52-034/2025
Sjúklingatrygd og journalisering av heilsudátum fyri viðgerðir í Danmark
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. nov. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
034.25 Svar frá S. Bertholdsen til Terja Beder um sjúklingatrygd og journalisering.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. nov. 2025
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 4. november 2025 HMR j. nr. 25/28540-4 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-034/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um sjúklingatrygd og journalisering av heilsudátum fyri viðgerðir í Danmark, frá Terja Beder, løgtingsmanni. Spurningarnir vóru soljóðandi: Spurningar: 1. Hví kunnu fólk, sum eru búsitandi í Føroyum, ikki brúka sítt egna p-tal ella cpr-tal, tá tey fáa sjúkrahúsviðgerð í Danmark, men mugu í staðin noyðast við eitt fyribils cpr-tal? 2. Hvat merkir tað fyri sjúklingatrygdina hjá føroyskum sjúklingum, tá journaliseringin verður løgd afturat einum fyribils persónstali? 3. Verður nakað gjørt fyri at tryggja, at journalin, sum er knýtt at fyribils talinum verður førd inn í journalirnar hjá sjúklinginum, sum eru knýttar at p-talinum í Føroyum og cpr-talinum í Danmark? 4. Verður nakað gjørt fyri at tryggja samanhang ímillum journalirnar í Danmark og í Føroyum? Svar: Til spurning 1 Um sjúklingurin hevur eitt danskt cpr, ella fær eitt sonevnt administrativt cpr-tal við umsókn frá Uttanlandstænastuni ella frá Ríkisumboðnum, so verður tað, sambært Sjúkrahúsverkinum, brúkt í donsku journalskipanini. Eitt administrativt cpr-tal kann samanberast við eitt vanligt danskt cpr-tal, latið einum borgara, sum ikki hevur bústað í Danmark. Eitt administrativt cpr-tal er ikki eitt fyribils cpr-tal, men er galdandi alt lívið. Um sjúklingurin aftur verður sendur til viðgerð í Danmark, verður sama talið brúkt, ella um persónurin flytur til Danmarkar, so verður tað administrativa cpr-talið broytt til eitt vanligt cpr-tal. -- 1 of 3 -- Hevur sjúklingurin ikki eitt vanligt ella administrativt cpr-tal, kann viðgerðarstaðið upprættað eitt e- cpr (erstatnings cpr) til føroyskar sjúklingar, sum er eitt fyribils cpr-tal. Tí er tað ikki rætt, at tað altíð verða upprættaði sonevnd fyribils e-cpr (erstatnings cpr) til føroyskar sjúklingar. Tá talan er um borgara við bústaði í Føroyum, men sum ikki er danskur ríkisborgari, so kann hesin borgarin í dag ikki fáa eitt administrativt ella vanligt danskt cpr-tal vegna galdandi lóggávu. Fyri at hesin sjúklingurin skal fáa viðgerð uttanlands er neyðugt, at hann verður upprættaður við einum sonevndum fyribils e-cpr. Hetta e-cpr kann nýtast av fleiri deildum, og tí er ikki neyðugt at gera nýtt e-cpr til sama sjúkling, um viðgerðargongdin fevnir um fleiri deildir í Danmark. Eitt fyribils e-cpr skal bert nýtast, um viðgerðarstaðið ikki er kunnað um danska cpr-talið, ella um sjúklingurin ikki hevur eitt danskt cpr-tal. Tá verður eitt e-cpr brúkt, soleiðis at sjúklingurin ikki skal bíða eftir ávísing, innkalling og viðgerð, bara tí at onki danskt cpr-tal er skrásett í skipanini. P-tals skipanin og CPR-skipanin eru hvør sín skipan. Tí kann eitt p-tal ikki nýtast í einari danskari journalskipan, og eitt cpr-tal kann ikki nýtast í føroysku journalskipanini. Til spurning 2 Sjúkrahúsverkið samstarvar neyvt við donsku viðgerðarstøðini fyri at tryggja, at trygdin er í lagi. Í hesum sambandi brúkar Sjúkrahúsverkið nógva orku fyri at tryggja, at journalupplýsingar ikki detta niður í millum skipanirnar. Í løtuni er ein verkætlan í gongd hjá Talgildu Føroyum, har m.a. heilsuverkið luttekur. Endamálið er at knýta p-talið hjá borgarum í føroyska Landsfólkayvirlitinum, sum