52-040/2025
Ferjulegur og atløguviðurskiftini á Syðradali og í Klaksvík
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. nov. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
040.25 Svar frá J.Christiansen til K.Hergeirsson - Ferjulegur og atløguviðurskiftini á Syðradali og í Klaksvík.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 17. november 2025 Mál: 25/29109-3 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-040/2025 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-040/2025 frá Karlot Hergeirsson, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um ferjulegur og atløguviðurskiftini á Syðradali og í Klaksvík Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er arbeiðið uppá ferjuleguna á Syðradali liðugt? 2. Um ja, hvat hevur arbeiðið kostað? 3. Um nei, hvat væntar landsstýrismaðurin, at tann endaligi kostnaðurin er at tillaga ferjuleguna og atløguumstøðurnar á Syðradali? 4. Hvat væntar landsstýrismaðurin, at tann endaligi kostnaðurin er at tillaga ferjuleguna og atløguumstøðurnar á Syðradali og í Klaksvík? Svar til spurning 1, 2 og 3 Sambært Landsverki er arbeiðið upp á ferjuleguna á Syðradali liðugt og varð avhendað hálvan august 2025. Verkætlanin er framd í samstarvi millum Landsverk og Strandferðsluna. Sambært Landsverki er havnin tillagað eftir teimum ynskjum og avtalum, ið eru gjørdar við Strandferðsluna, so havnin kann brúkast til Teistan og síðani til nýggju Kalsoyarferjuna, ið skal byggjast í næstum. Hetta arbeiðið kostaði 6,8 mió. kr. Síðani Teistin fór at royndarsigla millum Stóru Kai og Syðradal, eru smærri tillagingar gjørdar. Ein gelendari er broyttur, móttakarin til fjarstýringina til rampuna hevur fingið betri antennu, og møguleiki er gjørdur fyri at geva ferjuleguni streym frá skipinum, um streymveitingin í oynni svíkur. Hetta kostar umleið 100 tús. kr. Royndarsiglingin við Teistanum hevur tó eisini staðfest, at tað kann gerast neyðugt at leingja atløgusíðuna við norðara grótkastið á Syðradali fyri at fyribyrgja ov nógvar avlýsingar vegna veður. Hetta verður framvegis kannað og síðani tikið upp við -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Landsverk um møguligar loysnir og kostnað. Neyðugt er eisini at fáa staðfest, hvussu væl Stóra Kai roynist, og um hetta kann gerast ein varandi loysn sum alternativ til atløguna á Stongum. Tá ið royndarsiglingin við Teistanum er liðug, verður endalig niðurstøða gjørd viðvíkjandi verandi viðurskiftum á Syðradali og í Klaksvík, og nær Teistin kann fara undir regluliga sigling á Kalsoyarleiðini. Svar til spurning 4 Arbeiðið á Syðradali kostaði 6,8 mió. kr. Grundað á útboð hjá Landsverki, verður arbeiðið á verandi atløgu á Stongunum í Klaksvík mett til at kosta millum 2,5 mió. kr. og 3,0 mió. kr. Samanlagt metir Landsverk, at hesar verkætlanir á Syðradali og í Klaksvík fara at kosta millum 9,3 til 9,8 mió. kr. Verður niðurstøðan eftir royndarsiglingina, at fleiri tillagingar skulu gerast, má ein nýggj kostnaðarmeting gerast. Jóhan Christiansen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
040.25 spm til J.Christiansen fra K.Hergeirsson - Ferjulegur og atløguviðurskiftini á Syðradali og í Klaksvík.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 31. okt. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Ferjulegur og atløguviðurskiftini á Syðradali og í Klaksvík Spurningar: 1. Er arbeiðið uppá ferjuleguna á Syðradali liðugt? 2. Um ja, hvat hevur arbeiðið kostað? 3. Um nei, hvat væntar landsstýrismaðurin, at tann endaligi kostnaðurin er at tillaga ferjuleguna og atløguumstøðurnar á Syðradali? 4. Hvat væntar landsstýrismaðurin, at tann endaligi kostnaðurin er at tillaga ferjuleguna og atløguumstøðurnar á Syðradali og í Klaksvík? Viðmerkingar: Vísandi til § 52a spurning (52-023/2025) frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, svarar landsstýrismaðurin at arbeiði var liðugt og avhendað miðan aug. 2025. Eisini stendur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026, at Arbeiðið við ferjuleguni á Syðradali er liðugt. Hetta fæst illa at passa við tað, undirritaði bæði hoyrir og skilir, eins og at tað eisini kemur fram í einum tíðindastubba hjá KVF tann 29. okt. 2025, sum endurgevur eini sms-boð frá stjóranum á SSL, at enn verða tillagingar gjørdar, og eftirmetingar verða gjørdar áhaldandi, og tá komið er út á várið, verður tikið saman um royndarsiglingina hjá Teistanum. Í omanfyri nevnda spurningi varð eisini spurt um kostnaðin, og verður svarað, at brúktar er 6,7 mió uppá Syðradal, sum tá er avhendað og liðug, og verandi atløgu á Stongunum mett til at kosta millum 2,5 til 3,0 mió. kr. Um ferjulegan ikki er liðug og klár til Teistan, sum annars kemur fram í svarinum uppá 52-023/2025, hvør verður so samlaði kostnaðurin uppá allar tillagingar á Syðradali? Í samlaða kostnaðinum eigur at verða tikið við, at Teistin liggur við manning í Klaksvík og ger onkra royndarsigling av og á. Eisini skal takast við “rima- verkið”, sum kaiin á Syðradali má leingjast við. Undir orðaskiftinum um eykajáttan á heysti 2024 (LM-008/2024), har pengar vórðu játtaðir til hesar tillagingar, vóru tað fleiri løgtingsfólk, sum settu spurningar, um nú kostnaðarmetingin fór at halda. Tá var ætlanin at flyta rampuna úr Skopun til Syðradals, men í álitinum verður hetta víst aftur. Har stendur: Til hetta endamál verður biðið um 7,7 mió. kr. Nevndin hevur fingið upplýst, at hetta er dagførda kostnaðarmetingin at flyta rampuna og til arbeiðið í Syðradali, og mett verður, at hon fer at halda. Neyðugt verður møguliga at gera nakrar smærri tillagingar á ferjuleguna í Klaksvík; hetta verður kannað í løtuni. Hetta arbeiðið verður mett at kunna verða gjørt innanfyri verandi játtan. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 31. oktober 2025 Karlot Hergeirsson -- 2 of 2 --