52-039/2025
Fyribyrgjandi kanningar fyri tarm- og prostatakrabba hjá monnum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. nov. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
039.25 Svar frá S. Bertholdsen til J.Dahl - fyribyrgjandi kanningar fyri tarm og prostatakrabba.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 10. november 2025 HMR j. nr. 25/28857-8 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna Svar uppá Fyrispurning nr. 52-039/2025 eftir § 52a í tingskipanini viðvíkjandi fyribyrgjandi kanningum fyri tarm- og prostatakrabba hjá monnum, frá Johani Dahl, løgtingsmanni. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvussu nógvir menn fáa á hvørjum ári staðfest ávikavist tarmkrabba og prostatakrabba í Føroyum? 2. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvussu nógvir menn verða grøddir og yvirliva, og hvussu nógvir menn doyggja við sjúkunum? 3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta í verk eitt fyribyrgjandi screening-tilboð til menn fyri tarmkrabba og prostatakrabba, og um so er, nær? Svar: Til spurning 1 Seinastu 10 árini (2014-2023) hava millum 12 og 32 menn árliga fingið staðfest tjúkktarms- ella baktarmskrabba. -- 1 of 5 -- Kelda: Heilsustýrið Talið fyri staðfestar tilburðir av prostatakrabba hevur ligið millum 20 og 38 árliga, í tíðarskeiðnum 2014 – 2023. Kelda: Heilsustýrið Til spurning 2 Í tíðarskeiðnum 2014 – 2023 eru millum 2 og 13 menn árliga deyðir av ella við tjúkktarms- ella baktarmskrabba. 0 5 10 15 20 25 30 35 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 Tal av monnum Staðfestir tilburðir av tarmkrabba hjá monnum 2014 - 2023 0 5 10 15 20 25 30 35 40 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 Tal av monnum Staðfestir tilburðir av prostatakrabba 2014 - 2023 -- 2 of 5 -- Kelda: Landslæknin Í tíðarskeiðnum 2014 – 2023 eru millum 5 og 19 deyðir av ella við prostatakrabba árliga. Kelda: Landslæknin Gjørt verður vart við, at í tølunum omanfyri er krabbamein antin beinleiðis orsøk ella óbeinleiðis. Viðvíkjandi yvirlivilsi verður ofta hugt eftir, hvussu nógvir persónar eru á lívi fimm ár eftir, at sjúkan varð staðfest. Útgreining og viðgerðir gerast alsamt betri, og tað sæst aftur í partinum av teimum, ið liva longri eftir at hava fingið staðfest krabbamein. 0 2 4 6 8 10 12 14 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 Tal av monnum Menn deyðir av ella við tarmkrabba 2014 - 2023 0 2 4 6 8 10 12 14 16 18 20 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 Tal av monnum Deyðir av ella við prostatakrabba 2014 - 2023 -- 3 of 5 -- Niðanfyri eru myndir frá norðurlendska hagtalsgrunninum, Nordcan, sum vísa gongdina í Føroyum og Danmark fyri tarmkrabba og prostatakrabba tey seinastu umleið 30 árini. Myndirnar vísa, hvussu stórur partur av teimum, ið høvdu fingið staðfest sjúkuna, vóru á lívi fimm ár seinni. Tølini eru gjørd upp sum miðaltøl í fimm ára skeiðum. Fyrivarni verður tikið fyri, at munur kann verða á uppgerðarhátti, og at føroysku tølini eru smá, og kunnu tí sveiggja nakað frá ári til ár. Fimm ára yvirlivilsi eftir staðfestan tarmkrabba: Kelda: Nordcan Fimm ára yvirlivilsi eftir staðfestan prostatakrabba: Kelda: Nordcan -- 4 of 5 -- Til spurning 3 Í desember 2024 lat Sjúkrahúsverkið Heilsumálaráðnum eitt tilmæli um screening fyri tarmkrabba. Sambært tilmælinum skulu nakrar grundleggjandi fortreytir verða komnar uppá pláss, áðrenn tað farast kann undir eina varisliga byrjan. Millum annað verður mælt til, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar verða settir í endoskopiini (kikarakanningar), samstundis sum hesir verða upplærdir at gera koloskopiir (kikarakanning av