eisini hava eitt danskt cpr-tal, beinleiðis saman. Á hendan hátt fær Sjúkrahúsverkið fatur á cpr-tølum, sum borgarar í føroysku skránni hava. Hetta fer at bøta um sjúklingatrygdina fyri hesar borgarar og fyribyrgja, at sjúklingar detta niður millum skipanirnar. Allir føroyingar kunnu søkja um cpr-tal. Til spurning 3 Í Sjúkrahúsverkinum fylgja tey við, at viðkomandi dátur koma til læknarnar í Føroyum. Tá Sjúkrahúsverkið (Uttanlandstænastan) fær upplýst eitt danskt cpr-tal frá sjúklinginum, ella søkir eindina á Ríkissjúkrahúsinum um at upprætta eitt nýtt administrativt cpr-tal til ein sjúkling, verður samstundis heitt á viðgerðarstaðið um at knýta øll møgulig e-cpr afturat tí danska CPR-talinum soleiðis, at allar journalirnar eru knýttar at rætta cpr-talinum. Í nýggju talgildu heilsuskipanini (THS), verður ætlandi talgilt samskifti millum donsku og føroysku skráirnar. Í dag verða journalupplýsingar sendar manuelt millum Sjúkrahúsverkið og viðgerðarstøðini uttanlands. Síðan verða hesar journalupplýsingar lagdar manuelt inn í ávikavist føroysku journalina og journalina uttanlands. -- 2 of 3 -- Til spurning 4 Fyri at tryggja ein samanhang ímillum journalirnar í Danmark og Føroyum er eitt tætt samstarv millum Sjúkrahúsverkið og viðgerðarstøðini uttanlands, við bæði manuellum og talgildum mannagongdum. Eisini verður nógv orka nýtt í Sjúkrahúsverkinum fyri at tryggja, at journalupplýsingar ikki detta niður í millum, tá talan er um sjúklingagongdir tvørturum landamørk. Heilsumálaráðið, 4. november 2025 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
034.25 Spm. til S. Bertholdsen frá T. Beder - Sjúklingatrygd og journalisering av heilsudátum fyri viðgerðir í Danmark.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. okt. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur § 52a eftir Tingskipanini Spyrjari: Terji Beder, løgtingsmaður Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Sjúklingatrygd og journalisering av heilsudátum fyri viðgerðir í Danmark Spurningar: 1. Hví kunnu fólk, sum eru búsitandi í Føroyum, ikki brúka sítt egna p-tal ella cpr-tal, tá tey fáa sjúkrahúsviðgerð í Danmark, men mugu í staðin noyðast við eitt fyribils cpr-tal? 2. Hvat merkir tað fyri sjúklingatrygdina hjá føroyskum sjúklingum, tá journaliseringin verður løgd afturat einum fyribilspersónstali? 3. Verður nakað gjørt fyri at tryggja, at journalin, sum er knýtt at fyribilstalinum verður førd inn í journalirnar hjá sjúklinginum, sum eru knýttar at p-talinum í Føroyum og cpr-talinum í Danmark? 4. Verður nakað gjørt fyri at tryggja samanhang ímillum journalirnar í Danmark og í Føroyum? Viðmerkingar: Tá føroyingar, sum eru búsitandi í Føroyum, fáa sjúkrahúsviðgerð í tí danska heilsuverkinum, fáa teir eitt fyribils cpr-tal, óansæð um teir hava eitt danskt cpr ella ikki. Hetta ger, at journalin, sum verður førd fyri viðgerðina, ikki verður knýtt at tí vanliga cpr-talinum, og tí ikki verður løgd afturat tí journalini, sum annars er knýtt at cpr-talinum hjá sjúklinginum. Hetta merkir, at týðandi upplýsingar um sjúku og sjúkragongd enda uttanfyri ta vanligu skrásetingina, sum føroyskir sjúklingar annars hava knýtta at sínum persónstali. At týðandi upplýsingar um sjúku verða hektaðar av journalini hjá fólki tykist mær sera álvarsligt, tí støður kunnu eyðsæð koma fyri, har upplýsingar frá hesum viðgerðum kunnu fáa týdning í øðrum viðgerðum. At hesar upplýsingar ikki verða skrásettar eftir teirri vanligu journalini ger eisini, at ein óneyðuga stór ábyrgd verður løgd á tann einstaka sjúklingin, sum tá bæði skal minnast og skilja ta sjúkugongd, viðkomandi hevur verið ígjøgnum. Á Løgtingi, 23. oktober 2025 Terji Beder -- 1 of 1 --