← Løgtingsmál

52-032/2025

Kostnaður fyri projektering, ráðgeving og eftirlit við H-bygninginum síðani byrjanina av verkætlanini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. okt. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
032.25 svar frá S. Bertholdsen til J. Dahl - Kostnaður fyri projektering, ráðgeving og eftirlit við H-bygninginum síðani byrjanina av verkætlanini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 27. oktober 2025
HMR j. nr. 25/27713-6
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-032/2025 eftir § 52a í tingskipanini um kostnaðin fyri projektering,
ráðgeving, og eftirlit við H-bygninginum síðan byrjanina av verkætlanini, frá Johani Dahl,
løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvat hevur projekteringin kostað tilsamans og býtt yvir ár?
2. Hvat hava ráðgevandi verkfrøðingar kostað, sum eru keyptir inn til verkætlanina?
3. Hvat hevur kostnaðurin fyri eftirlitið við byggingini verið í allari byggitíðini?
Svar:
Til spurning 1
Sambært Landsverki hevur projekteringskostnaðurin fyri verkætlanina í sambandi við H-bygningin
(t.e. undantikið kjallaraverkætlanina og samanbyggingina millum H- og B-bygningin), kostað
tilsamans knappar 72,8 mió. kr., og eru tølini í mió. kr. býtt á ár í talvuni niðanfyri.
2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 2024
2,70 0,98 0,59 3,36 2,63 4,40 14,76 8,12 7,67 4,84 3,46 5,92 10,66 2,16 0,38 0,16
Fyrireikingar- og prosjekteringskostnaður frá 2009 - 2024 í mió. kr.
Viðmerkjast skal, at tey fyrstu árini snúðu seg um fyrireikandi arbeiði. Farið varð undir at projektera
H-bygningin í 2014. Fyrireikingararbeiðið og projekteringin eru skrásett á sama verkevni, og fevna
tær 72,8 mió. kr. tí um bæði fyrireikingararbeiðið og projektering.
Til spurning 2
Hesin spurningur verður fataður sum um, at spurt verður um, hvussu stórur partur av
projekteringkostnaðinum er nýttur til at keypa ráðgeving.

-- 1 of 2 --

Viðvíkjandi H-bygninginum hevur talan serliga verið um høvuðsráðgeving frá einum samtaki av
fýra fyritøkum. Høvuðsráðgevingin, sum er keypt frá samtakinum síðani 2014, hevur kostað 41
mió. kr. Harumframt hevur logistikkráðgeving kostað 2 mió. kr., innbúgvsráðgeving 4,6 mió. kr.,
køksráðgeving 1,2 mió. kr. og projekteringsleiðsla 1 mió. kr. Afturat hesum kemur ein kostnaður til
ráðgevandi verkfrøðing, í sambandi við kanningar av lekum og ábótum í H-bygninginum.
Til spurning 3
Spurt verður um, hvat kostnaðurin hevur verið fyri eftirlitið, og hevur Landsverk sagt frá, at
útreiðslurnar til eftirlit í allari byggitíðini hava verið 8,8 mió. kr. Hendan upphædd til eftirlit, sum
høvuðsráðgevingin hevur staðið fyri, er skrásett á annað verkevni, og tí ikki partur av upphæddini í
svarinum til fyrsta spurningin. Sambært Landsverki er talan um eftirlit viðvíkjandi H-bygninginum
sjálvum (t.e. undantikið kjallaraverkætlanina og samanbyggingina millum H- og B-bygningin).
Heilsumálaráðið, 27. oktober 2025
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
032.25 Spm. til S. Bertholdsen frá J. Dahl - Kostnaður fyri projektering, ráðgeving og eftirlit við H-bygninginum síðani byrjanina av verkætlanini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Kostnaður fyri projektering, ráðgeving og eftirlit við H-bygninginum síðani
byrjanina av verkætlanini
Spurningar:
1. Hvat hevur projekteringin kostað tilsamans og býtt yvir ár?
2. Hvat hava ráðgevandi verkfrøðingar kostað, sum eru keyptir inn til
verkætlanina?
3. Hvat hevur kostnaðurin fyri eftirlitið við byggingini verið í allari byggitíðini?
Viðmerkingar:
Í flestøllum verkætlanum er væl úr hondum greidd projektering, ráðgeving og eftirlit
avgerandi fyri, hvørt ein verkætlan eydnast væl ella ikki.
Nøkur sólskinssøga hevur H-bygningurin hjá Heilsuverkinum ikki verið, og
undirritaði hevur í fleiri umførum spurt um viðurskiftini í sambandi við byggingina,
sum er eitt álvarsamt dømi upp á eina verkætlan, sum er farin av sporinum á mangan
hátt.
Undirritaði setti fyri nøkrum døgum síðani spurning um hetta sama málið (52-
029/2025). Í framhaldi av hesum verður spurningurin viðvíkjandi samlaða
kostnaðinum av projektering, ráðgeving og eftirliti við hesum arbeiðinum settur.
Á Løgtingi, 15. oktober 2025
Johan Dahl

-- 1 of 1 --