← Løgtingsmál

52-033/2025

Avleiðingar av niðurlaðing av uttanlandsfrádráttinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. okt. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
033.25 Svar frá R. Vang til B. Johannesen - Avleiðingar av niðurlaðing av uttanlandsfrádráttinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 31. oktober 2025
J. nr.: 25/27921
Viðgjørt: DH
Svar uppá fyrispurning nr. 52-033/2025 frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, settur Ruth
Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um avleiðingar av niðurlaðing av
uttanlandsfrádráttinum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógv er komið inn í § 25 a og § 25 b inntøku í 2024, sammett við 2023?
2. Hvussu nógv fólk fingu uttanlandsfrádrátt í 2024, sammett við 2023?
3. Eru nakrar ábendingar um, hvønn veg tølini fyri hetta bera í 2025, sammett við 2024?
Svar til spurning nr. 1 og 2:
Tá skattur skal gerast upp, ber ikki til at siga júst hvussu nógv kemur inn frá uttanlandsskatti og
øðrum skatti, tí persónar vera skattaðir av síni samlaðu skattskyldugari inntøku. Men til ber at
siga hvussu stór uttanlandsinntøkan er.
Fyrivarni skal tó havast við, at hóast skattauppgerðin verður send út fyrst í oktober vera nakrar
broytingar framvegis gjørdar í skattauppgerðunum so hvørt sjálvuppgávur vera lætnar inn. Til at
samanbera 2023 við 2024 vera tískil sjálvuppgávurnar frá oktober árið eftir inntøkuárið brúktar.
Inntøka sambært §25a er inntøka frá fiskiveiði, bæði í Føroyum og uttanlands. Spyrjarin spyr um
uttanlandsinntøku og tí verður í hesum førinum bert hugt eftir fiskiveiðiinntøku uttanlands.
Inntøka sambært §25b er uttanlandsinntøka, sum ikki er fiskiveiðiinntøka ella inntøka frá DIS
ella FAS.
Ár § 25b inntøka (kr.) Uttanlandsfrádráttur (persónar)
2023 660.272.238 1007
2024 681.980.253 977
Ár § 25a inntøka (kr.) Fiskiveiðifrádráttur, uttanlands (persónar)
2023 157.616.310 167
2024 135.272.997 148

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Talvurnar omanfyri vísa samlaðu inntøku og tal av persónum, sum hava havt uttanlandsinntøku í
2023 og 2024. Sum heild sæst, at tað eru nakað færri persónar, sum hava havt uttanlandsinntøku
í 2024 enn í 2023, men at samlaða §25b inntøkan var hægri í 2024 enn í 2023.
§25b inntøkurnar í talvuni eru bæði inntøkur, sum vera linkaðar við frádrátti og undantaki og tí
ber ikki til at siga hvussu skatturin verður ávirkaður.
Til samanberingar var samlaða lønarinntøkan í 2024 knappar 13 mia. krónur og samlaða
starvsfólkatalið í Føroyum um 30.000 fólk.
Svar til spurning nr. 3:
Av góðum grundum ber ikki til at siga nakað endaligt fyri 2025, tí árið er ikki liðugt og tí er
eingin inntøka at gera upp.
Men til ber at leita í skráum sum kunnu geva ábendingar um hvat persónar, sum árini áðrenn
hava arbeitt uttanlands, gera í dag.
Fíggjarmálaráðið hevur kannað, hvar persónar sum í 2023 antin fingu uttanlandsfrádrátt ella
frádrátt fyri fiskiveiðu uttanlands búgva í dag. Yvirhøvur sæst sæst einki til økta fráflyting.
Hinvegin eru lønarútgjaldingarnar øktar og starvsfólkatalið í Føroyum er vaksið við um 500
persónum síðstu tvey árini. Vøksturin er í størsta mun persónar við bústaðartilknýti.
Enn er nakað tíðliga at gera niðurstøður, um hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt, men
Fíggjarmálaráðið fer at greina tølini nærri, tá nakað er fráliðið.
Tinganes, 31. oktober 2025
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
033.25 Spm. til R. Vang frá B. Johannesen - Avleiðingar av niðurlaðing av uttanlandsfrádráttinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Avleiðingar av niðurlaðing av uttanlandsfrádráttinum
Spurningar:
1. Hvussu nógv er komið inn í § 25 a og § 25 b inntøku í 2024, sammett við
2023?
2. Hvussu nógv fólk fingu uttanlandsfrádrátt í 2024, sammett við 2023?
3. Eru nakrar ábendingar um, hvønn veg tølini fyri hetta bera í 2025, sammett við
2024?
Viðmerkingar:
Tá samgongan framdi eina skattaumskipan stutt undan jólum í 2023, var ein partur av
umskipanini tann, at uttanlandsfrádrátturin skuldi so líðandi avtakast. Tó blivu
broytingar gjørdar, so hann bleiv niðurlagaður, og ikki avtikin heilt.
Nógvar ávaringar vóru móti hesum broytingum, tí tað fór hava stórar fíggjarligar
avleiðingar fyri tey, ið fingu hendan frádráttin. Eisini vóru fleiri ávaringar, ið snúðu
seg um, at landskassin allarhelst onki fór at fáa í meirinntøku, tí fleiri tóku
avleiðingarnar og fluttu í aðrar skipanir, ið ikki blivu raktar av broytingunum ella
fluttu av landinum. Nakrar ábendingar eru um, at tað er júst hetta, sum er hent.
Landsstýrið væntaði upprunaliga, at avtøka av uttanlandsfrádráttinum fór at geva
landskassanum 38 mió. kr. í meirinntøku.
Tað er fyrr spurt um hetta, men tað bar ikki til at geva eitt greitt svar, tí skattaárið
2024 ikki var endaliga gjørt upp, men tað er tað nú.
Broytingarnar vera framdar so líðandi, so tí er eisini vert at vita, um nakrar ábendingar
eru fyri tølini í 2025, sammett við tey í 2024.
Fyri at fáa greiðu á, hvussu hendan broytingin hevur ávirkað, og um landskassin
hevur fingið eina meirinntøku sum væntað, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 17. oktober 2025
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --