← Løgtingsmál

52-044/2025

Kritisk trygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. nov. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
044,25 Svar. frá A. V. Johannesen til B. á Lakjuni - Kritisk trygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 44/2025 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Bárði á Lakjuni, um kritiska trygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. 	Hava allir teir fýra undirsjóvartunlarnir neyðaggregat?
2. 	Um so er, at slík aggregat eru, hvussu leingi megna hesi so at halda stand við ljósi, viftum,
pumpum og øllum neyðugum í teimum fýra undirsjóvartunlunum, tá streymslit er?
3. 	Um aggregat eru, hvussu stór eru tey, og hvat skal til fyri at halda teimum koyrandi?
4. 	Um pumpurnar ikki rigga, hvussu leingi er tunnilin so tryggur at koyra í?
5. 	Hvussu nógv vatn verður pumpað um døgnið í teimum fýra tunlunum?
Svar:
Fyri at svara fyrispurninginum, havi eg vent mær til P/F Tunnil, sum upplýsir fylgjandi:
Svar til spurning nr. 1
Tað 	eru 	ikki 	neyðaggregat 	í 	teimum 	4 	undirsjóvartunlunum: 	Vágatunlinum, 	Norðoyatunlinum,
Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum. Harafturímóti hava allir neyðstreym, í teimum førum
streymslit er. Neyðstreymurin verður forsýnaður frá UPS battaríum. (UPS stendur fyri Uninterruptible
Power Supply).
Svar til spurning nr. 2
Sum nevnt, tá streymslit er, verður streymforsýningin í teimum 4 undirsjóvartunlunum, veitt frá UPS’um.
Battaríini geva streym til niðursetta ljósstyrki (neyðljós), neyðtelefonir, Føroya Tele, bummarnar, skeltir,
blunkljós 	uttanfyri 	tunnilsmunnarnar, 	útvarp, 	varmakaðal, 	kameraskipan og 	SRO 	skipan. 	Eisini
radarskipanin í Eysturoyartunlinum. UPS’arnir geva ikki høvuðsstreym til pumpur og ventilatión, men
geva streym til stýringar, so pumpur og viftur fara ígongd uttan trupulleikar, tá streymur kemur aftur.
Svar til spurning nr. 3
Í Vágatunlinum eru 6 stk. UPS’ar, sum veita neyðstreym í uml. 3-8 tímar. Støddin á UPS’unum er 20
kVAh.

-- 1 of 3 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Í Norðoyatunlinum eru 5 stk. UPS’ar, sum veita neyðstreym í uml. 3-5 tímar. Støddin á UPS’unum er 20
kVAh.
Í Eysturoyartunlinum eru 11 UPS’ar, sum halda í uml. 2 tímar, støddin á UPS’unum er 60 kVAh. Eisini
eru 9 radio UPS’ar, sum halda 8 tímar, teir forsýna bara radio. Støddin á UPS’unum er 20 kVAh.
Í Sandoyartunlinum eru 9 UPS’ar, sum halda í uml. 2 tímar, støddin á UPS’unum er 60 kVAh. So eru
eisini 7 radio UPS’ar sum halda í 8 tímar, teir forsýna bara radio, støddin á UPS’unum er 20 kVAh.
Svar til spurning nr. 4
Um pumpurnar ganga fyri, av einhvørjari orsøk, savnast vatni í brunnar. Hetta hevur onga ávirkan á
trygdina, í samband við at koyra í tunlunum.
Ymiskt er hvussu langa tíð tað tekur, áðrenn brunnarnir fyllast. Hetta veldst um støddina á brunnunum
og hvussu nógv vatn lekur í tunlunum.
Um pumpurnar eru óvirknar í fleiri dagar, útyvir dagatalið sum brunnarnir kunnu rúma, hava tunlarnir
eina tilbúgving, har tangabilar verða tilkallaðir at pumpa vatn úr brunninum og koyra so í pendulfart
millum brunnarnar og út at tøma tangan.
Nevnast kann, at í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum er ein pumpustøð, við 3 pumpum í hvørjum tunli.
Ein pumpa er nokk til at tøma brunnin.
Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin hava 5 pumpustøðir hvør, við 3 pumpum í hvørjari pumpustøð.
Ein pumpa í hvørjari pumpustøð er nokk til at tøma tunnilin.
Brunnarnir sum eru í tunlunum hava eina rúmvídd á:
Vágatunnilin: 	uml. 3.500 m3 ein brunnur
Norðoyatunnilin: 	uml. 4.000 m3 ein brunnur + ein lítil brunnur á 80m3
Eysturoyartunnilin: 	uml. 4.000 m3 hvør brunnur x 5 brunnar. Íalt 20.000 m3
Sandoyartunnilin: 	uml. 4.000 m3 hvør brunnur x 5 brunnar. Íalt 20.000 m3
Svar til spurning nr. 5
Vatn sum dagliga verður pumpað úr tunlunum:
Vágatunnilin: 	uml. 	600 m3
Norðoyatunnilin: 	uml. 1.400 m3
Eysturoyartunnilin: 	uml. 1.900 m3
Sandoyartunnilin: 	uml. 1.800 m3”.

