← Løgtingsmál

52-045/2025

Fyrireiking av Gøtudalstunlinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. nov. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
045.25 Svar frá J.Christiansen til H. Jensen - Fyrireiking av Gøtudalstunlinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
24. november 2025
Mál: 25/29952-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-045/2025
Svar til fyrispurning nr. 52-045/2025 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur
Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um
fyrireiking av Gøtudalstunlinum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við at fyrireika Gøtudalstunnilin? Eru tær seinastu neyðugu
kjarnuboringarnar framdar?
2. Hvussu gongur við at gera endaligu linjuføringina?
3. Hvørjar aðrar fyrireikingar eru gjørdar ella verða gjørdar í ár?
4. Nær verður Gøtudalstunnilin klárur at bjóða út?
Svar til spurning 1
Ein tann ferðslutyngsti teinurin á føroyska landsvegakervinum er tann millum Gøtudal
og Skálafjørðin. Ein trupulleiki er, at ferðslan skal um Gøtueiði, sum liggur høgt, og
vegurin er brattur, ið serliga skapar trupulleikar um veturin, tá ið veðrið er ringt.
Harumframt er nógv ferðsla ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv, sum eisini er
skúlaleið.
Í 2025 eru játtaðar 1 mió. kr. til fyrireikingararbeiði í samband við Gøtudalstunnilin.
Játtanin er brúkt til at gera írestandi jarðfrøðiligu kanningarnar í samband við
Gøtudalstunnilin. Tað er Jarðfeingi, sum í samráð við Landsverk, hevur staðið fyri at
gera kanningarnar lidnar, og ætlanin er at hava eina endaliga jarðfrøðiliga frágreiðing
lidna í ár.
Svar til spurning 2 og 3
Landsverk hevur serliga arbeitt við tveimum linjuføringum. Ein linjuføring har tunnilin
gongur millum Gøtudal og Skálabotn, og ein linjuføring har tunnilin gongur millum
Gøtudal og Skálafjørð, umleið 2 kilometrar sunnanfyri íbindingina í vegin í Skálabotni.
Tá ið ein endalig linjuføring er vald, fer Jarðfeingi at gera eina aðra jarðfrøðiliga
frágreiðing saman við Landsverki og ráðgevanum, sum prosjekterar tunnilin, har

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
jarðfrøðin fyri ta endaligu linjuna verður betri lýst eftir, hvussu tað er at gera tunnilin
eftir linjuni.
Svar til spurning 4
Ein Gøtudalstunnil verður mettur at kosta 460 mió. kr. Við 40% váðaískoyti kostar
tunnilin umleið 644 mió. kr.
Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum. Ein fyribils
kostnað-nyttu greining hjá Landsverki vísir, at Gøtudalstunnilin er millum tær
verkætlanir, sum tað loysir seg best at gera, og er ein skilagóð íløga.
Landsverk ætlar at gera eitt upprit til landsstýrið tíðliga í 2026, har ymsu loysnirnar
verða lýstar, soleiðis at politiska skipanin kann taka støðu til málið.
Gøtudalstunnilin verður boðin út, tá neyðug játtan er til endamálið. Í fyrsta umfari
verður neyðugt at játta 2 – 3 mió. kr. til at prosjektera tunnilin.
Havandi í huga, at íløgukarmur landsins er umleið 600 mió. kr. um árið, kann tað
gerast trupult at fáa neyðuga játtan, men Gøtudalstunnilin eigur at verða raðfestur í
eini dagførdari langtíðarløguætlan.
Her kann verða lagt afturat, at langtíðaríløguætlanir innan samferðslu verða politisk
samtyktar í fleiri av okkara grannalondum. Eitt nú í Íslandi og Noregi, har
samferðsluætlanir verða lagdar fram fyri tingið til viðgerðar og góðkenningar.
Fíggjarmálaráðið arbeiðir við málinum.
Jóhan Christiansen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
045.25 spm til J.Christiansen fra H. Jensen - Fyrireiking av Gøtudalstunlinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Fyrireiking av Gøtudalstunlinum
Spurningar:
1. Hvussu gongur við at fyrireika Gøtudalstunnilin? Eru tær seinastu neyðugu
kjarnuboringarnar framdar?
2. Hvussu gongur við at gera endaligu linjuføringina?
3. Hvørjar aðrar fyrireikingar eru gjørdar ella verða gjørdar í ár?
4. Nær verður Gøtudalstunnilin klárur at bjóða út?
Viðmerkingar:
Á fíggjarlógini fyri 2025 vórðu settar 1 mió kr. á konto 05.38.1.07 Nýggir landsvegir
til at gera seinastu kjarnuboringarnar eins og at gera linjuføring og aðra fyrireiking í
2025.
Sambært kost-nyttu greiningum munnu tað vera fáar tunnilsverkætlanir, sum geva
størri meining enn Gøtudalstunnilin, sum fer at føra ta nógvu og í stóran mun tungu
ferðsluna úr Norðoyggjum, Leirvík, Gøtu, Kambsdali og Fuglafirði út um bygt øki og
burtur frá vegastrekkjum, sum hava stórt veghall.
Gøtudalstunnilin liggur mitt í meginleiðini úr norður-eystri og so norðureftir,
vestureftir og suðureftir. Hann liggur mitt í einum óførum vinnusamfelagi, hvørs íkast
í føroyska búskapin er ómissandi.
Harumframt er Gøtudalstunnilin ein týdningarmikil lykil at knýta Føroyar skilabetur
saman eftir eystur-vestur ásini. Við honum verður farleiðin til Norðureysturoy,
Norðurstreymoy og harvið Sundalagið betrað munandi, eins og leiðin hjá meira enn
10 túsund føroyingum verður høgligari vestur á flogvøll okkara alra. Og sambandið
millum eystur- og vesturføroyar við teimum nógvu møguleikunum verður nógv betri,
ikki minst um ein Vestmannatunnil harumframt verður gjørdur til Hvalvíkar.
Harumframt verður tað munandi betri hjá hesum áðurnevndu gott 10 túsund fólkunum
og vinnuni í økinum at koyra til høvuðsstaðin og víðari suðureftir til Sandoynna og
seinni Suðuroynna, við at nýta leiðina eftir vestara armi á Skálafjørðinum, sum liggur
uttanfyri bygt øki, og so ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Her hevði verið gott at fingið
gjørt umkoyringarvegin um Skálabotn. Og tað besta er, at tað ber eisini til at koyra
øvutan veg, nevniliga úr høvuðsstaðnum og suðurøkinum og í ein landnyrðing.
Tí verða hesir spurningar settir.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 10. november 2025
Hanna Jensen

-- 2 of 2 --