52-042/2025
Rúsevnaeftirlit
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. nov. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
042.25 Svar frá R. Vang til A. Olsen - Rúsevnaeftirlit.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 21. november 2025 J. nr.: 25/30331 Svar uppá fyrispurning nr. 52-042/2025 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um rúsevnaeftirlit Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør hevur eftirlit við donsku sjóverjuni hvat viðvíkur smugling? 2. Hvussu ofta hevur danska sjóverjan lagt at kai í Føroyum seinasta árið? 3. Hvussu ofta hevur eftirlit verið umborð? 4. Eru rúsevni nakrantíð funnin umborð á donskum sjóverjuskipum? Svar til spurning nr. 1-4: Herskip hava órin. Hetta er millum annað ásett í havrættarsáttmálanum (UNCLOS), sum er settur í gildi í Føroyum við bekendtgørelse nr. 17 af 21. juli 2005 af De Forenede Nationers Havretskonvention af 10. december 1982 tillige med den dertil knyttede aftale af 28. juli 1994 om anvendelse af konventionens kapitel XI. Herskip eru viðgjørd í grein 29-32 í konventiónini. Órin hjá krígsskipum sbrt. havrættarsáttmálanum er fyrst og fremst ætlað mótvegis jurisdiktiónum hjá triðjalondum. Harafturat er viðkomandi at spyrja, hvørt Føroyar eru at rokna sum triðjaland í mun til møguligt órin hjá einum donsku krígsskipi. TAKS fer tó ikki vanliga umborð á herskip, heldur ikki donsk. Um TAKS skuldi farið umborð á eitt herskip, vildi hetta verið eftir samráð við flaggstatin og skiparan og í samstarvi við løgregluna. TAKS hevur ikki hagtøl yvir, hvussu ofta danska sjóverjan hevur lagt at bryggju í Føroyum seinasta árið. Tinganes, 21. november 2025 Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
042.25 Spm. til R. Vang frá A. Olsen - Rúsevnaeftirlit.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Rúsevnaeftirlit Spurningar: 1. Hvør hevur eftirlit við donsku sjóverjuni hvat viðvíkur smugling? 2. Hvussu ofta hevur danska sjóverjan lagt at kai í Føroyum seinasta árið? 3. Hvussu ofta hevur eftirlit verið umborð? 4. Eru rúsevni nakrantíð funnin umborð á donskum sjóverjuskipum? Viðmerkingar: Rúsevni gerast alsamt meiri vanlig í býarlívinum, sum viðføra vandastøður fyri tann einstaka. Saman við mongdunum av rúsevnum í býarlívinum er úrslitið eisini ofta harðskapur, eisini av tí grovara slagnum. Samstundis hoyra vit dagliga í miðlunum um, at hald er lagt á so og so nógv gramm og kilo av hasji, amfetamini v.m. Fyri at vita, hvussu vit kunnu hava fullkomið eftirlit við landamørkunum bæði sjóvegis og loftvegis verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 4. november 2025 Annika Olsen -- 1 of 1 --