52-043/2025
Tillagingar av miðfyrisitingini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. nov. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
043.25 Svar frá A. V. Johannesen til B. S. Nielsen - Tillagingar av miðfyrisitingini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 43/2025 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um tillagingar í miðfyrisitingini Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu tryggjar løgmaður sær, at uppsøgdu landsstýrisfólkini fylgja ásetingunum um ábyrgd landsstýrismanna? 2. Hevur løgmaður álagt uppsøgdu landsstýrisfólkunum somu avmarkingar, sum tá ið val verður útskrivað? 3. Hvørja ávirkan fara fíggjarligu sparingarnar av átøkunum at hava á starvsfólkatalið í miðfyrisitingini? Svar: Til spurning 1 Ongin munur er á politiska og rættarliga eftirlitinum við einstøku landsstýrisfólkunum. Tað er júst tað sama, sum tað vanliga er. Tað ger ongan mun í eftirlitinum, at tað er kent, at landsstýrismenninir 1. desember fara úr embæti. Til spurning 2 Fram til 1. desember 2025 virka landsstýrismenninir, sum tá fara frá, við fullum heimildum. Reglan í stýrisskipanarlógini § 31 fevnir ikki um hetta føri, og snýr seg bert um at tá ið løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr starvi, ella hevur fingið tingsins misálit, tá kann landsstýrið ikki gera annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað. Til spurning 3 Nýskipanarnevndin hevur nevnt eina upphædd, sum tey meta kann sparast, eftir at tillagingar eru gjørdar í miðfyrisitingini, men nevndin hevur í tilmælinum ikki útgreinað ítøkiliga, hvussu nógv kann sparast hvar, og formaðurin hevur sagt, at tað bert er møguligt yvir eitt ávíst áramál, og at íroknað hesa upphædd, eru sparingar við at uppsiga nøkur av núverandi leigumálum. -- 1 of 2 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Í løtuni verður arbeitt við at greina hvussu stórar sparingar kunnu gerast komandi árini. Í 2026 verða trý landsstýrisfólk færri og tríggir aðalstjórar færri. Sum frálíður, tá nýggju stjórnarráðini eru skipað, verður væntandi eisini møguligt at gagnnýta starvsfólkafeingið betur, so tørvur er á færri starvsfólkum. Málið við at lækka talið av stjórnarráðum, er fyrst og fremst at gagnnýta starvsfólkafeingið betur og fáa størri og fakligari sterkari eindir í miðfyrisitingini. Í Tinganesi, 19. november 2025 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 2 of 2 --
043.25 Spm. til A. V. Johannesen - frá B. S. Nielsen - Tillagingar av miðfyrisitingini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður Evni: Tillagingar av miðfyrisitingini Spurningar: 1. Hvussu tryggjar løgmaður sær, at uppsøgdu landsstýrisfólkini fylgja ásetingunum um ábyrgd landsstýrismanna? 2. Hevur løgmaður álagt uppsøgdu landsstýrisfólkunum somu avmarkingar, sum tá ið val verður útskrivað? 3. Hvørja ávirkan fara fíggjarligu sparingarnar av átøkunum at hava á starvsfólkatalið í miðfyrisitingini? Viðmerkingar: Trý landsstýrisfólk hava fingið at vita frá løgmanni, at tey eru uppsøgd við virknaði frá 1. desember 2025, og fara tí framhaldandi at fyrisita síni málsøkir næstu vikurnar, eins og tá ið val verður útskrivað, og landsstýrisfólk fyrisita síni málsøkir, til nýtt landsstýri verður valt. Tá val verður útskrivað, verður tað frá løgmanni lagt band á landsstýrisfólkini, sum bara skulu útinna neyðugt framhaldandi virksemi. Hóast áhaldandi áheitanir heilt frá byrjan av hesum valskeiðinum um ikki at vaksa um miðfyrisitingina, helt løgmaður, og samgongan, fast um, at hetta var neyðugt fyri at fremja tey politiskt raðfestu økini, og økti talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum heilt upp í níggju. Samstundis helt løgmaður fast við, at hetta ikki fór at hava nýggjar útreiðslur við sær. Nú skjótt trý ár eru farin av valskeiðinum, og eftir at ein nevnd bleiv sett og kom við tilmæli um at skerja talið av aðalráðum niður í seks, er løgmaður komin til, at ikki er neyðugt at hava so stóran yvirbygnað fyri at fáa raðfestu málini framd. Tøl, sum nú eru komin fram, siga, at sparingarnar av at lækka talið av aðalráðum niður í seks eru einar 20 mió. kr., hóast tað sambært løgmanni ikki hevði eyka útreiðslur við at hækka talið av aðalráðum upp í níggju. Á Løgtingi, 7. november 2025 Bárður á Steig Nielsen -- 1 of 1 --