52-035/2025
Tunnil til Vestmanna
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. nov. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
035.25 Svar frá J. Christiansen til G. Sundstein -Tunnil til Vestmanna.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 5. november 2025 Mál: 25/28448 Tygara skriv: 52-035/2025 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-035/2025 frá Grími Sundstein, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um tunnil til Vestmanna Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær verður væntandi farið undir at bora tunnil til Vestmanna ? 2. Hevur landsstýrismaðurin saman við landsstýrinum gjørt nakra endaliga raðfesting av, hvørjir tunlar skulu gerast næst ? 3. Fer arbeiðið at fyrireika og prosjektera tunnil til Vestmanna at halda fram komandi árini, hóast ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til Vestmannatunnilin fyri 2026 og frameftir ? Svar til spurning 1 og 2 Tað er umráðandi, at tað er trygt og skjótt at ferðast um alt landið. Farleiðin til Vestmanna er sum heild góð, men á vetri kann tað vera trupult at koyra fyri hálku og vindi einstakar dagar, serliga á Høgareyni. Umstøðurnar eru tó ikki øðrvísi enn á øðrum fjallavegum kring landið. Í høvuðsheitum hevur verið arbeitt við tveimum ymiskum tunnilsloysnum. Onnur loysnin er ein tunnil úr Kvívík til Vestmanna, sum er 4,2 kilometrar langur, og hin loysnin er ein tunnil úr Leynum til Vestmanna, sum er 6,2 kilometrar langur. Ein tunnil millum Kvívík og Vestamanna verður, sambært Landsverki, mettur til at kosta umleið 600 mió. kr. við 40% váðaískoyti, og ein tunnil millum Leynar og Vestmanna verður mettur til at kosta umleið 900 mió. kr., við einum váðaískoyti uppá 40%. Talan er um 2024 prísir. Peningur, sum higartil hevur verið játtaður til nýggju farleiðina til Vestmanna, hevur verið brúktur til at kanna, hvørjar loysnir kunnu gerast, og jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar av báðum verkætlanum. Ein Vestmannatunnil er sera kostnaðarmikil, og tað er ein spurningur um játtan og raðfesting, nær hann verður bygdur. Sum tilskilað í fíggjarlógini fyri 2025, hevur ætlanin higartil verið at fara undir Vestmannatunnilin, tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, men til ber ikki at siga nú, nær tað verður. Íløgukarmur landsins verður 570 mió. kr. í 2026 (við løgukendum játtanum), og íløgukarmurin verður síðani eini 600 mió. kr. árliga næstu árini. Nógv byggiarbeiði eru í gongd, ella fara í gongd næsta ár, sum hevur við sær stórar fíggjarligar bindingar næstu árini. -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Íløguætlanin verður dagførd javnan, og landsstýrið fer í næstum at gera eina íløguætlan, sum vónandi kann fáa breiða politiska undirtøku. Landsverk arbeiðir við at dagføra samferðsluætlanina. Sum partur av hesum arbeiðir Landsverk í løtuni við at gera kostnað-nyttu greiningar av verkætlanum innan infrakervið. Endamálið er at lýsa samfelagsbúskaparligu avleiðingarnar, sum standast av verkætlanum. Tað er eitt gott grundarlag fyri at leggja eina íløguætlan fyri landið. Svar til spurning 3 Jarðfrøðiligu kanningarnar eru gjørdar, og arbeiðið at prosjektera tunnil til Vestmanna verður gjørt, tá játtan verður tøk til endamálið. Jóhan Christiansen Landsstýrismaður -- 2 of 2 --
035.25 Spm. til J. Christiansen frá G. Sundstein -Tunnil til Vestmanna.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. okt. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Grímur Sundstein, løgtingsmaður Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum Evni: Tunnil til Vestmanna Spurningar: 1. Nær verður væntandi farið undir at bora tunnil til Vestmanna? 2. Hevur landsstýrismaðurin saman við landsstýrinum gjørt nakra endaliga raðfesting av, hvørjir tunlar skulu gerast næst? 3. Fer arbeiðið at fyrireika og projektera tunnil til Vestmanna at halda fram komandi árini, hóast ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til Vestmannatunnilin fyri 2026 og frameftir? Viðmerkingar: Í uppskoti til fíggjarlóg fyri 2025, stóð m.a. at ‘Vestmannatunnilin verður fyrireikaður og projekteraður. Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan farið undir Vestmannatunnilin.’ Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026, er hendan orðingin tikin burtur. Harafturat eru ongin játtan sett av til tunnil til Vestmanna í 2026 ella komandi árini. Til samanberingar hevði undanfarna samgonga í sínum seinasta fíggjarlógaruppskoti játtað 75 mió. kr. til Vestmannatunnil í 2025. Nú arbeiðið at gera tunnil til Tjørnuvíkar er farið í gongd kann væntast, at ferð eisini kemur á fyrireikingarnar til Vestmannatunnilin. Men hóast greiða setningin um, at ‘Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan farið undir Vestmannatunnilin.’, kann tað tykjast sum ein andsøgn, at ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til hendan tunnilin komandi árini. Í svari uppá fyrispurning um til tunnil til Vestmanna [52-050/2024] svaraði táverandi landstýrissmaður í samferðslumálum at ’Sum tilskilað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 er skotið upp at fara undir at gera Vestmannatunnilin, tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur. Tá eigur Vestmannatunnilin at vera liðugt fyrireikaður og prosjekteraður.’ Nú setningurin eisini er tikin úr fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er ivasamt, hvør raðfestingin av tunlinum til Vestmanna og aðrar tunlar er. Farleiðin til Vestmanna er góð, tá veðrið er gott, men tíverri er ov ofta ikki koyrandi í vetrarhálvuni fyri vindi og kava. -- 1 of 2 -- Umframt vestmenningar og avbygdarfólk, koyra eisini bussar við skúlanæmingum, tangabilar í sambandi við aling, lastbilar við farmi og framleiðslu, umframt umleið 40.000 ferðafólk, ið ferðast um Høgareyn í summarhálvuni. Fyri at fáa greiðu á støðuni viðvíkjandi Vestmannatunlinum verður hesin fyrispurningur settur. Brot úr fíggjarlógini 2026 – s.125 Virksemisyvirlit: 10 Nýgerð av landsvegum 2023 2024 2025 2026 2027 2028 R R J F Æ Æ 30. Tunnil til Vestmanna 642 823 - - - - Á Løgtingi, 23. oktober 2025 Grímur Sundstein -- 2 of 2 --