52-036/2025
ALS og AMEG á fíggjarlógini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. nov. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
036.25 Svar frá R. Vang til B. Johannesen - ALS og AMEG á fíggjarlógini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 5. november 2025 J. nr.: 25/28530 Viðgjørt: EC Svar uppá fyrispurning nr. 52-036/2025 frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um ALS og AMEG á fíggjarlógini Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør er orsøkin til, at ALS og AMEG eru komnir á Løgtingsins fíggjarlóg? 2. Ætlar landsstýrið at broyta lógirnar viðvíkjandi ALS og AMEG, so tær loyva grunnunum at vera á fíggjarlógini? 3. Um ikki, ætlar landsstýrið at grunnarnir skulu av aftur fíggjarlógini? Svar til spurning nr. 1: ALS og AMEG eru ikki við í fíggjarlógini. Virksemið hjá grunnunum er enn sum áður skipað í sjálvstøðugum grunnum, eins og aðrir almennir grunnar. Tó krevur § 41 í stýrisskipanini, at øll lógarkravd gjøld, skattir o.tíl. skulu takast við umvegis fíggjarlógina. AMEG kom við í uppskot til fíggjarlóg fyri 2025. ALS (og Trygdargrunnur Fiskivinnunnar) kom við í uppskot til eykajáttan í vár. Uppskotini vórðu viðgjørd og samtykt í Løgtinginum. Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2026 er framhald av játtanunum fyri 2025. Talan er um sokallaðar netto null-játtanir, har upphæddin fer beinleiðis víðari til grunnin. Játtanin snýr seg um fíggjarliga heimild at krevja lógarkravdu gjøldini inn og hevur ikki ávirkan á grunnin sjálvan og virksemi hansara. Tað eru nógv dømi um tílíkar inntøkur undir § 20 í fíggjarlógini, t.d. gjøld til Vinnusjúkugrunnin, kommunur, kirkjur, ALS, AMEG. Løgtingsgrannskoðararnir hava í nógv ár funnist at, at landsroknskapurin ikki er fullfíggjaður. Landsroknskapurin skal sambært § 1, stk. 2 í roknskaparlógini fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri árið. Lógarkravd gjøld skulu tí verða tikin við umvegis fíggjarlógina og í landsroknskapin. Svar til spurning nr. 2: Tað er ikki neyðugt at broyta lógirnar, tí at ALS og AMEG eru og skulu ikki við í fíggjarlógina. Í lógunum verður teksturin “inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við í fíggjarlógina” brúktur. Tað er vanligur tekstur um tílíkar grunnar, har grunnurin og virksemi hansara ikki skulu -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 verða játtað í fíggjarlóg á hvørjum ári. Ein lóg er um grunnin, sum regluskipar virksemið neyvt í mun til ásetta endamálið. Tað er materiell heimild til grunnin og virksemið. Sum greitt frá til spurning 1, skulu lógarkravd gjøld sambært § 41 í stýrisskipanini altíð verða tikin við umvegis fíggjarlógina. Svar til spurning nr. 3: Sum greitt frá, eru grunnarnir ikki við í fíggjarlógini, men lógarkravdu gjøldini skulu sambært § 41 í stýrisskipanini hava eina fíggjarliga heimild. Tinganes, 05. november 2025 Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
036.25 Spm. til R. Vang frá B. Johannesen - ALS og AMEG á fíggjarlógini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. okt. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: ALS og AMEG á fíggjarlógini Spurningar: 1. Hvør er orsøkin til, at ALS og AMEG eru komnir á Løgtingsins fíggjarlóg? 2. Ætlar landsstýrið at broyta lógirnar viðvíkjandi ALS og AMEG, so tær loyva grunnunum at vera á fíggjarlógini? 3. Um ikki, ætlar landsstýrið at grunnarnir skulu av aftur fíggjarlógini? Viðmerkingar: Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg sæst, at bæði ALS og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (AMEG) eru komnir á løgtingsfíggjarlógina. Hetta hóast, at í lógargrundarlagnum fyri báðar grunnarnar er ásett, at inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina. Tí er vert at vita, um landsstýrið ætlar at broyta lógargrundarlagið fyri grunnarnar, so heimild er fyri at hava teir á fíggjarlógini. Um ætlanin ikki er so, so er vert at vita, um landsstýrið ætlar, at grunnarnir skulu av aftur fíggjarlógini. Málið er eisini áhugavert á tann hátt, at siðvenja hevur verið, at broytingar viðvíkjandi ALS verða framdar í samstarvi við stýrið, men í hesum førinum gongur mann beint ímóti tí, ið stýrið sigur. Fyri at fáa greiðu á hesum og hví grunnarnir eru komnir á fíggjarlógina, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 24. oktober 2025 Beinir Johannesen -- 1 of 1 --