← Løgtingsmál

52-041/2025

Spurningur um rúsevni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. nov. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
041.25 Svar frá R. Vang til E. M. Gunnleygsdóttur - Rúsevni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 14. november 2025
J. nr.: 25/29377
Svar uppá fyrispurning nr. 52-041/2025 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir,
løgtingskvinnu, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, Spurningur um
rúsevni
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir frítíðar-/stuttleikabátar hava tilsamans verið í føroyskari havn higartil í ár?
2. Hvussu nógvum av hesum bátunum hava tollarar verið umborð á higartil í ár og kannað
við komu, undir hesum eisini fyri ólóglig rúsevnir?
3. Hvussu nógvir av bátunum eru komnir í ávikavist Tórshavnar havn, Klaksvíkar havn og
Vágs havn,og hvussu nógvir teirra eru blivnir kannaðir við komu?
4. Hevur nakar av bátunum verið í føroyskari havn meir enn einaferð í ár, og um so er, í
hvørji havn og hvussu ofta?
5. Hvussu nógvir tollarar eru staðsettir í ávikavist Havn, Klaksvík og Suðuroynni?
6. Hvussu nógvir narkohundar eru í Føroyum, og er hetta tal nøktandi?
7. Hvar í Føroyum eru narkohundarnir staðsettir, og hvar hava teir verið brúktir higartil í ár?
Svar til spurning nr. 1:
TAKS hevur higartil í ár skrásett 183 frítíðar-/stuttleikabátar, sum eru komnir í føroyskar havnir.
Svar til spurning nr. 2:
Arbeiðshátturin hjá TAKS er, at frítíðar-/stuttleikabátar verða tiknir út til eftirlit grundað á
váðametingar. TAKS upplýsir ikki um arbeiðsgongdir í sambandi við eftirlit, undir hesum hvussu
nógvir bátar verða kannaðir.
Svar til spurning nr. 3:
TAKS hevur skrásett:
- 94 frítíðar-/stuttleikabátar sum eru komnir í Tórshavnar havn
- 10 frítíðar-/stuttleikabátar sum eru komnir í Klaksvíkar havn
- 45 frítíðar-/stuttleikabátar sum eru komnir í Vágs havn
Arbeiðshátturin hjá TAKS er, at frítíðar-/stuttleikabátar verða tiknir út til eftirlit grundað á
váðametingar. TAKS upplýsir ikki um arbeiðsgongdir í sambandi við eftirlit, undir hesum hvussu
nógvir bátar verða kannaðir.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning nr. 4:
Sambært skrásetingum hjá TAKS sær út til at 15 av skrásettu stuttleikabátunum hava verið í
Føroyum meira enn einaferð í ár. Talan er tá serliga um, at bátarnir eisini hava verið í Íslandi og
vent. Eingin av hesum hevur verið meira enn tvær ferðir í Føroyum í ár.
Soleiðis hevur býti verið, og hetta skal lesast sum, at t.d. hava 4 ymiskir bátar verið í Tórshavn
tvær ferðir.
4 Tórshavn og Tórshavn
2 Vágur og Vágur
2 Fuglafjørður og Tórshavn
1 Vágur og Vestmanna
1 Klaksvík og Tórshavn
1 Klaksvík og Tvøroyri
1 Klaksvík og Vágur
1 Fuglafjørður og Vágur
Svar til spurning nr. 5:
TAKS hevur 12 tollarar staðsettar í Havn, og fremja hesir eftirlit runt alt landið. TAKS hevur ikki
tollarar fast staðsettar í Klaksvík og Suðuroynni.
Svar til spurning nr. 6:
TAKS hevur tveir narkohundar. Viðvíkjandi narkohundum, so eru teir eitt amboð, sum TAKS
hevur við í neyðugu raðfestingini í mun til tal av tollarum. Í løtuni metur TAKS at tveir hundar er
nøktandi.
Svar til spurning nr. 7:
Tollarnir, sum narkohundarnir hoyra til, eru staðsettir í Havn. Narkohundarnir fremja eftirlit runt
alt landið, har tørvur er á teimum, grundað á váðametingar. TAKS upplýsir ikki, hvar eftirlit verður
framt.
Tinganes, 14. november 2025
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
041.25 Spm. til R. Vang frá E. M. Gunnleygsdóttur - Rúsevni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Spurningur um rúsevni
Spurningar:
1. Hvussu nógvir frítíðar-/stuttleikabátar hava tilsamans verið í føroyskari havn
higartil í ár?
2. Hvussu nógvum av hesum bátunum hava tollarar verið umborð á higartil í ár
og kannað við komu, undir hesum eisini fyri ólóglig rúsevnir?
3. Hvussu nógvir av bátunum eru komnir í ávikavist Tórshavnar havn,
Klaksvíkar havn og Vágs havn, og hvussu nógvir teirra eru blivnir kannaðir
við komu?
4. Hevur nakar av bátunum verið í føroyskari havn meir enn einaferð í ár, og um
so er, í hvørji havn og hvussu ofta?
5. Hvussu nógvir tollarar eru staðsettir í ávikavist Havn, Klaksvík og
Suðuroynni?
6. Hvussu nógvir narkohundar eru í Føroyum, og er hetta tal nøktandi?
7. Hvar í Føroyum eru narkohundarnir staðsettir, og hvar hava teir verið brúktir
higartil í ár?
Viðmerkingar:
Vísandi til, at ólóglig rúsevnir floyma inn í landið ynskir undirritaða at seta
landstýriskvinnuni Ruth Vang omanfyri nevndu spurningar.
Tann 25. sept. 2025 skrivaði Vágs kommuna, at higartil í ár høvdu 59 seglbátar verið
á Vági. Tað er eitt høgt tal og er at gleðast um. Tað hevði verið áhugavert at fingið at
vita, hvussu nógvir av hesum bátunum eru blivnir kannaðir av tollvaldinum, undir
hesum eisini fyri rúsevni.
Flestu av okkum vita, at tað júst hevur koyrt eitt stórt mál, har løgreglan tók seglbátin
Rocky úr Kolding, sum bleiv brúktur til at smugla 23 kg av hassji við. Spurningurin
er, um hetta kanska bara er toppurin av ísfjallinum.
Í nógvum londum síggja myndugleikarnir ekstremt álvarsliga upp á smugling av
rúsevnum og taka tilsvarandi ekstrem stig fyri at steðga smuglingini. Spurningurin er,
hvat vit í Føroyum gera hesum viðvíkjandi.
Undirritaða er áhugað í at fáa at vita, hvussu myndugleikarnir í Føroyum raðfesta
stóra trupulleikan viðvíkjandi smugling av ólógligum rúsevnum til Føroya. Tí verða
hesir spurningarnir settir.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 3. november 2025
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

-- 2 of 2 --