tjúkktarminum). Í hesum sambandi verður eisini gjørt greitt, at tað er neyðugt at minka bíðilistan til endoskopi, áðrenn farast kann undir eina varisliga byrjan við tarmscreening í Føroyum. Í samsvari við tilmælið um tarmscreening og krabbameinsætlanina, er peningur játtaður í fjør og í ár, til at byggja upp eitt trygt og gott undirstøðukervi í endoskopiini, við manning og útgerð, fyri at verða ílatin til komandi tarmscreeningar, sum millum annað fara at krevja nógv fleiri endoskopikanningar. Í fjør og í ár er peningur eisini játtaður til at minka um bíðilistan í endoskopiini. Fyrireikingarnar til at bjóða tarmscreening eru farnar í gongd, men torført er at meta um, nær fortreytirnar eru endaliga komnar uppá pláss, men málið er at byrja varisliga í 2026 ella í seinasta lagi 2027. Tá ið tað viðvíkur screening fyri prostatakrabba, eru ongar ítøkiligar ætlanir um at seta í verk tílíka screening í Føroyum í løtuni. Í krabbameinsætlanini var onki tilmæli um at seta í verk prostatascreening, og landsstýriskvinnan hevur heldur ikki fingið nakað tilmæli frá Krabbameinsráðnum um at seta í verk tílíka screening. Tílíkar landsfevnandi prostatascreeningar eru heldur ikki settar í verk í okkara grannalondum enn. Tí eru ongar ítøkiligar ætlanir um at seta prostatascreening í verk í Føroyum í verandi støðu. Um tað koma altjóða faklig tilmæli, ið mæla til at seta tílíka screening í verk, verður málið sjálvandi tikið upp til støðutakan. Heilsumálaráðið, 10. november 2025 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna -- 5 of 5 --
039.25 Spm til S. Bertholdsen fra J.Dahl - fyribyrgjandi kanningar fyri tarm og prostatakrabba.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. okt. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Fyribyrgjandi kanningar fyri tarm- og prostatakrabba hjá monnum Spurningar: 1. Hvussu nógvir menn fáa á hvørjum ári staðfest ávikavist tarmkrabba og prostatakrabba í Føroyum? 2. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvussu nógvir menn verða grøddir og yvirliva, og hvussu nógvir menn doyggja við sjúkunum? 3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta í verk eitt fyribyrgjandi screening- tilboð til menn fyri tarmkrabba og prostatakrabba, og um so er, nær? Viðmerkingar: Í Danmark hevur eitt skipað screening-tiltak fyri tarmkrabba verið í gildi síðan 2014. Tøl frá Kræftens Bekæmpelse vísa, at hetta hevur givið sera góð úrslit. Í 2024 vóru 24 prosent færri menn og 20 prosent færri kvinnur við tarmkrabba, enn áðrenn screeningin varð sett í verk. Samstundis er deyðiligheitin fallin markant. Screeningin ger tað møguligt at finna og viðgera byrjanarstøði – smærri góðkynjaðar broytingar í tarminum – áðrenn tær menna seg til krabbamein. Tað merkir, at fleiri verða viðgjørd tíðliga, og hetta gevur munandi betri lívslongd. Saman við betri viðgerðartilboðum hevur hetta økt yvirlivilsið hjá teimum, sum fáa tarmkrabba. Spyrjaranum kunnugt verða í fleiri londum framdar screeningar fyri prostatakrabba, sum er ein av teimum vanligastu krabbasjúkunum hjá monnum. Verður tað tíðliga staðfest, kunnu menn fáa mildari og meira virknar viðgerðir og minka bæði líðing og fíggjarligt trýst á heilsuverkið. Í Føroyum verður ongin fyribyrgjandi kanning sett í verk fyri menn omanfyri til dømis 50 ára aldur. Hesin spurningur verður settur fyri at fáa greiðu á støðuni viðvíkjandi teimum báðum vanligastu krabbasjúkunum hjá føroyskum monnum, og um landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at virka fyri at kanna møguleikan fyri at seta í verk eitt fyribyrgjandi screening-tilboð fyri tarm- og prostatakrabba. Á Løgtingi, 29. oktobur 2025 Johan Dahl -- 1 of 1 --