróstkrabbaskanningar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Bróstkrabbaskanningar
Spurningar:
1. Eru ætlanir um at byrja MR-bróstkrabbaskanningar í Føroyum?
2. Um ja, nær kunnu hesar skanningar fara í gongd?
3. Hvørji kundu serstakliga havt gagn av MR-bróstkrabbaskanningum í mun til
mammografi, sum nýtt verður í Føroyum í dag at kanna og staðfesta
bróstkrabba?
4. Hvørjir møguligir fyrimunir eru við MR-bróstkrabbaskanningum í mun til
mammografi og eru nakrir vansar?
5. Hvør er metti kostnaðurin av lutvíst ella heilt at skifta frá verandi
kanningarhátti og til alternativa kanningarháttin?
Viðmerkingar:
Ein krabbasjúka, sum rakar nógvar kvinnur, er bróstkrabbi, og tí mugu vit sum
samfelag gera okkara besta at finna krabban so skjótt og væl sum til ber. Og tá um
fyribyrgjandi átøk og viðgerð ræður, so er neyðugt at eftirmeta tað, sum verður gjørt.
Tá kvinnur skulu kannast fyri bróstkrabba í dag, so verður mammografi nýtt, tað
undirritaða veit um. Vit vita, at í øðrum londum verður eisini MR-skanning nýtt til at
staðfesta bróstkrabba – í størri ella minni mun. Spurningurin er, um farast skal yvir til
tann háttin her í Føroyum? Og um ja, so í hvussu stóran mun? Skal mann fara eftir at
kanna ávís við MR-skanning? Um so er, hvørji? Ella skal mann sum frá líður flyta
allar bróstkrabbakanningar yvir til MR-skanning?
Nú tá 3Tesla skannari er i landinum og farið er í holt við at kanna fyri prostatakrabba
við hesum tóli, so kemur tann nærliggjandi spurningurin: hevði tað verið ein
fyrimunur eisini at farið undir bróstkrabbaskanningar í Føroyum? Hvat skal til?
Hvørjir vansar kunnu vera við hesum báðum kanningarháttum? Vit vita, at
mammografi kann vera pínufult, og fólk spyrja seg, um hendan kanning møguliga
kann hava neiligar fylgjur. Hvussu er við neiligum fylgjum av hesum báðum
kanningarháttum, mammografi og MR-skanning?
Og so er tað kostnaðurin av teimum ymsu kanningarháttunum. Hvør er munurin á
kostnaði at skanna heldur enn at gera mammografi? Hvør er metti kostnaðurin av at
flyta ein part ella allar bróstkrabbakanningar yvir í MR-skanning? Eitt er vist, at hesir
spurningar mugu takast við í eina meting av, hvørjir kanningarhættir í framtíðini skulu
nýtast í Føroyum til at finna og staðfesta bróstkrabba. Tí verða hesir spurningar settir.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 12. november 2025
Hanna Jensen

-- 2 of 2 --