-- 2 of 3 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Í Tinganesi, 17. novembur 2025
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 3 of 3 --
044,25 Spm. til A. V. Johannesen frá B. á Lakjuni - Kritisk trygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Kritisk trygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum
Spurningar:
1. Hava allir teir fýra undirsjóvartunlarnir neyðaggregat?
2. Um so er, at slík aggregat eru, hvussu leingi megna hesi so at halda stand við
ljósi, viftum, pumpum og øllum neyðugum í teimum fýra undirsjóvartunlunum,
tá streymslit er?
3. Um aggregat eru, hvussu stór eru tey, og hvat skal til fyri at halda teimum
koyrandi?
4. Um pumpurnar ikki rigga, hvussu leingi er tunnilin so tryggur at koyra í?
5. Hvussu nógv vatn verður pumpað um døgnið í teimum fýra tunlunum?
Viðmerkingar:
Vit hava seinastu fjórðingsøldina fingið 4 undirsjóvartunlar. Tað munnu vera fá, sum
ikki fegnast um hesar, og líka fá munnu ynskja seg aftur til tíðina við ferjum um sund
og fjørð. Infrastruktururin er vorðin ómetaliga góður. Tunlarnir hava bundið alt
meginøkið saman, og skjótt og lætt er at koyra norðan av Viðareiði og suður til Sands.
Undirsjóvartunlarnir eru sostatt vorðnir ómetaliga umráðandi – ja, kanska undantikið
Eysturoyartunnilin, har tað framvegis ber til at koyra gomlu leiðina, so eru teir allir at
rokna sum fullkomiliga kritiskur infrastrukturur. Tískil er sjálvsagt alneyðugt, at hesir
tunlar eru so tryggir, sum teir yvirhøvur kunnu vera. Á allan hátt.
Hóast longri er ímillum, so hava vit javnan streymslit kring landið. Tíbetur gongur sum
oftast ikki so long tíð til, at streymurin er afturkomin – men vandin er altíð til staðar, at
slitini eru av meiri álvarsomum slagi. Um heilt illa vil til, so kann streymveitingin vera
burtur í dagavís.
Sostatt eru vit sum samfelag fullkomiliga bundin at elveiting – eisini tunlarnir. Ljósini,
vifturnar og ikki minst pumpurnar, sum pumpa alt vatnið, sum rennur í tunlarnar, mugu
altíð rigga. Eisini tá streymslit eru. Eisini í longri tíð, um illa vil til. Á sjógvi er krav, at
skip skulu hava ljósmotor, m.a. fyri at halda pumpurnar koyrandi og skipið flótandi, um
hol er í, og sjógvur kemur inn.
Til tess at fáa greiði á, um undirsjóvartunlarnir eru í fullgóðum standi á allan hátt, verða
hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 7. novembur 2025
Bárður á Lakjuni

-- 1 of 1 --