← Løgtingsmál

52-038/2025

Eftirlit við rúsevnum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. nov. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
038.25 Svar frá R.Vang til A.Olsen - Eftirlit við rúsevnum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. nov. 2025

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 7. november 2025
J. nr.: 25/28833
Svar uppá fyrispurning nr. 52-038/2025 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, settur Ruth
Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um eftirlit við rúsevnum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Verða øll skip og bátar, sum koma til landið,kannaði gjølla fyri rúsevni?
2. Um nei, hvør er orsøkin til hetta?
3. Hvat skal til av starvfólkaorku og útgerð fyri, at øll skip og bátar verða kannaði?
4. Hvat er status við Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í
Føroyum 2022-2028 viðvíkjandi teimum tilmælum, ið landsstýriskvinnan varðar av?
Svar til spurning nr. 1:
Nei, ikki øll skip og bátar, sum koma til landið, verða kannaði fyri rúsevnir.
Svar til spurning nr. 2:
TAKS hevur gjørt eitt yvirlit yvir hvussu nógv skip og bátar koma til landið.
Ár Tal av skipum/bátum
2023 1878
2024 1828
2025 1727
Av tí at talið á skipum og bátum, sum koma til landið, er so høgt, hevur TAKS ikki møguleika
fyri at gera neyvt rúsevniseftirlit av øllum skipum og bátum. Arbeiðshátturin hjá TAKS er, at
skip og bátar verða tikin út til rúsevniseftirlit grundað á vágametingar.
Svar til spurning 3:
Ilt er at meta um hvussu nógvari starvsfólkaorku TAKS hevur brúk fyri fyri at kunna senda
tollarar og hundar umboð á øll skip og bátar, sum koma til Føroyar.
Ein meting kundi verið, at tørvur er á 3 ella 4 toymum við 8 tollarum og tveimum hundum til
hvørt toymið, sum bara skuldu havt til uppgávu at kanna skip og bátar fyri rúsevnir. Tað er í alt í
minsta lagi 24 tollarar og 6 hundar, afturat teimum 14 tollarum og tveimum hundum, sum eru í
dag.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Hetta hevði eisini haft við sær, at tollurin allarhelst skuldi haft eitt tollhús, sum kundi rúma
øllum starvsfólkunum og hundunum. Harumframt er neyðugt við nøkrum bilum. Kostnaður pr.
tollara er mettur at verða 1.000.000 kr. Førleikamenning og hundavenjing verður mett at kostnað
umleið 500.000 kr. um árið.
Útgerð fyri at gera neyvar kanningar av skipum/bátum kunnu millum annað vera:
• Atgongd til framtíðar møguleikar at fylgja skipaferðslu (møguliga radarskipanir)
• Neyvari/tættari samarbeiði við aðrar maritimar myndugleikar, t.d. Vørn og Arktisk
Kommando
• Neyvari/tættari samstarv um útgerð við aðrar eftirlitsmyndugleikar í Føroyum, til dømis
um dronur v.m
• Útbúgving av fleiri eftirlitsfólkum i sambandi við trygd og arbeiði í vandamiklum
umhvørvum umborð á skipum, og meira útgerð til hettar.
Svar til spurning 3:
Tilmæli 51: Profileringsskipan er í gerð og mett verður, at hon verður klár at brúka um nakrar
mánaðir. Tó eru TAKS ikki komin á mál við eini profileringsskipan til farmaflutning.
Tilmæli 52 og 53: Dagføring av skannarum og útgerð. TAKS hevur hesi seinastu árini keypt
neyðugar skannarar og dagført útgerð leypandi.
Tilmæli 54: Nýtt eftirlitshøli til TAKS á økinum, har Norrøna leggur at og tilhoyrandi
bingjuskannara.
Mett verður, at nýggj eftirlitshøli eru klár summarið 2026. Viðvíkjandi bingjuskannara er
neyðugt við nærri kanning av tørvum á plássi, bilhúsi v.m. áðrenn ein bingjuskannari verður
bílagdur. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er biðið um serstøka játttan til nýggja útgerð til
nýggju eftirlitshølini í nýggju farstøðini.
Tilmæli 55: Dagføring av eftirlitshølum hjá TAKS á flogvøllinum. Hetta arbeiðið er
tíverri ongan veg komið enn.
TAKS ætlar at uppraðfesta toll øki í 2026.
Tinganes, 07. november 2025
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
038.25 spm til R.Vang frá A.Olsen.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Eftirlit við rúsevnum
Spurningar:
1. Verða øll skip og bátar, sum koma til landið, kannaði gjølla fyri rúsevni?
2. Um nei, hvør er orsøkin til hetta?
3. Hvat skal til av starvfólkaorku og útgerð fyri, at øll skip og bátar verða
kannaði?
4. Hvat er status við Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu
í Føroyum 2022-2028 viðvíkjandi teimum tilmælum, ið landsstýriskvinnan
varðar av?
Viðmerkingar:
Rúsevni gerast alsamt meiri vanlig í býarlívinum, sum viðføra vandastøður fyri tann
einstaka. Saman við mongdunum av rúsevnum í býarlívinum er úrslitið eisini ofta
harðskapur, eisini av tí grovara slagnum. Samstundis hoyra vit nærum dagliga í
miðlunum um, at hald er lagt á so og so nógv gramm og kilo av hasji, amfetamini
v.m. Herfyri varð dómur sagdur í Føroya Rætti fyri fyrstu ferð um rúsevnið 5 F-
MDMB-PINACA. Hetta er eitt sterkt rúsevni, sum kann samanberast við kokain og
amfetamin. Tað, sum eisini kom fram í málinum var, at tann dømdi eisini hevði eina
gasspistól og lóður til hennara umframt knúgvajarn við innbygdari streymbyrsu. Ein
kann bara ímynda sær, hvat hetta skal brúkast til, og tað er alt annað enn hugnaligt.
Fyri at vita, hvussu vit kunnu hava fullkomið eftirlit við landamørkunum bæði
sjóvegis og loftvegis verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 28. oktober 2025
Annika Olsen

-- 1 of 1 --